Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat heldur tu um, at Planet Awards hevur takkað fyri seg, og FMA er komið i staðin? Eg haldi, at tað er gott at rásirnar og NLH ganga saman um tiltakið. Tað gevur tiltakinum meira tyngd og trúvirði. Hartil er NLH rætti karmurin um eitt sovorið tiltak. Eru nakrir fyrimunir við, at KVF, Rás2 og Norðurlandahúsið arbeiða saman við at heiðra tonleikarum? The more the merrier, sigur enskt orðafelli. Saman standa vit sterk, verður eisini sungið í einum fótbóltssangi. Tað gevur bara meira orku, fíggjarliga og á annan hátt, at skipa fyri einum ordiligum tiltaki. Og eru nakrir vansar? For mange kokke fordærver maden. Vand­ in er, at tað skulu takast ov nógv atlit, tí áhugamálini eru so ymisk. Tað tynnir súpan­ ina, og tað er størsta avbjóðingin við FMA. Sjálvt í USA, ið er eitt risa tónleikaland, sæst hetta, tá Grammy heiðurslønirnar skulu lat­ ast. Har eru so nógvar ymiskar bólkar, at tað er ikki til at rokna út, hvar markið gongur. Tað gruggar meir, enn tað ger gott. Hvat heldur tú um bólkingarnar - altso popp, rock/blues/jass/folk og opna bólkin? Undar­lig­ar. Popp er kanska tað mest greiða. Trupulleikin við tí er, at tað verður givið rættiliga lítið av ordiligum poppi út í Føroy­ um. 2013 var í roynd og veru eitt gott poppár. Byrta, Flamma, Laila av Reyni og Høgni Reistrup góvu góðar poppfløgur út. Men at siga, at Teitur og Hallur er poppur, tað er at skjóta viðsíðuna av. Eg dugi heldur ikki at skilja, at rokkur og jazzur kunnu bólkast og metast mótvegis hvørjum øðrum. Tað ber yvirhøvur ikki til í mínari verð. Meðan rokk­ ur ofta livir best í tí einfalda, so snýr jazzur seg um at troyta tað torskylda, har tónar ofta ikki longur harmonera, og rútmurnar ofta eru forskotnar. Tað er sum at biða ein estetiskan fimleikara og ein fótbóltsleikara kapp­ast. Hvussu verður avgjørt, hvør vinnur? Men mest undarligur er opni bólkurin. Hann skilji eg yvirhøvur ikki, má eg viðganga. Um tú skalt meta verkini hjá Sunleifi Rasmus­sen ordiliga, so skal tað kanska gerast í heims­ høpi, tí hann virkar innan fyri eina nitsju av klassiskum tónleiki, ið tað ikki eru nógv, sum arbeiða innanfyri. Og hvussu grundgevur tú fyri, at “Lurta nú” hjá Eivør skal vinna á Motion/Emotion-verkinum hjá Sunleifi Rasmus­sen? Eg hevði gjørt tilnevningarnar sera einfaldar. Ársins útgáva, sangur, song­ kvinna, sangari, nýggi bólkur…. Og ja, tað verða poppuleru útgávurnar, ið mynda hetta, men tað fær ikki verið øðrvísi. Í evsta føri, so vildi eg sagt, at vit kanska áttu at droppa sið­bundnu heiðurslønirnar og heldur bara hild­ið eitt brak av einum tiltaki einaferð um árið, ið fagnaði farna tónleikaárið við nógv­ um tónleiki og sovornum. Kanska tvær góð­ar ­heiðurslønir (pengar) fyri besta avrik av ein­ um royndu og nýggju tónleikanavni hevði riggað væl. Hvat heldur tú um tilnevningarnar? Har eru so at siga øll, ið skulu vera við, og tað er onkursvegna eisini eitt sjúkutekin. At tilnevningarnar eru skipaðar soleiðis, at eing­in verður fornermaður. Har er so nógv við, at sjálvt Kvartettin í Betesda er sloppin uppí part og ein, ið eitur Jâkup Lützen, ið eg haldi spælir violin, skal kappast móti eitt nú BYRTA um at gerast ársins nýggja navn. Men “I Love You” hjá Brynjolfi manglar millum Ársins poppsangir, og tá alt kemur til alt, so skilji eg ikki, at Laila av Reyni ikki er tilnevnd sum ársins songkvinna undir popp- bólkinum? Tað hevur hon so ruddiliga uppi­ borið. Men Laila av Reyni hevur fingið inn­ vist sum ársins nýggja navn, so hon er ikki gloymd. Tað haldi eg hinvegin, at útgávan “Vón­in er” hjá Guðrun og Bartal er. Hvør hevur eftir tínum tykki skara framúr á tónleikaøkinum i 2013? Byrta, Hamferð, Kári Sverrisson og Bendar spón­ir og Greta Svabo Bech. Nú er 2014 enn ungt, men hvussu sært tú tónleikaárið 2014? 2013 var eitt sera, sera gott ár. Kanska eitt tað besta nakrantíð. So eg vænti, at 2014 verður eitt sindur lakari við føroyskum útgávum. Twisted Sister á Vágsbøi er nakað at gleða seg til, so eg gleði meg at frætta, hvat G! kemur við. Ikki tí, eg gleði meg almikið til Baby In Vain. Og Brynjolfur skal spæla á Roskilde, tað er also flott. Hartil hevur NLH veruliga spent seg út og bjóðar nógvar góðar konsertir, og so er tað gleðiligt, at tað legst afturat við útvarpsrásum. Spennandi tíð. Gott átak, men løgnar bólkingar Tónleikaummælarin Uni L. Hansen er ein teirra, sum finst at bólkingunum í FMA. FMA hevur sett sær sum endamál at vera fevnandi, og samstundis skipa soleiðis fyri, at allar tónleikasjangrur eru umboðaðar í tilnevningunum. Men Uni L. Hansen heldur ikki tað letur seg gera, at seta fokus á allar tónleikasjangrur, tí føroyski marknaðurin er ov lítil