Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vil hava allan tónleikaheimin við í FMA - Eg havi tíðum verið kritiskur mótvegis tí eintáttaða tónleikapolitikki í loftmiðlunum. Eg haldi, at breiddin manglar í ólukkumát. Sum ofta verður eitt tónleikaslag dekkað inn við einari sending á ein tíma um vikuna, og síðan mala tey somu 20-30 poppløgini í kring restina av døgninum. Og tað er als ikki nøktandi, sigur Sunleif Rasmussen, sum vil hava allan tónleikaheimin umboðaðan í FMA Í januar í ár fekk føroyski tónleikaheimurin høvi at siga sína hugsan um FMA, tá ið ein kunnandi fundur varð hildin í Miðlahúsinum í Havn. Endamálið við hesum fundi var millum annað at geva teimum ymsu tónleikaaktørunum í føroyska samfelagnum møguleika at luttaka í FMA, og samstundis velja sær tvey umboð í arbeiðsbólkin. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Miðla­ hús­ið, Kringvarp Føroya og Norður­landa­ húsið, og eftir almenna fundin í Miðla­ húsinum vóru Sunleif Rasmussen og Ólavur Lar­sen valdir at umboða tónleikaheimin í arbeiðs­bólkinum. Sunleif Rasmussen fekk eina áheitan um at bjóða seg fram sum umboð fyri tón­leika­ heimin í arbeiðsbólkinum, og varð síðani vald­ur. - Eg vil hava at allur føroyski tónleika­ heim­urin er við. Sum til dømis í norður­ amerikansku Grammy Award, sigur Sunleif Ras­mussen. Partvíst samdur í kritikkinum Hóast átakið hjá Miðlahúsinum, Kringvarpið Føroya og Norðurlandahúsinum í størsta mun er væl móttikið, er nakrar atfinningar kom­nar um, at FMA fevnir ov breitt, og hevur ov nógvar sjangrur við. -Partvíst eri eg samdur í kritikkinum. Men vit hava haft sera lítla tíð at fyrireika FMA í ár, so vit mugu helst liva við eitt sindur av barna­sjúkum, sigur Sunleif Rasmussen. Tað er neyðugt at vera neyvari í bólk­ing­ unum av ymsu tónleikasløgunum. - Vit mugu eisini definera hugtakið breið­ ari, og ikki bert heiðrað fløguútgávum, men eisini framførslum, og tónleikatiltøkum í størri mun. Eitt nú eru nógvar konsertir, við nýskrivaðum "klassiskum" tónleiki og jazzi. Men tað koma ikki nógvar fløgur út við hesum tónleikasløgunum, vísur Sunleif Ras­ mussen á. Hann heldur, at ymsar broytingar skulu gerast, men hansara vónir eru, at til-nevn­ ing­ar­nar til FMA fara at fevna breiðari enn tað, vit áður hava sæð í líknandi tiltøkum í Føroyum. - Mínir framtíðartankar eru, at vit mu­gu síggja tilnevningar í breiðum høpi. Ikki bert fløgur, men eisini framførslur annars, sig­ur Sunleif Rasmussen. Hann skilur eisini ímillum dømingina av popptónleiki og øðrum tónleiki, og heldur, at sumt er lættari at taka støðu til enn annað. - Popptónleikur, ið er lættur at avkoda, skal bert dømast av fólkinum. Tað vil siga 100% sms-atkvøður, meðan onnur tónleikasløg, sum "klassiskur" og jazzur, skulu bert dømast av fakfólki. Hetta tí, at hesi tónleikasløg eru verri at avkoda, og krevja tí meira vitan enn bert, "dámar/dámar ikki", greiður Sunleif Ras­ mussen. Sunleif Rasmussen og Ólavur Larsen hava umboða tónleikaumhvørvið í arbeiðs­ bólkinum saman við umboðum fyri Miðla­ hús­ið, Kringvarp Føroyar og Norður­landa­ húsið.