Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan Ingvard Olsen hugleiðir í hesi greinini um trygg barnaár, beiggja sín, Nicolaj Olsen, lív og deyða S um ein eldist til og blívur gam­al, so bæði sæst og merk­ ist, at einki stendur í stað hjá okkum mannabørnum. Tað, sum fyrr kendist trygt og gott støði til eina mennandi og ljósa framtíð, er blivið til eina likamliga niður-og afturgongstíð, og staðfestast kann, at ættarliðini undan einum - ommur og abbar, mamma og pápi - bæði eru farin undir grønu torvu. Og í ættarliðnum hjá einum sjálv­um er stórt mannfall, so javn­ aldrarnir minka í hvørjum, eisini vinir og kenn­ingar, yngri sum eldri fara hesi foldini frá, so deyðin kennist nú so nærgongin. Eisini barnaheimið, sum í upp­ vøkstr­inum var tann tryggi og óvik­ andi skansin við trimum ættar­liðum undir sama taki, stendur tómt. Her livdu vit saman í sátt og semju – í samljóði og altfevnandi umsorgan og kærleika, í nøgdsemi og guðsótta. Her var ein trygg, spennandi og áhugaverd tilvera, sum ein við tøkk minnist aftur á. Heldur ikki har hevur tíðin staðið í stað. Nú hoyrist einki drynj frá kúnum í kjallaranum, eingin galan frá hananum á morgni, einki mjav frá kettuni, eingin leikur frá børnum, eingin vegleiðing frá for­eldrum, eingin søga frá ommuni, eingin glóð á eldstaðnum. Har er púra kvirt. Barnaheimið stendur tómt, lív­ látið. Seinasti íbúgvin, sum varð út­ borin, var beiggi mín, Nicolaj. Hann varð føddur 8. september í 1932 og doyði 8. desember í 2010, 78 ára gamal. Mamma okkara var Helena Johannesen av Lag í Hvalvík, og pápi okkara var Jens Chr. Olsen uppi á Regni á Toftum. Nicolaj var ógiftur. Hann bleiv búgvandi í okkara barnaheimi alla sína tíð. Eitt, sum sermerkti hann alt frá ungum árum av, var hansara áhugi at veiða, og veiðimaður var hann alt sítt lív. Hann fór ungur til skips og var við slupp, skonnart og trolara á okkara vanligu fiskileiðum - við Ísland, Grønland, Ný Foundland, Rock All, í Barentshavinum og við Føroyar. Eisini var hann við norskum fiskiskipum, og eitt tíðar­ skeið sigldi hann við útlendsk­um farmaskipum. Veturin 1953-1954 gekk hann upp á skiparaskúla í Havn, og eftir tað var hann ofta stýrimaður á skipunum, hann var við. Eisini dreiv hann onkran deksbát inn ímillum. Tá hann var heima, var hann altíð í báti - við snøri, línu, byrsu, humm­ararúsum, øðutroli og silda­ gørnum. - Við jarðarferðir standa vit spyrjandi og bína niður í ta køldu myrku grøvina, og spurningurin trokar seg á, hvat er hinu megin deyða og grøv? Stundum standa vit eisini undrandi lítandi út í tað stjørnuglampandi himmalhválvið og spyrja okkum sjálvi: Hvat er hinu megin, har eyga ikki røkkur? Einki mannabarn hevur í sær sjálvum nakað svar upp á hesar spurningar, men mannaættin hevur frá Guði fingið Orðið, lodsbókina - Bíbliuna - sum gevur okkum eina vón um eina æviga sæla framtíð heima hjá Guði í Himlinum, skrivar Jógvan Ingvard Olsen í hesum hugleiðingunum, har hann eisini skrivar um beiggja sín, Nicolaj Olsen, sála Nicolaj – skilamaðu hugleiðingar 6. mars fingu Karl og Belinda Kjærbo, Argjum, eina dóttur. Hon vigaði 3510 gr og var 52 cm long. 4. mars kl. 12:34 fingu Kjarta og Erland Jacobsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3310 gr. 12. februar fingu Mortan og Katrine Kjeld Olsen, Hósvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3030 gr. 8. mars fingu Rannvá L. og Borgar Hansen, Nes, ein son. Hann vigaði 4200g og 54 cm. Tann 11. mars fingu Heiðrikur Kristjánsson og Jensia Joensen, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3360 gr. 5. februar fingu Gunnvá V. Jacobsen, Norðskáli, og Hallur Djurhuus, Hvalvík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3775 gr. Føðingar Nicolaj og Jógvan oman fyri okkara hús, 10-14 ára gamlir. Hava verið eftir torvi yviri við Toftavatn. Ein av teimum vanligu gerandissetningunum, sum hoyrdu tátíðini til