Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ur og sera gløggur miðamaður hugleiðingar Vit brøðurnir, Jákup, Nicolaj og eg, lótu okkum byggja eitt átta­ manna­far fyrst í fimmtiárunum sum fekk navnið “Charlotta”, men tað bleiv mest Nicolaj, sum kom at brúka henda bátin. Seinni keypti hann sær eitt áttamannafar úr Kaldbak, og til seinast fekk hann sær ein glasfipur deksbát, sum hann brúkti tey mongu seinastu árini. Nicolaj varð givið eitt sera gløgt minni. Hann var friðsamur, gávu­ mildur, barngóður, musikalskur, ættkærur og lítilátin. Hann gjørdi ongan háva av sær sjálvum, og sum sagt róði hann út við egnum báti tey seinastu mongu árini, fyri tað mesta einsamallur. Hann var skilamaður á sjónum og var sera gløggur miðamaður. Seinasti bátur hansara hevði radara. Tá teknaði hann ein hóp upp av fiskimiðum - ikki bara frástøðuna av landi eftir radaranum, men eisini ýtini á miðunum. Hvussu hann bar seg at, veit eg ikki, men myndatól brúkti hann ikki. Um hann skitsaði ýtini frá sjónum av, ella um hann teknaði tey, sum hann mintist, er mær ein gáta, men evnini at tekna átti hann eisini. Nú er farin long tíð, síðan róð­ urin og náðitíðin um lívsins fjørð hjá Nicolaj var at enda komin, og árarnar vórðu lagdar inn. Ærað veri minnið um alt tað, hann gav og var fyri okkum, og Guð bjóði honum vælkomnum í sín himmalska bústað. Við jarðarferðir standa vit spyrjandi og bína niður í ta køldu myrku grøvina, og spurningurin trokar seg á, hvat er hinu megin deyða og grøv? Og stundum standa vit undrandi lítandi út í tað stjørnuglampandi himmalhválvið, og spurningurin trokar seg á: Hvat er hinu megin, har eyga ikki røkkur? Alt meðan klóta okkara fer malandi og sveiggjandi í leysum lofti gjøgnum himmalrúmdina, og iljarnar á øllum mannabørnum, sum eru á fótum, venda inn móti miðju hennara, meðan skallarnir peika hvør í sína ætt - út í endaleysa himmal­hválvið eins og píkarnir á igulkeri, trokar spurningurin seg eisini á: Hvør heldur í teymarnar og stýrir? Einki mannabarn hevur í sær sjálvum nakað svar upp á hesar spurningar, men mannaættin hevur frá Guði fingið Orðið, lodsbókina - Bíbliuna - sum gevur okkum eina vón um eina æviga sæla framtíð heima hjá Guði í Himlinum, har mangt skal verða opinberað, sum ikki er uppkomið í nøkrum manna­ hjarta. Nakað herfyri samtalaði eg við ein gamlan vin, sum eisini hevði verið til skips í tí tíðini, tá skipini ikki høvdu ta navigatiónstøkni, sum nú øll skip hava. Tá var bert sekstantur, kumpas og log, og tá skuldi haldast útkikk, og serstakliga tá bestikkið vísti, at ein nærkaðist landi, og menn vóru sera spentir á heimferð eftir langan Grønlandstúr, nær Føroyar mundu fara at koma undan havsbrúnni og komast kundi heim til hús at fevna síni kæru. Tá sigur gamli vinmaðurin við meg, at nú er so stórt tal av lívs­døgum komið upp á loggið hjá okkum báðum, at nú er tíð upp á at hyggja eftir landinum hinu megin jarðarlívið. Og eg veit, at hann meinti við tað himmalska. Fyri at sleppa til skips, so er har onkur ófrávíkilig treyt. Á mín­ um ungu døgum skuldi ein hava “tuberklakort”. Í dag skal ein hava “bláubók” fyri at eins navn kann verða skrivað í skipsins mann­ ingarlista, og ein sleppur við. Fyri at sleppa í himmalin, so er har eisini onkur ófrávíkilig treyt, um navnið kann verða skrivað í tann himmalska manningarlistan - “lívsins bók”. Treytin er, at ein í trúgv hevur tikið móti frelsuni frá Jesusi Kristi, meðan ein enn er á hesi fold. Og, sum tað stendur í einum sangi: “Eitt er landið hinu megin, og bert trúgvin kennir vegin”, og er trúgvin innanborða, kann ein hvíla í trúnni, vónini og kærleikanum og eftir deyðans frívakt verða út­purr­ aður av himmalsins einglum at verða við í tí stóra hvíta skaranum, ílatin hvít klæðir, sum eru tváaði rein í Jesu dýrabara blóði, sum rann á Golgata fyri okkara syndir, syngjandi Guði og lambinum lovsangir. Ein av mongu tekningunum eftir Nicolaj Olsen. Navnið Bartskeragrynnan, søgdu teir gomlu frá, var komið av, at ein dag, teir vóru á hesum miðinum, funnu teir eitt lík, sum vísti seg at vera av manni, sum var bartskeri og burtur gingin á báti nakað frammanundan Nicolaj á ellisárum, aftur komin av hummaraveiði og væl nøgdur