hósdagur 13. mars 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsskrá
1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum.
4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein
nevndarlim sambært § 14.
Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hanna O. Nielsen,
bankakvinna, hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900
Vágur, sum nevndarlim.
5. Val av nevndarlimum.
Óli Holm stendur fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk 4, í viðtøkunum.
Nevndin mælir til, at Óli Holm verður afturvaldur.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður víst til
heimasíðu felagsins www.ss.fo og grannskoðaðu ársfrásøgnina.
6. Val av grannskoðan.
Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara,
Sp/f Numo, løggilt grannskoðaravirki.
7. Uppskot frá nevndini:
Nevndin mælir til, at nevndarsamsýningin verður óbroytt galdandi fyri 2014
soleiðis, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir sparikassans
verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki felagsins frá apríl 2013, við
støði í hesum:
Grundsamsýning: 30.000 kr.
Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning
Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir: 1 x grundsamsýning
Fyri eykaarbeiði, í grannskoðanarbólkinum ella serligar nógvar nevndarfundir,
kann veitast ein eykasamsýning.
8. Ymiskt
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú
og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi hósdagin 27. mars 2014 hava boðað
felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum
og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi
partaeigarar eiga mánadagin 24. mars 2014.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at
geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo
og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal
brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta
lagi mánadagin 31. mars 2014 kl. 16.00.
Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum
uppskotum at liggja frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi
2 vikur fyri aðalfundin.
Vágur, tann 10. mars 2014
NEVNDIN
Ársaðalfundur
í P/F Suðuroyar Sparikassa
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa
mánadagin 31. mars 2014 kl. 19.00 á høvuðsskrivstovuni hjá
P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur.
ANNIJANNI