hósdagur 13. mars 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur 2014
www.banknordik.fo
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin fríggjadagin
hin 21. mars 2014 kl. 17.00 á Hotel Føroyum í Tórshavn.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni verður settur
í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er fríggjadagin
hin 14. mars 2014.
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir at luttaka, skal biðja um atgongu
merki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á heimasíðu bankans www.banknordik.fo ella á høvuðs
skrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki og atkvøðuseðlar er týsdagin hin 18. mars 2014 kl. 16.00.
Tá atgongumerki og atkvøðuseðlar verða bíløgd, skal prógv førast fyri, at viðkomandi er partaeigari.
Fyri parta eigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða atgongu merki og atkvøðuseðlar
út givin ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari út skrift frá VP Security A/S ella frá
kontu førandi peninga stovninum (depotstaðið), sum skjal prógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini
skal fylgja skrivlig váttan um, at parta brøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn skrá
setingardagin.
Fulltrú
Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava møguleika at geva fulltrú. Full trúin skal vera
skrivlig og dagfest. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, umframt á høvuðsskrivstovu bankans, er
atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber
til at geva nevnd bankans fulltrú til at møta og atkvøða tygara vegna.
Brævatkvøður
Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu.
Um so er, at tygum ynskja at greiða brævatkvøðu, skal oyðublaðið vera móttikið á høvuðsskrivstovu
bankans í Húsagøtu 3, Postboks 3048, FO−110 Tórshavn í seinasta lagi hósdagin hin 20. mars 2014 kl.
16.00.
Ársroknskapurin 2013 og fundarskrá við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2013 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt fundarskrá við fullfíggjaðum
uppskotum fara at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans og heimasíðu bankans www.banknordik.fo
í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontuførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp á kr. 20.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.1. Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur
í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein
vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
8.2. Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb. § 8.1, og sum ynskir at luttaka, skal seinast
3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumerki og atkvøðu seðil til aðalfundin.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans
av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða
fyri meira enn svarandi til 10% av partapeninginum til samans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til
nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar
innan fyri somu konsern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira
enn svarandi til 10% av partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa,
ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt
tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at parta felagslógin ella
hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um
sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert sam tykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi
2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðal fundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og
treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3. Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-kravinum í pkt.
9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við
atkvøðurætti um boðaða partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú
eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Security A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja
P/F BankNordik sum kontuførandi stovn til at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F BankNordik.
P/F BankNordik,
Nevndin
Fundarskrá
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til
góðkenningar og ársfrágreiðingin fyri 2013
3. Avgerð um nýtslu av avlopi ella rindan av halli sambært
góðkenda ársroknskapi
4. Val av nevnd
a. Nevndin mælir til val av fýra aðalfundarvaldum nevndarlimum
b. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá Samsýningarnevndini
a. Nevndarsamsýningar fyri 2014
7. Uppskot frá nevndini og Fíggingargrunninum frá 1992
a. Uppskot til viðtøkubroytingar
8. Ymiskt
Viðv. 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársrokn
skapinum sambært ársfrágreiðingini 2013 og góðkennir nýtslu
av avlopi ella rindan av hallli.
Viðv. 4 a
Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina
nevnd við 4−6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á
innkallingardegnum til ársaðalfundin eru 4 valevni uppstillað til
nevnd bankans.
Viðv. 4 b
Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen, Nils Sørensen og Niels
Vestermark taka við afturvali til nevnd bankans.
Nevndin mælir til afturval av Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen,
Nils Sørensen, og Niels Vestermark.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar,
verður víst til heimasíðu bankans www.banknordik.fo
Viðv. 5
Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki P/F,
og afturval af PWC Danmark, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans.
Viðv. 6 a
Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans
verður óbroytt galdandi fyri 2014.
Samsýningarnevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur, at
samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi sam
sýningarpolitikki bankans frá mars 2013, við støði í hesum satsum:
Grundsamsýning:
200.000 kr.
Nevndarformaður:
3 x grundsamsýning
Næstformaður:
2 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir 1 x grundsamsýning
Viðv. 7 a
Fíggingargrunnurin frá 1992 skjýtur upp:
a)1 at vikið verður frá kravinum um viðtøkuføri sambært pkt. 9.2 í
viðtøkum bankans, í sambandi við at ársaðalfundurin viðger upp skot
nevndarinnar a)2 og a)3.
Nevndin skjýtur upp:
a)2 at skifta út verandi áseting í pkt. 6.4 við hesa: »Nevndin boðar
til aðalfundar við í mesta lagi 5 viku og í minsta lagi 3 viku freist.
Aðalfundarinnkallingin verður almannakunngjørd á heimasíðu
bankans umframt umvegis KTskipan Skráseting Føroya. Harum
framt verður skrivlig innkalling send teimum partaeigarum, sum eru
skrivaðir í eigarabók bankans, og sum hava umbiðið hetta.«
a)3 at seta inn niðanfyri nevndu nýggju áseting í pkt. 13.3: »Aðal
fundurin kann við vanligum atkvøðumeiriluta gera av, at ársfrásøgn
bankans verður sett upp og latin á enskum.«