Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar Gullbrúdleyp: Tann 11. apríl hava Bergtóra og Harry Danielsen Saltangará, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 12. apríl frá kl. 16.00 í Sjókafeini í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp 17. mars hava Jenny og Eivind Bech, Lopra, verið gift í 50 ár. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar í Siglugøtu 1 frá kl. 14. 70 ára føðingardagur Tann 30. mars verður Pipan Holm, Tvøroyri, 70 ár. Dagurin verður hildin á Segloftinum tann 29. marts kl 19:00. Tey ið ynskja at halda dagin saman við Pipuni verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 371125 ella 211885 áðrenn mánadagin 24. mars. Silvurbrúdleyp Týsdagin 13. mei hava Heidi og Rúni Winther, Sandur, verið gift í 25 ár . Dagurin verður hildin leygardagin 10.mei kl.19.00 í Bygdarhúsinum Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá innan 15.apríl. Tlf: 361727 – 221727 - 287727. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 12. apríl hava hjúnini Eyðbjørg og Regin Joen­ sen, Gøtueiði, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdar­ húsinum í Leirvík frá kl.17. Tey, sum vilja halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 211280 ella 441280, áðrenn 1. apríl. 25 ára starvsdagur 15. mars 2014 hevur Anna Doris Mørkøre, Tórshavn arbeitt sum skrivstovukvinna hjá Elfelagnum SEV í 25 ár. Brúdleyp Leygardagin 17. mai, giftast, Sólgerð á Kinn og Finnbjørn Vang, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl.14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl.19, har øll eru vælkomin. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, eru vælkomin at siga frá, innan 10. mai, á tlf. 226980 Sólgerð, ella tlf. 751422 Finnbjørn. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer: Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigið frá á 512433:Randi, 509293:Nikkil ella t-post: rn050714@gmail.com. Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár. Brúdleyp Leygardagin 15. mars klokkan 15.00 giftast Margit Bjørk­lund Nielsen og Jóhan Ziskason, í Havnar kirkju. Veitslan verður fyri innbodnum í skúlaheiminum á Marknagili klokkan 19.00.