Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur upptakt Jóannes Hansen Leygardagin kl. 15.00 EB/Streymur - HB Dómari: Dagfinn Forná Tað ræður um at fara í ar­ beiðs­klæðini beinanvegin, tí mót­støðuliðið í fyrsta um­ fari verður roknað sum ein av favorittunum at vera við í kappingini um FM heit­ ið. Soleiðis er tað hjá EB/ Streymi, og soleiðis er tað hjá HB, sum er ársins fyrsti gestur við Margáir. Tað eru fýra ár síðani, at meistararnir í HB síðst vunnu fulla úrtøku á útivølli ímóti EB/Streymi. Í fjør vann heimaliðið 2-0, í fyrraárið var 2-2 og 3-2 til EB/Streym, sum í 2011 vann 3-1. Í 2010 var HB eisini tvær ferðir í Sundalagnum, og tá vóru úrs­litini 1-0 til HB og 1-1. Mánakvøldið tapti HB stór­steypadystin ímóti Víkingi. Harvið er longu greitt, at meistararnir fara ikki at vinna øll steypini í ár. Í fjør var tað óvæntað, at HB í fyrsta umfari bara megnaði 1-1 ímóti grannunum í B36 í fyrsta umfari. Tá varð sagt, at favorittarnir høvdu gloymt at smoyggja seg í arbeiðs­klæðini. Undan ferðini norður eftir Streymoynni seinnapartin í morgin eru teir greiðir yvir, at tað verður neyðugt at spæla og stríðast. Úrslitini har norðuri seinastu árini siga tað, og mótstøðuliðið er ikki at spæla við. – Málið er at enda mill­ um trý tey fremstu. Vit eru stinnari á sentrala mið­vøll­ inum enn í fjør, Vit ætla okkum at verða betri at stýra dystunum, men um­stilling­ ar­nar og skjótu mótálopini eru avgjørt ein partur av okkara spælistíli, sigur Rúni Nolsøe, venjari í EB/Streymi. Sjálvandi er tað dyggur smeitur, um Arnbjørn Hansen ikki verður við. Tá ið EB/Streymur í fjør vann 2-0 á heimavølli ímóti HB, var Arnbjørn Hansen eis­ini skaddur. Ta ferðina skoraðu Leif Niclasen og Levi Hanssen málini. Hesin seinni er nú HB spælari. Rúni Nolsøe kennir væl dygdirnar hjá HB. Hann var í fleiri ár liðformaður á meist­ araliðnum, og hann hevur eisini roynt seg sum venjari í HB Heðin Askham er nýggj­ ur venjari í HB, har hann spældi í nógv ár. EB/ Streyma spælararnir og tey í Sundalagnum kenna væl Heðin Askham, og hann kennir felagið og spælarar­ nar. 2009-2012 var hann venj­ ari við Margáir, og tað riggaði væl. Hesi árini vann EB/ Streymur FM í 2012 og silvur í landskappingini hini trý ár­ ini, og í steypakappingini var liðið í finaluni øll fýra árini. Úrtøkan var tvær ferðir gull og tvær ferðir silvur. Nú fer Heðin Askham und­ir avbjóðingina við HB stýris­vølin, og hann veit, at tað verður roknað við, at lið­ið skal vinna nógv, og at undan­menninir í sessinum hava verið ódrúgvir honum: – Tú verður skarpari av at arbeiða undir trýsti. So leingi, sum spælararnir bakka upp, so hava fyrstu úrs­litini ikki so nógv at siga, um tey ikki skuldu verið so góð, heldur Heðin Askham. Tað kann gott vera, at HB avbjóðingin í fyrsta umfari tykist stór. Sammett við undan­farnu trý árini ber tað illa til at tað skal ganga verri. Í so máta fer tað at raka mein­ari hjá heimaliðnum, um tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Leygardagin kl. 15.00 B36 - Skála Dómari: Lars Muller Eftir at hava verið burtur úr bestu deildini síðani í 2008, er Skála aftur í fremstu røð. Tá ið Skála fyri seks árum síðani fór undir kappingarárið sást beinanvegin, at tað fór at verða øgiliga tungt. Tá var fyrsta avbjóðingin í Gunda­ dali, har HB vann 8-1! Hesa ferð leggur Skála eisini fyri í Gundadali. B36 hevur givið til kennar, at málið er enn eina ferð at kvali­fisera seg til pláss í euro­peisku kappingini. Tí er trýstið hesa ferð á bronsu­ vinnarunum í fjør, sum eru á heimavølli. Hjá Skála kann tað ikki ganga verri, enn at úrtøkan verður einki stig í Gundadali. Soleiðis gongur tað hjá so mongum. 24 ára gamli Eliesar Olsen er yngsti venjarin í bestu deildini, og hann ræðist ikki stóru avbjóðingina: – Vit ætla okkum at spæla og ikki at sparka fót­bólt. Liðið er mannað við góð­ um spælarum, og tað skal síggj­ast aftur á avrikinum. Spæl­ar­arnir eru svangir, og málið er at varðveita plássið í deildini og at gera tað upp á rætta mátan, sigur Eliesar Olsen. Sámal Erik Hentze er spildurnýggjur í B36. Hann spældi í síni tíð í HB, og síðani hevur hann verið venj­ari bæði í HB og í AB. – Tað eru nógvir, sum ætla sær at vinna, so onkur verður vónsvikin. Vit ætla okkum at vinna atgongumerki til euro­ peisku kappingarnar, sigur venjarin, sum bíðar spentur eftir, hvussu nógvu ungu og óroyndu B36 spælararnir fara at standa seg. – Tað fæst at síggja, tá ið trý stig standa upp á spæl! Leygardagin kl. 16.00 Víkingur - AB Dómari: Ransin Djurhuus Víkingur verður av mongum roknaður at vera gott boð upp á vera við í kappingini um FM heitið. Um tað skal verða veruleiki, so ber tað ikki til hjá teimum í Sarpu­ gerði at missa so nógv stig á heimavølli, sum teir gjørdu í fjør. Tá endaði tað tríggjar ferðir við javnleiki, og tríggj­ ar ferðir fóru gestirnir avstað við øllum stigunum. Í fyrsta umfari kemur AB at vitja. Í fj,ør vann Víkingur fyrru ferðina 1-0, men í seinna dystinum var tað AB; sum vann 2-0. Í AB vóna tey, at tað fyri Rás2 sigur frá Rás2 sigur frá tveimum dystum leygardagin. Rás2 sigur frá dystinum millum EB/Streym og HB klokkan 15, og frá Víkingi – AB, sum byrjar klokkan 16. Somuleiðis verður Triði Hálvleikur á Rás2 sunnudagin, har tikið verður samanum 1. umfarið í landskappingini. Tveir spælarar hava leikbann Tað ljóðar eitt sindur løgið, at byrja eitt kappingarár við við leikbanni. Men bæði Kári Nielsen hjá AB, og Jens Joensen hjá NSÍ byrja kappingarárið við leikbanni, tí teir fingu reytt kort kappingarárinum 2013, men hava ikki sitið leikbannið. Felags fyri báðar venjararnar, sum í morgin hittast við Margáir, er, at teir hava vant bæði feløgini, og at tað verður roknað við, at teirra feløg í ár fara at gera seg galdandi í FM kappingini LIÐ TÍÐINDI út og inn Rúni og Heðin kenna feløgini AB Skaddir: Morten Overgaard (3-4 vikur), Andras Brixen Vágsheyg (Lærkriki, 3-4 vikur) Ivasamir: Mikkjal T. Hentze ■ Leikbann: Kári Nielsen (1 dyst - Reytt kort í seinasta umfari í 2013) B36 Skaddur: Karl Martin Danielsen (lærskaði, 3 vikur) B68 Skaddur: Óli Højgaard Olsen (Fótur, fleiri vikur) Ikki við: Kristian Joensen (kann ikki spæla móti móðurfelagnum - útleigaður frá NSÍ) EB/Streymur Skaddir: Arnbjørn Hansen (vikur), Arnar Dam (3 mánaðir) HB Skaddir: Símun Samuelsen (Vikur), Jógvan Rói Davidsen (Langtíðar skaddur) Ivasamir: Gunnar Haraldsen (Lærkriki) Burturstaddur: Levi Hanssen (3 vikur)