hósdagur 13. mars 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fyrstu ferð skal eydnast at
vinna pláss millum fimm tey
fremstu. Serligur spenningur
er um, hvussu tað fer at
roynast, nú liðið fyri fyrstu
ferð hevur funnið ein rættan
álopsspælara. Her verður
sjálvsagt hugsað um Jóan
Símun Edmundsson, sum
fyri tveimum vikum síðani
skrivaði undir sáttmála við
AB.
– Vit eru væl fyri, og eing
in vandi er fyri, at tað skal
enda við niðurflyting, tí um
støðurnar eru so nógv betri,
enn tær vóru, tá ið vit fluttu
niður fyri fýra árum síðani,
sigur
miðverjin
Morten
Overgaard, sum hevur verið
skaðaplágaður.
Í Sarpugerði eru teir bjart
skygdir:
– Um vit sleppa undan
skaðum
og
leikbannum,
kunnu vit røkka langt, og
spæla vit upp til okkara
besta, so steðgar eingin okk
um, sigur venjarin Sigfríður
Clementsen.
Í fyrstu atløga verður
neyðugt hjá Víkingi, sum
mánakvøldið
vann
stór
steypadystin,
at
standa
seg uttan útisetar, sum tað
verður roknað við seinni í
summar. Millum hesar eru
Sam Jacobsen, Sølvi Vatn
hamar og Andreas Lava
Olsen.
Sunnudagin kl. 15.00
ÍF - KÍ
Dómari: Petur Reinert
Í Klaksvík eru tey ótolin
eftir, at KÍ aftur skal blanda
seg upp í, har tað verður
kappast um skreyt og pláss
í europeisku kappingunum
Tey, sum í fjør vóru
eygnavitni, tá ið ÍF í fyrra
dystinum hevði vitjan av KÍ,
gloyma ongantíð tað, sum
gekk fyri seg. KÍ var flúgv
andi fyrsta lítla tíman, og
tá ið Páll A. Klettskarð í 55.
minutti skoraði fyri aðru
ferð, og støðan var 3-0 til
klaksvíkingar,
so
tóktist
spurningurin bara at vera,
hvussu stórur KÍ sigurin fór
at verða.
Men so reisti ÍF seg. Øssur
Dalbúð skoraði eina ferð, og
tá ið Clayton Soares skoraði
fyri aðru ferð og javnaði til
3-3, var eitt korter eftir, og
síðstu løtuna brendi tað í
báðum endum.
Verjuspælið hjá KÍ var
lítið sannførandi í 2013. Nú
eru Jonas Flindt Rasmussen
og Ndende bláir, og KÍ hevur
vónir um betri endastøðu
enn 8. plássi í fjør:
– Vit halda okkum at
hoyra heima longri frammi
á talvuni, og vit eiga at
vinna størri úrtøku burtur
úr nógvu málunum, enn vit
gjørdu í fjør, heldur KÍ venj
arin Eyðun Klakstein.
Eitt av stóru ivamálunum
í
Klaksvík
hevur
verið,
um Páll A. Klettskarð fór
at verða klárur at spæla í
Fuglafirði. Hann hevur verið
skaðaplágaður, men eftir
steðg í tvær vikur hevur
hann síðani mánakvøldið
vant við fullari ferð.
Hóast ÍF hevur vunnið
silvur í landskappingini tvey
tey seinastu árini, so hevur
liðið undan kappingarbyrjan
ikki verið roknað at vera
evni at vera við í kappingini
um FM. Soleiðis tykist tað
eisini at vera í ár. Hetta er tó
ikki nakað, sum fær roynda
venjaran Albert Ellefsen at
missa svøvnin.
– Eg rokni við, at tað verða
smálutir, ið fara at gera av,
hvør verður nummar tvey og
trý og átta. HB er mín favo
rittur at endurvinna meist
araheitið. Sjálvur haldi eg, at
okkara lið verður undirmett.
Vit hava fleiri profilar, sum
hava nógvar royndir. Teir
verða ikki serliga nógv órógv
aðir av, um tað í eitt tíðar
skeið ikki gongur, sum tað
verður vónað. Hugburðurin
er góður, og vit eru spentir,
sigur Albert Ellefsen, ÍF venj
ari á øðrum ári.
Ivi
hevur
verið
um,
hvussu tað fór at verða við
superveteraninum í mál
inum.
Umframt
at
vera
málverji hjá ÍF, er Jákup
Mikkelsen málmansvenjari
á landsliðnum. Fríggjadagin
kom hann heim aftur, eftir
at hava verið á venjingarlegu
við landsliðnum í Spania. Nú
hevur Jákup boðað frá, at
hann er nóg væl fyri at fara
undir kappingarárið, og tað
eru teir í Fuglafirði ógvuliga
fegnir um. Teir fjala ongan
tíð yvir, at málverjin er týdn
ingarmikil partur av orsøkini
til, at tað tvey tey seinastu
árini hevur eydnast at vinna
silvurkrónurnar, sum málið
er enn eina ferð at verja.
Sunnudagin kl. 15.00
NSÍ - B68
Dómari: Eiler Rasmussen
Tað verður grannauppgerð
við Løkin í Runavík sunnu
dagin.
Lítla
løtu
undan
evstamarki
fyri
spælara
flytingum
varð
avtala
undirskrivað, sum ber við
sær, at Kristian Joensen nú
er málverji á Svangaskarði.
Í fjør var Kristian sjálvskriv
aður málverji í Runavík, og
hann hevur verið á bæði U21
og A-landsliðunum. Men tá
ið hann í vetur fór at land
inum at royna eydnuna, so
skrivaði NSÍ sáttmála við
Andras Gango, sum nú verjir
NSÍ málið.
Fyrsti dysturin hjá B68,
eftir at Kristian Joensen er
komin í felagið, verður ímóti
júst NSÍ. Men tað verður ikki
Kristian Joensen, sum fer at
verja B68 málið sunnudagin.
Fyri at undirskriva leigu
sáttmála
um
flyting
av
málverjanum, var tað eitt
ultimativt krav hjá NSÍ, at
Kristian Joensen ikki skal
verja málið, tá ið NSÍ spælir
ímóti B68.
Harvið verður tað annar
av teimum, sum í fjør vardu
B68 málið í 1. deild, sum verð
ur málverji. Sannlíkt er, at
tað verður Ragnar Lindholm.
Jógvan Martin Olsen og
Øssur Hansen eru venjarar á
Toftum, og teir vita, hvat tað
snýr seg um:
– Málsetningurin er at
varðveita sætið í bestu deild
ini. Nógv av hinum liðunum
hava verið har so mikið
leingi, at tey vita, hvat skal
til. Hjá okkum eru nógvir
nýggir, og tað er stór avbjóð
ing hjá okkum øllum, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Tá ið B68 flutti niður í
2012, spældi liðið eina ferð í
Runavík. Tá var úrslitið 2-0
til B68.
Trygvi
Mortensen
er
venjari aftur í barndóms
felagnum NSÍ, har hann
fleiri ferðir áður hevur havt
ábyrgdina.
– Vit kunnu ikki renna
undan, at vit verða roknaðir
sum favorittar á heimavølli
ímóti B68, men talan er um
grannauppgerð, og tá kann
alt koma fyri. Vit halda fram
við at samanseta lið, sum
er mannað við monnum, ið
eru uppvaksnir í felagnum.
Samansetingin er góð. Nakrir
hava nógvar royndir, og aðrir
eru ungir, raskir og gávuríkir,
staðfestir Trygvi Mortensen.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
VIT TIPPA
Tróndur
tippar...
Næsta umfar tippar Pætur Albinus
1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur
Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
AB
0
0
0
0
0
0
0
0
2
B36
0
0
0
0
0
0
0
0
3
B68
0
0
0
0
0
0
0
0
4
EB/Streymur
0
0
0
0
0
0
0
0
5
HB
0
0
0
0
0
0
0
0
6
ÍF
0
0
0
0
0
0
0
0
7
KÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
8
NSÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
9
Skála
0
0
0
0
0
0
0
0
10 Víkingur
0
0
0
0
0
0
0
0
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
ÍF
Ivasamir:
Høgni Zachariassen og Jákup
Mikkelsen
KÍ
Ikki við:
Rodrigo Silva (vantandi arbeiðsloyvi)
Ivasamur: Henry Heinesen
NSÍ
Skaddir:
Jústinus R. Hansen (Nakrar vikur)
■ Leikbann: Jens Joensen (1 dyst)
Skála
Ikki við:
Mark Ryutin (vantandi arbeiðsloyvi)
Víkingur
Allir mans tøkir.