hósdagur 13. mars 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
í millum-
rúminum
Trívist
ann er avhildin, tað skilst á øllum brøgdum
premierukvøldið á Tjóðpallinum. Nýggi
leikurin, Tóm Rúm, er framførdur á fyrsta
sinni og í róminum aftan á premieruna
práti eg við nakrar luttakarar. Tá eg nevni
tónleikin og hvussu hugtikin eg eri av
ljóðsíðuni í leikinum, fara fólkini á Tjóð
pallinum beinanveg at rósa tónaskaldinum upp til
skýggja, alt meðan tey brosa hugfarsliga við tankan um
krúllurnar hjá komponistinum, sum hómaðust onkra
staðni í ruðuleikanum í heimsins minsta tjóðalli, meðan
hann fekk sær ein kóboylúr tær longu, ovbyrjaðu
næturnar undan premieruni. Okkurt bendir á, at
Tróndur Bogason hevur gjørt annað og meira enn at
sovið hesi seinastu trý árini. Umframt tær størru upp
gávurnar við tónleikinum í t.d. sjónleikinum Tóm Rúm
og sangleikinum Audition, er Tróndur Bogason støðugt
upptikin av smærri uppgávum, har hann spælir, leggur
til rættis, útsetir og framleiðir tónleik hjá øðrum. Og
hann er ikki lættur at fáa fatur á, tí hann hevur nógv
um at vera, men tað eydnast og eg byrji viðtalið við at
spyrja, hvussu tað følist at sita sum áskoðari í salinum
á Tjóðpallinum og uppliva eitt verk, sum hann sjálvur
eigur part í.
TB: Eg havi sjálvandi sæð leikin framførdan fleiri
ferðir, men altíð við øðrum eyganum í telduni. Eg havi
fyrst og fremst fokuserað upp á ljóðið, og hóast eg
havi fingið eitt ógvuliga tætt forhold til leikin og allar
detaljurnar í honum, so er tað nakað heilt annað at
uppliva hann sum áskoðari uttan forpliktilsir. Sjálvt
um eg má viðganga, at eg av og á fangaði meg sjálvan
í at vera í so upptikin av onkrari óbetýðuligari detalju
í ljóðsíðuni.
Pingpong
KP: Tónleikurin var ómetaliga vakur, men har var so
nógv at fylgja við í, so eg kundi hugsað mær at hoyrt
hann aftur, vónandi verður okkurt gjørt við tónleikin
eftir at leikurin er liðugur. Kanst tú greiða frá tilgongd
ini, tá tú gjørdi tónleikin?
TB: Jú, eg havi ætlanir um at gera okkurt víðari við til
farið, men akkurát hvat tað verður, er ikki avgjørt enn.
Annars byrjaði tað við, at Jenny Petersen, stjórin í Tjóð
pallinum ringdi og avtalaði at møtast við rithøvundi og
leikstjóra. Marjun (S.Kjelnæs), Eyðun (Johannesen) og
eg møttust nakrar ferðir og prátaðu, eg fekk leikritið og
sendi ymisk uppskot og okkurt av tí arbeiddi eg víðari
við, tað var sovorðið pingpong okkara millum.
KP: Tað riggar ómetaliga væl í byrjanini, tá ein yrking
verður lýst upp á eitt gjøgnumskygt klæði á pallinum,
meðan Eivør syngur hesa somu yrkingina, sum stendur
í savninum Rót Tripp. Byrjanarsenan minnir um eina
væl eydnaða listarliga installatión. Hvussu komu yrk
ingarnar við í heildina?
TB: Eg haldi, at tað var Eyðun, sum á fyrsta fundinum
nevndi møguleikan fyri at brúka yrkingarnar í leikinum.
Haldi at tey bæði nokk hava tosað um at innarbeiða tær
meira í leikritið beint tá. Í øllum førum fekk eg eitt savn,
og eitt sindur seinni skrivaði eg lag til tvær teirra og
tær komu við, og síðan kom meir aftrat.
KP: Tónleikurin hjá tær rakar kensluna av tómum rúmi
millum annað við stórum rúmklangi, sum onkursvegna
víðkar rúmið og leggur dent á millumrúmið millum teir
báðar høvuðsleikararnar, er hetta gjørt við vilja?
TB: Eg trúgvi, at tann kenslan í størsta mun kemur
frá yrkingunum – ella via yrkingarnar. Tað er kanska
meira orð sum »óttin«, »ódnin« og so víðari, sum eg havi
reagerað upp á. Og formar; til dømis yrkingin Fest, sum
hevur ein deiliga radikalan uppbygnað. Eg hugsaði um
byrjanina sum eitt slag av inngangi, sum skuldi fungera
sum tableau ella fastfrystar myndir í leikinum. Tað var
bara eitt uppskot, men tey vóru við upp á tað. Fyri meg
snýr tað seg mest um at fanga ein stemning. Frá leikrit
inum ella frá pallinum. Hugsi ikki so nógv um, akkurát
hvat tað merkir, uttan so, at tað er ein konkret uppgáva,
sum at gera sirkustónleik ella okkurt líknandi. Mann
kann kanska siga, at eg reageri meira upp á, hvussu
okkurt verður sagt, enn hvat verður sagt. Og so handlar
tað eisini nógv um samspælið við ljóðdesignið hjá Jón
(Mc Birnie).
Starsvløn og crossover
KP: Í 2010 fekst tú starvsløn, hvussu hava tey trý árini
hilnast?
TB: Eg haldi, tað hevur gingið ordiliga væl. Tað er ein
einastandandi fríheit at kunna siga nei av og á og at
kunna arbeiða við tí, sum mann annars sjáldan hevur
tíð til. Eg havi tikið av nøkrum uppgávum, sum eg havi
hildið vera áhugaverdar, men havi altso havt møgu
leika fyri at siga nei takk til okkurt, og harvið havi eg
kunnað miðsavnað meg um ymiskt, sum kanska ikki
gevur mat á borðið her og nú. Eg havi fingið eitt ára
starvsløn einaferð, og tað var eisini gott og hóskaði
til ta ávísu verkætlanina, sum eg gjørdi tá. Men tað er
ikki heilt tað sama sum at fáa trý ár av arbeiðsfriði,
har tú sleppur undan at renna eftir einari deadline, har
H
Tróndur Bogason fekk fyri trimum árum síðani trý ár av starvsløn
frá Mentanargrunni Føroya. Hansara seinasta stóra uppgáva er
tónleikurin í leikinum hjá Marjuni S.Kjelnæs Tóm Rúm, sum Tjóð
pallurin setti upp við Eyðun Johannesen sum leikstjóra. Eg hitti
Trónd Bogason til eitt viðtal gjøgnum Skype ein sunnumorgun í Mars
Viðtal við Trónd Bogason, tónaskald
Kinna Poulsen