Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 tú kanst fordjúpa teg á ein annan hátt uttan støðuga kravið um, at tað, sum tú gert skal vera klárt tann og tann dagin. Mann er jú annars rættiliga bundin av freist­um, og tað er nú eisini oftast fínasta slag, men her havi eg fingið arbeitt upp á ein heilt annan máta. Eg havi kunnað skrivað og latið hugskotini hvílt fyri síð­ani at koma aftur til tey, tá tey eru búnaði. Eri komin longur inn í tey. KP: Fleiri av tínum verkætlanum eru sonevndar cross­ over verkætlanir, har fleiri listagreinir samstarva við tónleiki, dansi, performance, t.d. í tínum verki frá 2007 Investigations of a Dog, sum var ein audiovisuel konsert fyri messingblásara, dansarar og video, ið er grundað á eina stuttsøgu eftir Franz Kafka, men tú arbeiðir eisini við sonevndum klassiskum og rútmiskum tónleiki í senn og í leikinum Tóm Rúm sæst somuleiðis ein saman­ renning av ymiskum listarligum útláti. Hvat er tað, sum tú fært burturúr millumrúmunum? TB: Eg eri uppvaksin við rokktónleiki, tann áhugin kom fyrst. Áhugin fyri klassiskum tónleiki kom seinni, ella kanska hevur hann verið har alla tíðina, uttan at eg havi hugsað um tað. Men eg havi í hvussu so er, meðan eg gekk á kon­servatoriunum og aftaná, ongantíð slept rokk­tón­leikinum. Markanta sundurgreiningin millum klass­iskan og rútmiskan tónleik er eftir mínum tykki kunstig, kanska ein leivd frá feudalum stýrisskipanum Eg hevði ein lærara eina ferð, sum skjeyt upp, at mann heldur enn at skilja millum rútmiskt og klassiskt skuldi skilja millum nýtt og gamalt; originalt og óorginalt. Tað hevði kanska ikki verið so nógv frægari, men nokk heldur ikki verri. Heimurin er eisini nógv broyttur sein­ astu tjúgu árini hasum viðvíkjandi, alsamt fleiri eru farin at arbeiða við fleiri sjangrum í senn ella í millum­ rúm­inum millum ymsar sjangrur. Fyrr kundi mann ofta fáa kensluna av, at mann skuldi vera í parti við hesum ella hasum, men tað upplivi eg sjáldan nú. Minimalisma? KP: Tað klassiska er sjálvandi ein drúgv søga í sær sjálv­um og tað, sum tú gert er ikki klassiskt. Munurin millum tað klassiska og contemporary samtíðartónleik er stórur, men kann eg brúka hugtakið minimalisma um tín tónleik? TB: Tað kanst tú óivað væl, men eg haldi, at tað er um­ráð­andi at gera sær greitt, at minimalisma hevur ymiskar týdningar. Hugtakið verður ofta brúkt um okkurt, har tað hendir lítið ella um okkurt sum er einfalt, men í grundini er minimalisma jú ein greitt definer­aður, tónleikasøguliga avmarkaður stílur, sum ameri­kanskir komponistar m.a. Terry Riley, Steve Reich og Philip Glass eru slóðbrótarar fyri. Og har eri eg slett ikki. Mær dámar minimalismu, og tað, at hon er so grund­leggjandi øðrvísi enn tann tónleikur, sum annars hevur verið ráðandi í Vesturheiminum í fleiri 100 ár. Og eg brúki eisini ymiskt frá minimalismuni, kanska meira tankagongdina aftanfyri enn nakað konkret musikalskt. Tí eg haldi, at tað hendir nakað øgiliga ítøkiligt í sinninum, tá mann hoyrir hesar óenda­ligu endur­tøkurnar, sum bara akkurát broytast. Tað sigur nakað um, hvussu avgerandi, formur er fyri upp­living­ ina, og akkurát tað haldi eg vera serstakliga áhugavert. So ja, har eru minimalistisk elementir í mínum tónleiki. Avgjørt. Men ikki nokk til at mann beinleiðis kann kalla tað mini­malisma, haldi eg. KP: Tú fyllir 38 ár næsta mánað, er tíðin tá ikki skjótt komin til at gera ta stóru symfoniina? TB: Nei, hana fari eg neyvan at gera nakrantíð. Eg elski symfoniorkestur og kundi væl hugsað mær at gjørt symfoniorkesturtónleik aftur onkuntíð, men tað verður neyvan ein symfoni. Ella kanska skrivi eg eina symfoni og kalli hana nakað annað. Til dømis Opera. Men beint nú eru tað fyrst og fremst nógvar smærri uppgávur, sum fylla. Yvirlit yvir verk, sum Tróndur Bogason hevur skrivað tey 3 árini við starvsløn • Don´t try this at a party - Synfonietta • The distance between us - Pno trio & EA • Exchanges III - Pno • Perceptionen - Kvinnu kór • Stilli - Tbn & EA (við Andras Olsen) • Giant´s breath - Acc./Pno/2 Vlns/Vc • Material cycle - Brass kvintett • Room - CD (við Eivør Pálsdóttir) • Audition - Musical • Sunrise/Sunset - Brass/Perc/EA • Diversions - Orkestur • Fairest of them all - Vla & EA • The 4th dimension - 7 Sopranar/Org./Vc • Flugan - Kór • True love - Film score • Fest - Pno/El gtr/Vox & EA • Tempest - Pno/El gtr/Vox & EA Tróndur Bogason er føddur í 1976 í Havn og býr í Keypmannahavn. Hann er tónleikari og tónaskald við útbúgving frá Kongaliga Musikkonservatoriunum (1999-2005) í Keypmannahavn, har hann gekk hjá Ib Nørholm og Hans Abrahamsen og í Kongaliga Musikkonservatoriunum í Haag hjá Martijn Padding og Louis Andriessen. Frá 2005-2007 á solistlinjuni í kompositión á Kongaliga Musikkonservatoriunum hjá Bent Sørensen. Í 2000 vann hann saman við Dániali Hoydal kapping um at gera eina ólavsøkukantatu. Í 2003 fekk hann Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum, og hann er tríggjar ferðir tilnevndur Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Syngur við í kórinum Mpiri, sum hann var við til at stovna.