hósdagur 13. mars 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
í baksýni
Februar
og mars
Barður Jákupsson í listasavninum
1. februar læt framsýning hjá Bárði Jákupsson upp í Listasavni
Føroya. Kinna Poulsen skrivaði: »Tað eru ikki minst tær leikandi
løttu vatnlitamyndirnar, sum eru góðar fyri sinnið, ið eg viðmæli
øllum at fara at hyggja at í Listasavninum hetta vikuskiftið. Men
millum oljumálningarnir hjá Bárði Jákupsson í listasavninum eru
eisini fleiri meistaraliga góðir. Upplivingin kann tykjast eitt sindur
ógvuslig, tað kann vera gott at avmarka seg sjálva sum áskoð
ara. Tak eina einstaka mynd til dømis og hygg at henni í eina
góða løtu, hálvan tíma ella so. Tí tað megnar myndin og tá dugir
áskoðarin kanska at síggja ta øgiligu styrkina í myndini, uttan
at upplivingin imploderar av hinum myndunum rundanum.«
Vetrarmorgun vann í Berlin
14. februar fekk Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá stóru Grand Prix
virðislønina í Generation 14plus kategoriini fyri besta stuttfilm.
Altjóða dómsnevnd, mannað av Laura Astorga Carrera, Jan Soldat
og N. Bird Runningwater (tey eru filmsleikstjórar, síðstnevndi
er frá Sundancefestivalinum) søgdu millum annað soleiðis um
avgerð sína: »Í einum lítlum avbyrgdum oyggjasamfelag í Norður
atlantshavi, royna tvær gentur at reisa seg ímóti fortreð av stig
matiseringini. Fyri hansara erligu og beisku presentatión av
viðurskiftunum millum hesar báðar bestu vinkonurnar, vil dóms
nevndin fegin geva ein serligan prís fyri besta stuttfilm.«
Finsk list í Norðurlandahúsinum
2. februar lótu heili tríggjar framsýningar hjá ávikavist Stein
prenti (Outi Heiskanen, Anna Seppälä og Ilona Raipala), Titu Vinther
og Terike Haapoja upp í Norðurlandahúsinum. Installasjónin
COMMUNITY eftir Terike Haapoja er fimm video projeksjónir og
ljóð. Í hvørjum video, sum er tikið upp við hitaleitandi infrareyðum
kamera, sæst hvussu eitt djór kølnar eftir deyðan. Í prossessini
hvørvur myndin av djórinum spakuliga, sum kroppurin gevur frá
sær hitan. Áskoðarnir, sum savnast kring installasjónirnar, ger
ast partur av gongdina, sum varir millum tveir og fimm tímar.
Pekka Kuusisto í
Norðurlandahúsinum
Í sambandi við finsku vikuni
í Norðurlandahúsinum hevði
Pekka Kuusisto konsert saman
við Føroya Symfoniorkestri
leygarkvøldið 8. februar. Pekka
Kuusisto er finskur violinúrmæl
ingur og vann tónlistavirðisløn
Norðurlandaráðsins í 2013.
Tóm rúm á
Tjóðpalli Føroya
Leygardagin 15. februar hevði leikurin
Tóm rúm eftir Marjun Syderbø Kjelnæs
heimsfrumsýning á Tjóðpalli Føroya. Dorit
Hansen skrivaði: »Tað regnar við orðum, og
fløðir við dansi. Nýggi poetiski leikurin Tóm
rúm, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur
skrivað og Eyðun Johannessen leikstjórnað,
er næstan ov væl ílatin á Tjóðpallinum,
men sterkir høvuðsleikarar halda leikinum
uppi í einum eksistentiellum stríði at
finna virðir í meiningsloysinum.«
Tróndur Patursson í Steinprenti
7. mars læt framsýning upp í Steinprenti. Verkini hjá Tróndi Patursson
gera okkum var við ókendar síður av veruleikanum. Hann ger okkum
var við okkurt, sum er eins fremmant sum alheimsins endaloysi
er okkum fremmant. Í hvussu so er tað stórfingna her, tí vit kunnu
ikki stýra okkara egnu hugsanum og kenslum, tá vit standa í ella
framman fyri einum av listaverkunum hjá Tróndi Patursson, og
á tann hátt fer hansara list nærum út um alt listarligt mark.
Leyvið haldi eg
Nýggj bók hjá Tóroddi Poulsen. Í ár
eru liðin júst 30 ár síðani, Tóroddur
Poulsen gav út sítt fyrsta yrkingarsavn
Botnfall. Í februar kom ein nýggj
tvímælt bók hjá honum út, LEYVIÐ
HALDI EG / LØVET TROR JEG, sum
er hansara fimta útgáva á danska
forlagnum Edition After Hand. Hann
hevur skrivað yrkingarnar á føroyskum
og síðani hevur hann enduryrkt tær
á donskum. Tóroddur Poulsen er
innstillaður til Bókmentaheiðursløn
Norðurlandaráðsins fyri bókina Fjalir.