Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 rundin til hetta var, at eg sum so nógv onnur helt, at tað var órealistiskt at liva av list, og tí havi eg altíð verið nokk so ivasom, tá tað kom til tað, eg veruliga vildi, og tað, eg helt hóskaði best til mín. Í seinastuni havi eg sæð nógv tos um, at landið hevur brúk fyri, at ung útbúgva seg innan serlig øki, sum hóska landinum best. Hetta er ikki bara naivt, men tað er eisini synd at hugsa sær, at dugnalig lista­ fólk og onnur, sum í eygunum á ávísum fólki ikki hava nóg virðilig evni, skulu pressast í eitt starv, har tey ikki kunnu útnytta sítt fulla potentiali. Hetta er tíbetur ikki meiningin hjá øllum í Føroyum, men tað vísir tó á ein nokkso negativan hugburð mótvegis okkum, sum velja kreativ størv. Ikki so farligt at velja skeivt  Eg dugi ikki at siga, hví eg umsíðir gjørdi av at velja list fram um allar hinar útbúgvingarnar, sum eg hevði hugsað um. Men allarhelst hevur tað verið tí, at eg ikki ordiliga kundi hugsað mær nakað annað, og eisini tí at eg helt meg hava betri kreativar enn akademiskar gávur. So eg valdi at flyta til Onglands at lesa Fine Art & Illu­stration, sum eg seinni broytti til Illustration & Anima­tion. Eg fann skjótt útav, at sjálvt um mær dámdi væl fína list, so var tað ikki nakað, sum fall mær natúrligt ella nakað, eg kundi hugsað mær sum starv. Eg valdi tí at fokusera meiri upp á tað kommerciellu síðuna av list, og tað havi eg verið glað fyri. At skifta fak er so vítt eg veit nokkso vanligt. Ein kennur seg ikki altíð so væl sum ein kanska heldur, og vit finna ikki altíð útav, hvat tað er vit vilja, fyrr enn vit royna okkum fram. Tí haldi eg ikki, tað er so farligt at velja »skeivt«. Fyri meg setti tað nógv ting í perspektiv, og eg var nógv meiri málvís, aftan á eg hevði skift fak. Tá eg hugsi aftur á, hvussu tað var at byrja, minnist eg meg vera øgiliga spenta, men eisini nervøsa. Eg visti, at eg fór at vera eldri enn øll hini, av tí at skúla­ skipanir­nar eru so ymiskar í Føroyum og Englandi. Men mest av øllum helt eg, at eg fór at vera nógv verri fyri fakliga enn øll hini, sum eg fór at ganga í flokki við. Í Føroyum var listabreyt á B støði til student tað mesta eg kom til at fyrireika meg til mína útbúgving, og í mun til í Onglandi, har tey sleppa at seta alt sítt fokus upp á list, kendi eg meg øgiliga óerfarna. Tíbetur kendist tað ikki soleiðis, tá eg byrjaði mínar uppgávur. Eg eri glað fyri, at mínar undirlutakenslur ikki steðgaðu mær at søkja inn, men eg kundi enn hugsað mær, at í Føroyum tók man list meiri í álvara í síni skúlaskipan, sjálvt um eg megnaði at fyrireika meg nóg væl í mínari egnu tíð. At ung listafólk sjálvi mugu taka sær av at læra seg, áðrenn tey fara víðari, haldi eg vera at fullstendiga sleppa lovandi framtíðar listafólkum upp á fjall. Eitt, sum eg nevndi í áðni er, at tað kennist, sum vit í Føroyum hava ein felags negativan hugburð um kreativ størv, men at vit ikki taka hetta seriøst í skúla­skip­anini, og tað er at undirmeta tann kreativa marknaðin. Liva av tí man brennur fyri Tað er als ikki ógjørligt at liva av tí man brennur fyri. Eg nevni alt hetta, tí í mun til tað man kanska heldur, lærir man faktisk ikki so nógv um at tekna á listaskúla. Har roknar man við! at tú longu dugir at tekna. Ístaðin fingu vit ráðgeving um, hvussu vit kundu betra okkara egna stíl, og hvussu vit brúka ymisk tekniforrit, men mest av øllum lærdu vit marknaðin betur at kenna, og hvar vit kanska passa inn á marknaðinum. Eg ímyndi mær, at tá fólk hugsa um listaútbúgving sum lætt og óseriøst, er tað tí tey halda, at vit sita bara og tekna til stuttleikar. Men tað er faktiskt øgiliga marknaðarfokuserað. Tað kennist meira sum at skapa eitt produkt, og so at útgeva eitt produkt. So í veruleikanum ert tú bara ein partur av eini søluprocess. Ein vigtigur partur haldi eg sjálv, tí um vit taka tann kreativa persónin úr processini, so er einki produkt at selja. Tað er eisini tí eg nevndi, at vit undirmeta marknaðin, um vit ikki taka hann seriøst, tí eg veit ikki, um fólk skilja, hvussu breiður tann kreativi marknaðurin er. Tað er kanska lætt at gloyma, hvussu nógv vit eru um­ringað av tingum, sum ikki høvdu verið til uttan tann kreativa persónin. Húsið tú býrt í er teknað av einum arkitekti, klæðini tú ert í og møblarnir hjá tær eru gjørd av einum designara, og mest sum alt títt undirhald er gjørt av einum ella fleiri kreativum í álvara Tak listina G At vera listafólk er nakað, eg altíð havi viljað verið, men eg kann ikki siga, at tað er nakað, eg altíð havi ætlað mær at blíva. Líka til eg at enda valdi at taka eina kreativa útbúgving, hugsaði eg um, hvat annað eg kanska eisini kundi blíva Listaútbúgving Vit hava bíðið ung føroysk listafólk, sum nema sær listarliga útbúgving uttanlands, um at siga eitt sindur um teirra útbúgving. Henda mánaðin er tað dugnaliga listakvinnan Herdis Jakobsen, sum lesur í Bretlandi Herdis Jakobsen