Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 49

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 persónum. So eg haldi ein kreativ útbúgving er líka nógv verd sum ein aka­demisk útbúgving, og um man setir sær mál og er tilvitaður um økið, man ætlar sær inní, og er til reiðar at brúka nógva tíð og stríð, so er tað als ikki ógjørligt at liva av tí, man brennur fyri.   Ein góð byrjan Tað er nú eitt ár síðan eg bleiv liðug við mína bachelor útbúgving, og eg havi nú fingið fleiri veruligar royndir sum listafólk, og eg havi ikki upplivað tað sum lætt. Men tað er heldur ikki ógjørligt. Frá mínum royndum eru tað øgiliga fá folk, sum koma beint úr universiteti og eru klár at liva av listini. Tað krevur, at ein byggir eitt portfolio og eitt netverk, og hetta kann taka tíð. Tað er vanligt, at ein endar við einum arbeiði, sum ikki neyðturviliga hevur við list at gera, meðan man arbeiðir við at skaffa sær royndir og kontaktir, og tað havi eg eisini gjørt. At blíva liðug á universiteti og at byrja at arbeiða aftur var ein rættilig broyting fyri meg. Eg haldi, tað er lætt at kenna seg ov tryggan, meðan man tekur eina útbúgving og at gloyma, hvussu ringt tað er, tá man aftur má út at liva í tí veruliga heiminum. So at fara frá universiteti til eitt arbeiði á skrivstovu var eitt reality check, og tá minnist man aftur á, hví tað tá kendist so ringt at bestemma seg at fara at lesa list. Til alla lukku havi eg eisini havt møguleika at gera myndir til tvær bøkur fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, síðani eg gjørdist liðug (Torkils Døtur og Eiturkoppa Prinsessan). So hóast tað kanska ljóðar, sum eg haldi lítið um Føroyar, so hava vit føroyingar bæði forðingar og møguleikar, sum fólk í størri londum ikki hava. Í mínum flokki frá universitetinum eri eg ein av teimum heilt fáu, sum kann siga, at míni verk eru út­ givin, og tað er ein góð byrjan. Eg haldi tað gongur betri, nú eg eri liðug við skúlan, at njóta møguleikarnar, men at fara ígjøgnum skúlan og at kenna so lítlan stuðul frá sínum umhvørvi, var ringt. Sum nú er eru mínar planir fyri framtíðini at halda fram við at víðka mitt portfolio og netverk, samstundis sum eg vil læra meira. Eg havi gjørt av at fara aftur í skúla at taka eitt skeið, har eg kann menna mínar før­ leikar innan konseptlist, sum er eitt øki, har eg ordiliga kenni, at eg kann brúka mina vitan um bæði illustratión og animatión. Tað er ringt at siga, men sum nú er haldi eg meg vera á rættari leið at røkka mínum máli, sum er burturav at kunna liva av einum fulltíðarstarvi sum listafólk.   Tíni evni er nakað verd Samanumtikið eri eg nøgd við mítt val. Um eg kann geva øðrum ungum, sum hugsa um eina kreativa út­ búgv­ing, nøkur ráð, so er tað fyri tað fyrsta at seta seg inn í, hvussu nógv ymisk val tey hava. Eg haldi nógv velja fína list, tí tey ikki eru so væl informerað um, hvørjir aðrir møguleikar eru. Sum sagt ber tað til at skifta, men tað skaðar ikki at seta seg inn í tingini. Eis­ini hevur tað sjálvandi stóran týdning at menna síni evni. Tekna so nógv sum tilber, profilera teg sjálvan, og tak ímóti møgu­leikum, sum tú kanst læra av ella brúka í tínum portfolio. Minst bara til at tíni evni eru nakað verd, og tit skulu ikki brúka tykkara tíð upp á nakað, sum tit hvørki læra av ella fáa nakran form fyri gjald fyri, so tit ikki lova fólki at útnytta tykkum. Tað allar týdninga­mesta er ikki at missa mótið. Um tit brúka tykk­ara frítíð til at menna tykkara evni, so gera tit longu nakað, sum eigur at virðast. Í Føroyum eru tað tí­betur fleiri, sum vita hetta, og sum hava ymisk til­tøk fyri kreativ ung, so tað er bara at brúka so nógv sum gjørligt av møguleikunum tit hava í einum lítlum landi, og ikki at taka tað so tungt at tit fáa eitt sindur av mót­støðu, so leingi tit kenna, at tit hava valt tað rætta.