Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 Bókmentir Ummæli Ein nýggj tøgn frá Tóroddi Poulsen eyvið haldi eg - Løvet tror jeg er sermerkta heitið á einum nýggjum tvímæltum før­oyskum/donskum yrkingar­savni hjá Tóroddi Poulsen, sum danska forlagið After Hand gav út. Hetta er fimta útgávan hjá honum á danska forlagnum, og hesa ferð hevur hann sjálvur enduryrkt yrkingarnar á donskum. Lætta, óavgjørda orðingin Leyvið haldi eg stavar frá hesari ele­ gantu, ljósflykrandi yrkingini á síðu 54: leyvið haldi eg, drekkur myrkrið við máta tey blettutu skýggini  argaðu eygu míni vindeygað er vaskað við deyðum flugum eg liggi her  og trúgvi á skugga Guðs tað tysta ljósið  setir seg sjálvt í hálsin Inngangurin letur okkum skilja, at yrkjaraegið hevur tørv á at læra seg eina nýggja tøgn fyri at samskifta við trøini eins væl og yrkjaraegið plagdi at sam­skifta við steinarnar. Temaið ber sostatt við tað tvímælta, við føroyska upp­runan og danska gerandisdagin hjá yrkjaranum og myndlistamanninum, sum hevur búð niðri í skjótt 20 ár. men sum áhaldin hjúklar um før­oyska málið bæði í yrkingum og myndum. Tað er í ár júst 30 ár síðan, Tóroddur Poulsen gav út sítt fyrsta yrkingar­ savn, Botnfall og hesi árini er minst ein bók komin frá honum um árið. Hansara, yrkinga- og træ­prents­mynda­savn Fjalir er føroyska upp­skotið til Bók­ menta­virðis­løn Norður­landaráðsins, hon er týdd til danskt og eitur Planker. Onkur vil vera við, at Tóroddur Poulsen er broyttur munandi, eg haldi hin vegin, at tað er hug­takandi og ser­merkt hvussu homogent yrkjara­ uni­versið hjá Tóroddi Poulsen er frá byrjanini og fram til í dag. Reglurnar eru styttri, yrkingarnar eru meira kompri­meraðar, men yrkihátturin er enn grundleggjandi tann sami modernistiski við negatiónum, spon­ tanum subjektskiftum, løgnum saman­ setingum av logiskt óforeiniligum heildum og samansetingum av ítøki­ligum og óítøkiligum, umframt, at ókendir lutir verða umrøddir sum um vit kenna teir. Eisini innihaldsliga er talan um eitt serstakt og støðugt uni­vers við klettum, trøum, vindi, myndum, dreymum og skýggjum, sum bera seg øðrvísi at enn tey plaga úti í veruleikanum. Sigast skal, at um­hvørvið í yrkingunum er vorðið alsamt meira abstrakt í yrkingunum. Surrealistiska, dreymakenda flogið er sann­førandi og originalt í teimum fjøruti yrkingunum í nýggja savninum. Reglurnar eru stuttar og konsen­trer­ aðar. Abstraktiónin forðar í ein vissan mun fyri eini realistiskari, mimet­iskari tulking av yrkingunum, men millum tær abstraktu reglurnar hóma vit allíka­væl eitt einsamalt yrkjaraeg í tví­ drátti, sum mistrívist í stórbýar­ferðini, men sum sanniliga eisini kann hava frið­sælar løtur millum trøini, har hann prátar við súkkluna: havi jagstrað kettur úr garðinum og givið fuglunum so teir afturfyri syngja fyri mær havi klipt runnin hentað súrepli við maðkum í og sagt við súkkluna at hon ikki skal rusta og eg havi eisini sæð gamlar sangir undir væðingini lata kuffertið upp so ein søga av dusti dansaði fyri ljósinum so tað smakkaði av gyltum myrkri Myrkrið er gylt og brotið, náttin er doyvd, áin er dovin, summarið er ævig nátt og mjørkin fæst í spannum í hesum assosiatiónselvandi yrkingunum, sum eru fullar av samanhangi og av mótsetningum og øvugtleika og sum eru orðaðar og settar saman soleiðis, at lesarin í heilum kemur í tankar um mynd­list, um installatiónir ella um onkran málning hjá Soulages - tað var jú hann, sum fekk lýsandi ljósglottar burtur úr kolasvørtum málingastrokum, tað sama ger Tóroddur Poulsen her: náttin er/ so ljós/ trúgvi ikki/ á myrkrið longur/ /Guð/ hevur tú/ eisini/ í hjartanum/ tá maðkarnir/ hava etið teg/ og summarið/ er ævig nátt. »Blunda og tú sært míni orð« stóð í einari av hansara yrkingum (Myrka­ spæl), og nú hava vit fingið eina nýggja tøgn at lesa frá yrkjar­anum og lista­ manninum, hann er fram­leiðslu­fúsur og alt annað enn tigandi. Gjøgnum assosia­tiónir og mál transformerar hann van­ligar gerandisupplivingar til list, t.d. verður ein kaffimunnur ella fyri­reikingar­nar, tá gravað verður eftir kaffi, atvoldin til tankar um at verða upp­aftur­grivin og tað hevur ein egnan logiskan saman­hang, sum hevur við brúna litin og graving at gera. tey grava og grava og finna eina lítla skeið og tey grava meira og meira grava tey og finna eina skál og aftur grava tey og grava og grava og finna ein kopp og til síðst finna tey meg sum ikki brúkar sukur í kaffi - - - eitt petti av tí brotna myrkrinum sveimar eina løtu í luftini áðrenn tað dettur niður í tann gráa kavan beint har sum óttin undir leyvinum plagdi at fáa alt við ti heystið fór undir at siga frá teirri heilt stóru søguni um alt sum henda skuldi L Kinna Poulsen