Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 Listahandverk millum surrealistisk avantgarde og super-design metalverkstaðnum á Bau­haus­skúlanum fram­ leiddi Marianne Brandt (1893-1983) í 1924 tekann­ una úr silvuri og iben­holt sum proto­typu. Og kannan er vorð­in eitt ikon fyri Bauhaus. Í 1936 framsýndi Méret Oppenheim (1913-1985) verkið Object í Paris. Koppur, tallerkur og teskeið í pelsi. Verkið er við tíðini vorðið eitt ikon fyri surrea­lism­una. Er nakar skilskapur millum hesar lutir? Koppurin sum objekt ella objektið sum kanna? Kann ein siga, at lutirnir báðir umboða tveir ekstremar, tvey ytri punkt á eini samanhangandi linju? Og um so er, kann man definera eitt rúm millum nevndu ytru mørk? Spiltur muður Oppenheim tekur koppin, eitt ready- made og við at »lata hann í pels« broytu­r hon alla søguna, sum er tengd at koppinum, tað heimliga, gerandisliga, ómed­vitna, feminina o.s.fr og koppurin sum triviellur gerandislutur missir enda­liga sítt sakloysi. Tann friðfulli te- muðurin er fyri allar tíðir órógvaður. Oppenheim legði óendalig løg av assosia­tiónum oman á henda gerandis­ liga lutin, sum har við ma. fekk seksu­ ellar yvirtónar. Surrealistarnir gjørdu upp við sið­ bundnu, borgarligu og peningaligu tegndu listini og hugkveikt av freudea­ nismuni vendu tey sær inni eftir móti sínum egna dulviti og ómetvitna seksuali­teti, at finna myndaevni. Surrea­listar virkaðu innan flest allar lista­greinar og í 1924 niðurfeldi André Breton sínar tankar í Surrealistiska mani­festið. Bauhausskúlin var ein rørsla (1919- 1933), sum á slóðbrótandi hátt saman­ tvinnaði list og design á høgum støði. Rákið var hugmyndaliga rótfest og um­ fataði ma. listagreinar sum myndlist, listahandverk, sjónleik, grafiska list, byggilist og skúlin hevur enn í dag, (hann var niðurlagdur av nazistunum) avgerandi týdning fyri, hvussu vit fata gott listahandverk og góða list. Kannan hjá Marionnu Brandt er ein rein­dyrkan av objektinum te-kanna, og ein ideel samanrenning av formi og funktión. Kannan er ein estet­isk uppgerð við yvirbroderaðu historism­ uni, sum var ráðandi tá í tíðini. Skapið á kannuni byggir á grundformar, kúlu og keylu. Hon líkur øll krøv sum ein te-drekkari kann seta- og nærkast sam­stundis í skapi frían, abstraktan skulptur. Kannan varð ongantíð sett í fram­leiðslu, men er í dag eitt dýrmett savn­ara­objekt, sum finst í heilt fáum ein­tøkum. Listahandverkið er deytt! Ole Lislerud professari á Kunst­ høyskolen í Oslo (2000-12) helt á semi­nar­inum Havið í Norður­landa­hús­ inum 2011 heldur provokerandi fyri at: Kunst­håndværket er død. Í síni tíð sum leiðari fyri keramisku deildini á Kunstakademiinum slapp hann sær av við alla siðbundna útgerð í sambandi við keramikk framleiðslu td. dreygu­ skivurnar, fekk til vega risastórar og framkomnar ovnar, og introduceraði harvið monumental keramikk til sínar studentar. Eftir hansara tykki eru lista­ handverkarar noyddir at koma útum eingjagarðarnar og út í almenna rúmið og burtur úr sjálvsjáttandi estetikk­ inum. Lat tað vera sagt beinanvegin, at kjakið er heitt millum tey sum ferðast í listahandverkaraumhvørvinum! Og at tað eru listahandverkarar sum leggja Lislerud undir beinleiðis at undirgrava økið við sínum hugsanum. Leingi livi listahandverkið! Lislerud fær dyggiligt mótspæl frá sínum starvsfelaga Jorun Veiteberg dr. phil. í listasøgu. Hon kjakast í bók síni Kunst­hand­ verk- Frå tause ting til talandi objekt (2005) ma. um søgu og status hjá lista­ handverkinum. Siðvenjan er, at hugtakið lista­hand­ verk verður flokkað út frá tilfarinum: tekstil, keramikk, glaslist, metal og træ. Áðrenn orðið listahandverk gjørdist hevd, brúki mann heitið brúkslist. Tvs. definitiónin var tengd at, um luturin var at nýta til eitt hvørt. Í okkara vestligu mentan skilja vit ímillum hold og anda. Og andarligar mentur verða mettar, at hava hægri tign, enn holdsligar mentur. Mynd­listin og yrkingin hevur hægstu tign. Í aðru røð koma høggmyndalist og skald­ skapur td. Og verður lista­handverkið javn­sett við tað holdsliga og sansaliga, verður tað um somu leið minni tignar­ ligt. Um listahandverkið kann definerast út frá eini serligari kenslu fyri tað sansa­liga, verður tað sett upp í móti tí reflek­terandi. Tað er skilligt, at hesar definitiónir kennast sera avmarkandi og stereo­ typar. Hulin og innantóm hugtøk. Tað er eisini greitt, at skilmark í millum ymsar listarliga desiplinir broytast og eru tengd at tíð og stað. Í 1700- talinum varð Fine Art, (myndlist) og vakurleiki tvær síður av somu søk. Í dag verður hugtakið Visual Art mett at vera eitt meira hóskandi heiti og meira sameint við listina sum at­finningarsama praksis. Eitt annað dømi um ymsar áskoðanir gjøgnum tíðirnar er »lagnan« hjá ornamentinum: Seinst í 1800- árunum tók rørslan Arts and Crafts seg upp í Onglandi. Ornamentið var í hásæti. Í 1908 fer arkitekturin Adolf Loos (1870-1933) í hernað ímóti orna­ment­ inum, sum hann kallar eitt forbannilsi. Við calvinistiskari strangheit lúkar hann alt óneyðugt skreyt burtur úr arkitekturinum. Hundrað ár seinni í 2010 teknar Bjørn Nørgaard Ornamental Shelves fyri fyritøkuna Montana Møbler. Har í eru 40 tesur ella labels um ma. arki­tektur, list, handverk og býar­plan­ legging. Bjørn Nørgaard sigur har ma.: Ornamentets rytme sætter mennesket i for­hold til arkitekturen. Aftur og fram er ikki altíð líka langt. Á You never know the noise nor the color of things That's all I know! But I KNOW that... (Jean Garbin) Myndlist Guðrið Poulsen