Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 55

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 Hands-on ella ikki Um ein skal royna at definera ein lista­handverkara út frá tilgongdina til tilfarið og ein arv sum hevur for­ søgu­liga rót, so kann man siga at ein góður listahandverkari hevur stórt tilfarsinnlit, so mikið, at viðkomandi kann hevja seg upp um tøknina, til at koma fram til úttrykkið. Tað vil siga, hava ein suverenitet mótvegis tilfarinum. Eitt dømi um hetta er keramikarin Christine Schou Christensen, sum granskar form og úttrykk við glasurum á slóðbrótandi hátt, men tó ikki hevur slept klassiska forminum, ílatið. Ein nútíðar listahandverkari par exelance? Hon verður presenterað sum keramikari og skulptør hvørt um annað. Sama er galdandi fyri Ulla Viotti, sum nýtir hevdbundna múr­steinin til síni uttandura rúm. Er tað lista­hand­ verk, list ella kanska arkitekturur? Tað velst kanska meiri um, hvat tú sum áskoðari velur at leggja dent á. Reagera vit ikki bæði uppá tilfarsnýtsluna og út­trykkið? Ber til at skilja í millum hesi bæði, tilfar/ úttrykk? Tað er ikki langt frá Viotti til múrsteins-skulpturarnar hjá Per Kirkeby. Bæði velja heilt tilvitað eitt ávíst slag av múrsteini--men ikki tað sama. Vit eru niðri í smálutunum nú. Og kann man siga, at listafólkið ikki er bundin av handverki? Nøkur av teimum mest víðagitnu lista­fólkunum eru í dag meiri listafólk og verk­smiðju­leiðarar, og minni »hands-on« lista­fólk. Dømi: Ólafur Eliasson, Damian Hurst og Anish Kapoor. Teir hava dugna­ligar handverkarar at framleiða verkini, og á ein hátt kann man siga, at tá er handverksdygdin aftur komin í hásæti. Sunflower Seeds hjá Ai Wei-Wei á Tate er eitt tílíkt verk við djúpum rótum afturi í kinesiskari søgu og sið­ søgu. Visuelt og sansaligt ómetaligt, spirituelt og holdsliga umfevnandi og av­bjóð­andi, og handverk av myto­ logiskum proportiónum. Og tað flytir seg á øllum hugsandi pallum. Rustikkur muður Í 70'unum kundi tú enn í ramasta álvara flyta burtur úr meldrinum og dreyga tíni grovligu, brúnu tekrúss til lokala marknaðin og liva av tí. Tað gav per­sónliga- og samfelagsliga meining. Í dag er tann útbúgvingin nærum ikki til meira. Og krússini framleiðast bæði bíligari og betri í asiatisku lond­ unum. Útbúgvingin er broytt, niðurlagað ella løgd saman við listaháskúla ella designskúla. Tíðin er ein onnur, samfelags­liga, hugmyndaliga, fíggjarliga og politiskt er veruleikin broyttur. Gamlar dygdir sum gott handalag o.s.fr. hevur ikki nakað serstakt virði í dag, mátað verður út frá øðrum td. búskaparliga burðar­dyggum treytum. Og tá hevur lista­handverkið lítlan og ongan kjans. Tá ið brúksvirðið ikki longur er eitt krav ella ein møguleiki, verður latið upp fyri øðrum hugtøkum. Ella kanska nettupp tí at mátistokkurin broytist, so broytist eisini áskoðanin og dialogurin við fakið. Heilt nógvir lista­handverkarar arbeiða konceptuelt. Eins og í listini er eitt konceptuelt rák sum er de-materielt, t.v.s. vendir sær frá ítøkiliga tilfarinum og yvir í reint hugskotsbaserað verk. Td. videoverkið Absentia við musselmálað body-paint hjá Susanne Hangaard. Í nógvum førum hevur Lislerud fingið rætt, listahandverkarar hava slept, og trína við sínum »førningi« inn á pallin, har listin hevur haft ræðisrætt. Og tá troðkar ein annar spurningur seg inn á teg: hvar verður verkið, lista­ verkið/ listahandverkið, framsýnt? Er tað saman­hangurin, sum verkið verður sett í sum definerar, hvørja kategori tað hoyrir til? Black and white Í okkara heimliga umhvørvi hendir mangt áhugavert. Klæðnasniðgevin Barbara í Gongini, rakar við sínum sundurskrøddu, dekon­trueraðu og fragmenteraðu kroppslistarverkum við týðuligum tengslum at fortíðini, okkurt í okkum sum peikar frameftir. Hon arbeiðir í einum marknalandi mitt í millum klæðna­sniðgeving, performans og skulptur. »Livandi standmyndirnar« hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir í filminum Magma td., hava karaktér av mynstrum, endurtøkum av »bordum«, sum man kennir frá tekstil­ listini. Ein samanrenning av filmi, dansi og tekstillist. Eisini tær flyta seg úr ein­um kendum landi inn í annað rúm. Definitión­in hongur í luftini. Triðja rúmið Sum tað skiljst út frá hesum drúgva kjaki, er ikki einfalt at gera nakra greiða niðurstøðu um, hvat listahandverk er. Jórun Veiteberg siterar ein annan teoretikara, Homi K. Bhabha, sum definerar listaverk sum hoyrandi til í einum »triðja rúmi« har hond og ond ikki eru mótsetningar, har eingin hierakisk ordan er millum ymsar praksissar. Í hesum rúmi stríðast lista­ hand­verkarar fyri at vera viðfarin uppá egnar treytir. Okkara tíð er merkt av desillutión og fragmentering. Hetta endurspeglast í øllum listagreinum. Í okkara post­ modernistisku tíð, er hugsanin um, at tað finnast allgyltir sannleikar gingnir til grundar. Og tað er eisini grundin til, at gamlar definitiónir standa fyri falli. Rúm Tíð og hugtøk broytast. Og lættari er at vera eftirklókur. Méret Oppenheim og Marianne Brandt vóru slóðbrótarar, men ikki lista­hand­verkarar í okkara týðningi og tó møtast teirra heimar lættliga í einum felags rúmi í dag. Ella sagt á annan hátt: lista­hand­verkið rúmast væl í tí rúmi, sum ma. tær skaptu.