hósdagur 13. mars 2014síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
Jens L. Thomsen
London
1. Marknaður:
Camden Market
Nógvir spennandi marknaðir eru í
London; ein av teimum best umtóktu
er Camden Market. Camden Market
er í veruleikanum settur saman av 6
ymiskum marknaðum, ið allir savna seg
um sítt. Hann er tí risastórur og sigst at
hava 100.000 vitjandi hvørt vikuskifti.
Camden Lock Market og Stables Market
umboða tó ímyndina av Camden
Market og liggja lið um lið. Tann fyrri
heldur til í vøruhúsum frá tíðini, tá
handlað var framvið Regent's Canal,
meðan hin liggur rundan um eitt gamalt
rossasjúkrahús. Camden Market skilir
seg frá øðrum marknaðum soleiðis, at
meðan aðrir marknaðir ofta halda seg
til nøkur fá øki, finnur tú ALT í Camden:
Endurnýtslu, heimsmat, veiðiútgerð,
antikvitetir, list, innbúgv, ljóðføri,
klæðir, og brúkslutir til eina og hvørja
obskura stór-, smá- og sermentan, tú
kanst ímynda tær.
2. Biografur:
BFI Southbank
BFI Southbank vísir mest gamlar
klassikarar, listafilmar, og filmar á
øðrum máli enn enskum. Tú fert í BFI
at hyggja at filmum, tú ikki sært aðra
staðni, ella sum kanska gingu áðrenn
tína tíð. Hevur tú onkuntíð ímyndað
tær, hvussu tað mundi verið at sæð
Space Odyssey, Vertigo, Citizen Kane
ella Metropolis í biografinum? Tað
kanst tú her. At seta seg niður til ein
Hitchcock klassikara í BFI er sum at
trína aftur í tíð, tí alt inni í biografinum
er varðveitt frá 50'unum, tá biografurin
varð bygdur. Tey hava enntá varðveitt
og hildið gomlu setrini; tú situr væl,
hóast ongin haldari er til tína cola. Tá
setrini vórðu bygd, var kanska ikki
líka stórur tørvur á tí patentinum. Tó
ber til at keypa eina cola ella eitt glas
av víni aftur við filminum – og tú fært
tað enntá skonkt í einum »glas«glasi
í staðin fyri í einum av plastikk- ella
pappírsslagnum.
3. Filmur:
Nil By Mouth
Enski sjónleikarin Gary Oldman er bæði
leikstjóri og leikritahøvundur á Nil
By Mouth. Filmurin fylgir eini familju
úr suður-London, har harðskapur
og rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtsla
merkir gerandisdagin. Oldman vaks
sjálvur upp undir líknandi korum og
í sama umráði av London, sum søgan
fer fram. Hetta er helst orsøkin til,
at filmurin er so væl eydnaður og
heilskapaður. Hóast tú sært nógvar
ódámligar og beinleiðis skakandi til
burðir, tykist filmurin ikki taka støðu
til hendingarnar ella koma við nakrari
loysn. Innihaldið verður hinvegin lýst
við eini djúpari fatan fyri tí kompleksi
teti, ið verður avmyndaður. Nógvar
myndir eru tiknar á gøtuni. Filmurin
gevur tí onkursvegna London eitt
andlit, tí at nógvar óhepnar støður
kennast aftur úr gerandislívinum í
býnum. Hetta er samstundis ein av
teimum heilt fáu filmunum, ið fangar
stemningin í London (t.e. stemningin
uttan fyri sentrum og turistøkini).
4. Matstað:
Beigel Shop
Um tú ert í Shoreditch økinum, antin
á Brick Lane Market, á konsert í XOYO
ella á Café 1001, er tað nærum sjálv
sagt at vitja Beigel Shop. Hetta er eitt
gamalt bakarí, ið hevur selt bagels (sum
tey stava beigel) í meira enn 35 ár.
Tú keypir teir við viðskera. Í handils
glugganum liggur altíð rúkandi heitt og
sevjumikið saltkjøt, ið er best umtókt
at hava ímillum saman við sterkum
sinoppi; tó stendur ein bagel við laksi
og smyrjiosti ikki langt aftanfyri. Beigel
Shop er opið alt samdøgrið, 7 dagar um
vikuna, og trúgv tí ella ei, har er altíð kø
at bíleggja hendan jødiska gloypubitan.
Beint við síðuna av liggur eitt annað
bagel bakarí, ið eitur Beigel Bake - har
er eisini bíðirøð allan sólarkringin. Tó
at bæði allarhelst hava sama eigara,
og vøran er umleið tann sama, so hava
fólk flest sterkar meiningar um, hvør er
betri – tó at tað átti at verið eyðsæð, at
Beigel Shop er nóógv betri enn Beigel
Bake! Ein bagel við viðskera kostar
einans £1-1,50 (kr. 9-13).
5. Bygningur:
Trellick Tower
Trellick Tower er ein íbúðarblokkur í
North Kensington. Arkitekturin Ernő
Goldfinger teknaði bygningin fyri
the Greater London Council í 1966,
og blokkurin var tikin í nýtslu í 1972.
Trellick Tower hevur 31 hæddir og
er 98 metrar høgur (120 metrar um
tú tekur antennuna á takinum við).
Bygningurin er dømi um brutalistiska
byggilist, ið ofta ber brá av, at funksjón
(og kostnaður) vigar meira enn útsjónd,
og endaúrslitið er tí ofta gráir betong
blokkar. Nógv vildu óivað sagt, at
Trellick Tower er ljótt – og tað er tað
kanska eisini. Kortini er bygningurin
hugtakandi og vekir undran; hann
hevur ein ávísan kaldan, undarligan
vakurleika yvir sær, ið tú bara finnur í
London. Í 1998 gjørdi English Heritage
av at skráseta Trellick Tower sum
vardan bygning.
Uttanlands