Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 57

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 6. Konsertstað: Corsica Studios Í Corsica Studios ber til at hoyra nakað av tí besta innan elektroniskan undir­ grundstónleik úr øllum heiminum. Spæli­staðið liggur fjalt inni í tveimum gomlum viaduktum undir tokbanunum, ið eru knýttir at Elephant & Castle Railway Station. Innrættingin er rá og mini­malistisk, og upprunaligu reyðu múrsteinsveggirnir eru varðveittir í meginpartinum av hølunum. Tvey rúm eru í Corsica Studios, ið hava hvør sín pall; hesir koyra samstundis flestu kvøld við ymsum tónleiki og diskarum. Fyri lurtarar sum meg, ið eru bass- narko­manar, er hetta staðið ein fragd at vitja. Ljóðanleggið telist millum tey bestu í London og hevur stáplar av sub- hátalarum, ið framleiða beinagrinds- ringlandi infra-bass í ovurnøgd. Um­ framt hetta verður altíð borðreitt við eini øgrynnu av spennandi, feskum og nýhugsandi tónleiki. 7. Tónleikur: Burial - Untrue Untrue er næsta plátan frá enska tónleikaranum Burial; hon kom út í 2007 á plátufelagnum Hyperdub. Burial, ið er úr London, finnur á hesi plátuni íblástur úr 2-step, hardcore, drum & bass, og øðrum tónleika­grein­ um, ið hava myndað elektroniska undir­grunspallin í Onglandi. Tó at hesar kanska eru tungar at sodna fyri vanliga lurtaran, hevur hann á Untrue megnað at gjørt tónleikin lætt atkomiligan. Plátan hevur eitt sermerkt ljóð. Megin­ parturin av ljóðkeldunum eru við­ gjørdar samplingar, og groov­ini eru brotin og rútmiskt leys. Røddir­nar eru viðgjørdar við teldu; konu­fólka­røddir eru stemmaðar niður, og mann­fólka­ røddir stemmaðar upp til ein­mæltan, kynsleysan sang. Lágir bassar duna eins og Undirgrundin í London, tú kennir næstan vindin í brókunum av fram­viðfarandi tokum. Úttrykkið á Untrue er sorgblítt og ljóðar av gráum betong­blokkum, gongutúrum í regni, og nátt­bussum, og er best hugsandi ljóð­ teppið til London. 8. Listasavn: Tate Modern Tate Modern er listasavn við sam­ tíðar-heimslist, ið heldur til í gomlum orkuverki við Thames ánna. Bygningurin er stórsligin, og er teknaður í Art Deco sniði av Sir Giles Gilbert Scott. Scott teknaði eis­ini Battersea power station, sum, saman við Tate Modern, telist millum flott­ astu bygningsverkini í London. Tá ið tú gongur gjøgnum høvuðsdyrnar á Tate Modern, kemur tú fyrst inn í eitt risastórt rúm, ið nevnist Turbine Hall. Hølið verður nýtt til størri lista­verk. Síðan eru 4 hæddir, har listafólk úr øllum heiminum sýna fram. Fram­ sýn­ingar­nar eru býttar upp eftir mynd­evnum heldur enn tíð. Flestu sýn­ingar­nar, umframt listaverkið í Turbine Hall, eru ókeypis og kunnu lætt­liga granskast í fleiri dagar. Eisini eru spennandi og viðkomandi ser­fram­ sýningar altíð á skránni, ið tú kanst velja at fara til fyri ein rímiligan prís. 9. Tiltak: Notting Hill Carnival Notting Hill Carnival verður hildið hvørt ár síðst í august í Notting Hill økinum. Vestindiska samfelagið í útnyrðings-London skipar fyri. Tað byrjaði í smáum inni í ráðhúsinum í St Pancras í 1959 sum eitt aftursvar til fyrsta veruliga rasuófriðin í Onglandi. Notting Hill Carnival er tó vaksið nógv síðan tá; í dag eru yvir 1 mió. vitjandi hvørt ár, og tað telist millum størstu gøtutiltøkini í heiminum (til saman­ beringar eru uml. 130 ferðir fleiri fólk til karnival enn til midnáttarsangin á ólavsøku). Gøturnar í fleiri kilometurs radius kring Notting Hill eru á tremur við lívi og brosandi fólki. Lastbilar við stáltrummu-orkestrum, ið spæla calypso, aðrir við risastórum anleggum, ið spæla reggae og dancehall, fylla gøturnar við tónleiki; skrúðgonga í lit­ríkum búnum, fer dansandi millum last­bilarnar; og á hvørjum horni rýkur úr mat­sølu­búðunum av jerk chicken, rice & peas og øðrum karibiskum ser­ rættum. Men sum við ólavsøkuni, er alt hetta bert ein partur av tiltakinum. Tað ræður um at hitta gamlar vinir og fáa nýggjar, fara til house parties, og ikki leggja ov nógvar ætlanir. 10. Gongutúrur: Bankside Uttan mun til árstíð og veður er ein gongu­túrur fram við Thames ánni í Bankside altíð deiligur. Økið er opið og frískligt, og so hava vit føroyingar eisini brúk fyri at síggja vatn av og á, serliga í stórbýum. Tú kanst byrja við at taka undir­grundstokið til London Bridge Station. Frá London Bridge gongur tú gjøgnum Borough Market, ið er ein mat­ marknaður á tremur við alskyns spenn­ andi mati og góðgæti, áðrenn tú kemur út til Thames ánna. Her kanst tú steðga á gomlu pub'ini The Anchor, sum bæði Dickens og Shakespeare sigast at hava vitjað, áðrenn tú heldur áfram fram við ánni. Um tú hevur hug, kanst tú steðga bæði við áðurnevndu Tate Modern, BFI Southbank, ella the Globe og London Eye og annars granska tær nógvu brúgvar­nar, tú sært á vegnum. Far yvir um stásiligu Hungerford Bridge, so kemur tú til Embankment Tube Station. Haðani kanst tú antin fara heim ella fara á víðari ævintýrferð gjøgnum Covent Garden, Leicester Square, Chinatown, og Soho. Góða ferð!