hósdagur 13. mars 2014síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
31. mars - 4. apríl fara rithøvundar,
sjónleikarar og onnur út á skúlar og
stovnar at vitja og hava verkstovur við
børnum og ungum.
– Vit vilja sleppa at vísa fólki
rúgvuna av føroyskum bókum fyri børn
og ung – bæði upprunaføroyskar og
týddar. Tað hevur stóran týdning, at vit
øll lesa, tí bøkur geva okkum góðar upp
livingar, og vit fáa eisini nógv at vita, tá
ið vit lesa, sigur Niels Jákup Thomsen,
stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags,
sum er við at fyrireika bókafestivalin
Kom og les.
Endabrestur í
Norðurlandahúsinum
Endabresturin verður í Norðurlanda
húsinum leygardagin 5. apríl frá
klokkan 13-17, tá ið børn, ung, foreldur,
ommur, abbar og onnur eisini fáa høvi
at koma og hoyra og uppliva bøkur. Í
Norðurlandahúsinum kanst tú millum
annað hoyra søgur og fara á ymiskar
verkstovur, vitja spennandi ævin
týrstovuna og spildurnýggja bóka
universið hjá Sámali Blak, har tú kanst
møta kendum verum úr føroyskum
myndabókum. Eisini verða vinnarar í
skrivikapping fyri 9. flokk kosnir. Og tað
besta av øllum er, at alt hetta er púra
ókeypis, tí tiltakið hevur nógvar góðar
stuðlar.
mentanarsíðan
Barna
Kenda røðin The Hunger Games á føroyskum
Kom og
les við fløtu
kaninini!
Um mánaðarskiftið er spennandi barna- og ungdóms
bókafestivalur Kom og les. Og Flata kaninin, sum
er kenda myndbókin hjá Bárðuri Oskarsson, er nú
eisini ímyndin fyri spildurnýggja bókafestivalin
Herfyri kom triðja bókin í heimskendu science fiction-røðini hjá amerikonsku Suzanne
Collins út á føroyskum, og sostatt er tríverkið um Hungursleikirnar nú fúllfíggjað
Øll tiltøk á barna- og
ungdómsbókafestivalinum
Kom og les eru
púra ókeypis
Kom og les
Barna- og ungdómsbókafestivalur
30. mars-5. apríl 2014
Í røðini eru tríggjar bøkur: Hungurs
leikirnir (2012), Festir í (2012) og Boð
kveggja (2014).
Søgan fer fram í Panem – einum
postapokalyptiskum Norðuramerika. Í
Panem er glæsiligi býurin Capitol um
gyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið
í Capitol er harðrent og miskunnarleyst
og heldur sýslunum niðri við at noyða
tær allar at senda ein drong og eina
gentu ímillum tólv og átjan ár til
Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum
ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan
ein liggja eftirá – og alt verður sent
beinleiðis í sjónvarpi.
Tá ið navnið hjá yngru systur
Katniss verður trekt í lutakastinum til
árligu Hungursleikirnar, tekur Katniss
hennara pláss í leikunum. Hetta er
sum at fáa ein deyðadóm. Men Katniss
hevur verið nær deyðanum fyrr – og
at stríðast fyri lívinum er henni ikki
fremmant. Hon mennist í stríðnum,
men skal hon vinna Hungursleikirnar,
noyðist hon at taka avgerðir, sum viga
viljan at liva upp ímóti miskunnsemi og
lív upp ímóti kærleika.
Bøkurnar hava týðiligan íblástur frá
griksku mytologiini og gladiatorunum
í Rom. Søgan og evnini í bókunum um
Hungursleikirnar vísa eisini á fleiri
evni, ið hava samfelagstýdning sum
eitt nú hvørja ávirkan reality sjón
varpsrøðir hevur á hyggjaran.
Samanborið við aðrar líknandi røðir
sum eitt nú Harry Potter og Skýming
(Twilight), so raka Hungursleikirnir
eisini ein breiðan lesaraskara. Action,
kærleiki og fantasy selur. Hetta
hevur givið røðini ein stóran og
trúgvan fjepparaskara, sum millum
annað sæst aftur á teimum mongu
fjeppararsíðunum á netinum.
Og eins og bøkurnar um Harry
Potter og Skýming eru bøkurnar um
Hungursleikirnar eisini gjørdar til film.
Fyrsti filmurin The Hunger Games var
frumsýndur í mars 2012. Cathing Fire
hevði frumsýning í november í fjør,
meðan Mockingjay verður býtt sundur
í tveir filmar, sum væntandi hava
frumsýning ávíkavist síðst í 2014 og
2015.
Bøkurnar um gitnu leikirnar eru
týddar til nógv ymisk mál og givnar út í
fleiri enn 30 londum.
Suzanne Collins
Boðkveggjan
Slag: Ungdómsbók
Evni: Science Fiction, dystopi
Týðari: Bergur Rasmussen týddi
355 bls./heft
Útgávudagur: 20. februar
Forlag: Bókadeild Føroya
Lærarafelags
0-1 ár
Nert og føl – Vit eta
Nógv stuttligt er at nerta við og føla
í hesari bleytu bókini. Bókin stimbrar
sansirnir hjá smábarninum og stuðlar
børnum at læra seg ymisk hugtøk.
14 bls./pappbók
2-5 ár
David Malling
Klemmiligi Klæmint
Hevur tú onkuntíð hug á einum grúiliga
stórum klemmi? Klæmint hevur, og
hann leitar eftir tí fullkomna bjarna
klemminum.
Oddfríður M. Rasmussen týddi
30 bls./innbundin
Nert og føl
Vit eta
NÝGGJAR BØKUR TIL BØRN