hósdagur 13. mars 2014síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
Hon, sum róði eftir ælaboganum
Høvuðspersónur er gentan Argantael.
Argantael er dugnalig og vøkur, og í
skúlanum síggja tey upp til hana, tí
hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. At
síggja til hevur hon alt, ein ungdómur
kann hugsast at ynskja sær, men so er
ikki. Tað, Argantael helst vil hava eru
foreldur, sum brýggja seg um hana.
Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá
Argantael saman við einum kensluliga
avmarkaðum pápa og sálarsjúkari
mammu – tvey vaksin, sum ikki megna
at seta barnið í miðdepulin. Kenslusami
tannáringurin fær í so nógv at vevja
seg úr, tá ið hon hittir ‘papp’systkini
Dagan og Morganu, stutt eftir at ein
vanlukka hevur rakt heim hennara.
Argantael ger av at sjólátast.
Mynda-, barna-
ella ungdómsbók?
Rakel Helmsdal hevur millum annað
skrivað kendu myndabøkurnar um lítla
skrímsl og Stóra Skrímsl, Veiða vind
og bøkurnar um Hugo, Port Janua og
Mosakulluna. Og í løtuni er hon aktuell
við ungdómsbókini Hon, sum róði eftir
ælaboganum. Men hvat slag av bókum
dámar virkni rithøvundurin best at
skriva?
– Tá eg fari undir at skriva eina
søgu, er málbólkurin ikki tað fyrsta, eg
hugsi um. Hugskotið avger, hvat slag
tað verður. Alt er spennandi at skriva,
um hugskotið er nóg gott.
Rakel hevur altíð havt hug at finna
upp á søgur, so tað at vera rithøvundur
kom líkasum av sær sjálvum. Kortini
valdi hon tað ikki tilvitað sum starv,
fyrr enn hon var eini tvey-trý og tjúgu.
Um hetta mundið flutti hon til Frak
lands og fór at skriva burturav. Síðan tá
er rúgvan av útgávum alsamt vaksin.
Ein drúgv tilgongd
Søgan um Argentael hevur verið
leingi á veg. Fyrstu ferð, vit hoyra um
Argentael, er í erotiska stuttsøgusavn
inum Ein varligur dráttur í tara frá
1996. Sjálv sigur Rakel, at tað var eins
og slapp hon ikki undan at siga alla
søguna um hana.
– Við uppfunnum persónum er tað
eitt sindur sum við livandi menniskjum,
tú kanst ikki bara sleppa tær av við tey,
tá tú hevur hug. Tey krevja sítt pláss og
vilja verða hoyrd. Persónurin Argantael
hevur líkasum hildið á at liva sítt egna
lív, síðani eg skrivaði hasa fyrstu
søguna. Ymisk hugskot, sum eg havið
fingið gjøgnum árini, hava hóskað til
hennara og so við og við er ein heil
verð vorðin til rundan um hana. Gentan
Morgana, sum eisini er við í stuttsøguni
um Argantael, fekk ein stóran leiklut í
leikinum Vitavørðurin, sum eg skrivaði
fyri Grímu í 1998. Men sjálvandi
hoyrir hon eisini til í hesi søguni, har
Argantael er høvðuspersónur. Har
komu so hvørt nógvir aðrir persónar,
sum hoyrdu til saman við Argantael.
Hendan søgan er eins lítið og t.d.
søgurnar Úr Mosakullini nakað, sum
Rakel sjálv hevur upplivað, men sam
stundis er hon, eins og alt annað sum
hon og aðrir høvundar skrivað, eisini
ein brotpartur av veruleikanum.
– Tað snýr seg mest um at duga at
leggja ting saman og trekkja onnur frá.
Eitt slag av øðrvísi høvuðrokning. Tá tú
t.d. skalt gera ein persón til eina søgu,
kanst tú seta teg niður og finna uppá
alt um hendan persónin frá botninum
av, men tað er ólíka lættari at nýta
tað, tú hevur kring teg. Tak nøkur fólk
tú kennir, tak útsjóndina frá A og B,
gongulagið frá C, persónligheitina frá
D og E og fortíðina frá F. Tá tú lesur
um persónin, fer hann at traðka púra
livandi fram, men neyvan ein einasti
av tínum kenningum fer at kenna seg
aftur. Tú hevur bæði lagt afturat og
trekt frá, til persónurin er heilt sín egni.
Tí er alt møguligt í søguni veruligt og
kortini als onki. Satt at siga er hendan
bókin líka veruligt, sum bøkurnar um
lítla og stóra skrímsl.
Port Janua
Hon, sum róði eftir ælaboganum er
søgd í Port Janua og fyriheldur seg til
umhvørvið har, men hon kundi verið so
nógva aðrastaðni, har tað er ein býur
við havið.
– Port Janua er ein býur, sum liggur
har lesarin hevur hug at staðseta hann,
tað gevur bæði mær og lesarunum
frælsi. Vit kunnu øll leggja okkara egnu
upplivingar inn í hann. Søgan gongur
fyri seg í eini ógreiniligari nútíð, sum
alt tað eg skrivi úr Port Janua. Tíðin
og staðið hava ikki stóran týdning fyri
hesa søguna. Tey menniskjasligu sam
bondini, sum hetta er um, kunnu verða
í so nógvum tíðum.
Sermerkt nøvn
Argentael er eins og nógv av nøvn
unum, sum Rakel gevur høvuðs
persónum sínum, rættiliga sermerkt
og ikki eitt, vit vanliga hoyra brúkt
í Føroyum. Men hevur tað nakað at
siga, um søgupersónarnir eita Anna, og
Jákup ella Argentael og Dagan?
– Nøvnini Argantael, Dagan og
Morgana eru øll keltisk, mær dámar
keltisk nøvn. Persónurin Argantael var
til fyri so langari tíð síðani og hevur
livað eitt langt lív saman við mær. Eg
kundi ikki broyta nøvnini hjá henni og
hinum báðum, m.a. tí tey vóru longu
komin á prent. Eitt navn er við at skapa
‘litin’ hjá einum persóni, tónleikurin í
navninum ella týdningurin av navn
inum eru við til at gera tey til tann, tey
eru. Argantael er ikki ein Anna í hesum
føri, tað ‘smakkar’ ikki rætt.
Mást lesa bøkur
fyri at skriva bøkur
Rakel eigur nógvar bøkur, og ringt
er at finna nýggj støð í húsinum at
gera bókahillar. Tí keypir hon sjáldan
bøkur, sum hon ikki frammanundan
kennir, altso bøkur, sum hon veit, hon
fer at lesa umaftur. Men tíbetur eru
bókasøvnini full av øllum teimum, sum
ikki eru pláss til heima. At koyra bøkur
út, fær hon seg ikki til, tí sum hon sjálv
sigur: – Tú koyri ikki vinfólk í skrell!
– Eg haldi ikki, at tú kanst vera
høvundur, um tú ikki ert lesari. Tað
er ein partur av tíni útbúgving sum
høvundur. Ofta verður sagt, at vit hava
bara eitt lív, men lesarar hava túsund
tals. Tað er enn betri at vera høvundur,
tú hevur ikki bara túsundtals av lív, tú
kanst eisini skapa tey – tú ert gud!
Og tað fer heldur ikki ein dagur
framvið, uttan at tað verður blaðað í
eini bók ella lurtað eftir eini ljóðbók.
– Eg lesi ikki so nógv, sum eg kundi
hugsa mær (t.e. minst helvtina av
degnum). Tí fór eg fyri einum tveimum
árum síðani at lurta eftir ljóðbókum eis
ini. So kann eg sita í mínum marionett
verkstaði og hoyra góðar bøkur, meðan
eg arbeiði. Eg lesi mest barna- og
vaksnamannabøkur, men av og á eisini
ungdómsbøkur. Serliga væl dámar mær
fantasy og klassikarar.
Síðan Rakel var barn, hevur hon
droymt um marionettir, og sjónleikur
hevur altíð havt eitt stórt pláss í henn
ara hjarta, so tá hon leitaði sær eftir
einum starvi, sum hon kundi hava
afturat høvundavirkseminum, valdi
hon at gera barndómsdreymin um eitt
marionettleikhús til veruleika.
– Tað ber ikki til at liva av at skriva
bøkur, men á henda hátt kann eg geva
søgum mínum eitt øðrvísi lív enn bara
í bókini og samstundis liva av at fáast
við tað, sum mær dámar best at gera:
skriva, modellera, seyma búnar, gera
leiktjøld, seta ljós og ljóð, gera røddir,
finna uppá og vera tann handan leik
tjøldini, sum fær alt til at henda.
Beinta Johannessen
Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða
viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal,
sum eisini egnar seg til vaksna lesaran
Nýggja ungdómsbókin
eftir Rakel Helmsdal verður
løgd fram í HNJ Bókhandli
mikudagin 19. mars kl. 16
Rakel Helmsdal
Hon, sum róði eftir ælaboganum
Slag: Ungdómsbók
Evni:
140 bls./heft við klaffum
Útgávudagur: 15. mars
Forlag: Bókadeild Føroya
Lærarafelags
6-8 ár
Helena Bross
1.b - Allarbesti vinurin
Mikal ynskir sær so brennandi ein hund, men
tá ið Brosi fer heim til Mikal og tey at búgva,
hvínur hann og er bangin og vil als ikki gera,
sum Mikal sigur…
Hildigunn Niclasen týddi
58 bls./innbundin
8-12 ár
Maria Parr
Tonja Gliturdal
Virðislønt bók, um gentuna Tonju, sum
er einasta barn í Gliturdali. Bókin verður
borin saman við bókauniversið hjá Astrid
Lindgren.
Ása Højgaard Ellefsen týddi
282 bls./innbundin
Maria Parr
Tonja
Gliturdal
CHRISTEL RÖNNS
HELENA BROSS
Allarbesti
VINURIN
í skúla
LØTTat LESA
NÝGGJAR BØKUR
TIL BØRN