Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 entan. Orðið kann næstan altíð setast inn í allar setningar. Orðið hevur so persónligan týdning, at øll kunnu siga: Føroyar hava ríka mentan. Onkur hugsar um bókmentir, onkur um tónleik, onkur um bátasmíð og uppaftur onkur um føroyskan mat. Og sein­astu árini er mentan sett framman fyri orðið ferða­vinnu. Mentanarferðavinna. Hugtakið mentanarferðavinna sipar til tann parturin av ferðavinnuni í einum landi, sum snýr seg breitt um, hvussu fólkið livir og búleikast, søgan, listin, arkitekturur, átrúnaður og annað, sum hevur ført til mátan, sum mann í dag livir. – Mentan er ein týdningarmikil partur av øllum tí vit gera, og ein týdningarmikil súla í brandinum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya. – Vit hava brúk fyri innihaldinum í mentanini, og tey hava brúk fyri kundunum, tí er samstarvið við mentanarstovnar og - fólk ein win-win støða. Mentan skal klára seg sjálva Sjálvt um mentan er partur av brandinum, so hevur Ferðaráð Føroya ikki nakra serliga skyldu mótvegis føroyskari mentan. Tað er mentanarstovnarnir sjálvir, sum skulu selja seg yvir fyri útlendskum ferðafólkum. Somuleiðis verða pengarnir til Ferðaráð Føroya ikki brúktir til at uppbyggja og stuðla mentan og list í Føroyum. – Okkara uppgáva er at trola uttanlands eftir ferðafólkum til Føroya, so er restin upp til ferðavinnuna her heima, sigur stjórin í Ferðaráðnum, sigur stjórin í Ferðaráð Føroya, sum nú er farið at kalla seg Visit Faroe Island. Mentan hongur uppí Ferðaráðið brúkar mentan í síni markaðarføring uttan­ lands, men mest sum ein part av ymiskum tiltøkum. Í sambandi við landsdystir verða ofta skipað fyri tiltøkum fyri útlendskum tíðindafólki og ferðavinnuni í landinum. Tá er altíð okkurt á skránni, sum umboðar føroyska mentan. – Vit kunnu hava ein føroyskan kokk við, sum ger mat burtur úr føroyskum rávørum, og so hava vit onkran tónleikara við. Onkur heldur fyrilestur. – Hetta er rein marknaðarføring og søla, og tað royna vit at knýta mentan uppí, sigur Guðrið Højgaard. Breiðari útboð Í ritinum »Yirskipað strategi fyri ferðavinnuna í Føroy­ um« verður ferðavinnan lýst úr nógvum sjónar­hornum. Orðið mentan verður nevnt fimm ferðir, men ikki, sum nakað ítøkiligt at brúka til at draga ferðafólk til Føroya. Mentan og list verða mest brúkt á jøvnum føti við handilslív og matstøð. Strategiin vísir á tær mongu jaligu avleiðingarnar, sum tey halda standast av øktari ferðavinnu. Umframt búskaparvøkstur, fleiri arbeiðpláss og allar aðrar búskaparligar fyrimunir, verður sagt, at útboðið av mentan verður breiðari. – Fleiri ferðafólk geva fleiri inntøkur, sum eru við til at menna ferðavinnuútboð so sum gistingarhús, upp­ livingar, handilslív og matstøð, umframt infrastruktur, mentan og annað, verður sagt í nýggju strategiini. Forðing fyri innliti Eisini verður nevnt, at ein forðing fyri at geva ferðafólki betri innlit í føroyska mentan og lívsstíl, er at tað í Før­ oy­um ikki er almannarættur í náttúruni. – Í Føroyum hava vit ikki allamannarætt í náttúruni, og tað ger, at tað ofta ikki er so lætt hjá ferðafólkum at koma tætt uppá og samstundis fáa eitt betri innlit í føroyska mentan og lívsstíl. Jørðin er týdningarmikil til rekreatión og at t.d. reka seyð og slakt kann uttan iva verða eitt hálønarprodukt, um rætt verður borið at. – Føroyar eru í nógvar mátar eitt unikt og eksotiskt ferða­mál, sum hevur nógv at bjóða, og vit hava sera nógvar góðar søgur at fortelja um Føroyar og føroy­ ingar. Brandið Føroyar skal m.a. fyllast við náttúru, menn­iskjum, mentan og kreativum vinnum, øllum sum gevur upplivingar út um tað vanliga, verður sagt um yvir­skipaðu strategiina í ferðavinnuni. Fjølbroytni skal selja – Tá vit siga mentan, so er tað í tí breiðu meiningini. Í øllum, sum vit gera, har royna vit alla tíðina at lyfta tey føroysku virðini fram, óansæð um tað er tónleikur, før­oysk binding, føroysk málningalist ella føroyskur dansur. Tí alt hetta er við til at vísa, hvussu vit føroy­ ingar eru og er við til at gera okkum serstøk, sigur Gurðið Højgaard. – Sjálvt um vit eru færri enn 50.000 fólk, so hava vit eina breiða viftu av mentanarinnsløgum. Bæði tað søguliga td. føroyskum dansi og tradionellari list ella modernaðai list, tónleiki ella binding – tað siðbundnu og tað nýmótans hjá eitt nú Guðrun og Guðrun. Tað er fjølbroytni í mentanini, sum skal selja Føroyar. Guðrið Højgaard vísir á, at í fjør vóru 100 fjølmiðlar í Føroyum, og tey verða víst runt í landinum, har roynt verður at vitja alt slag av føroyskari mentan. Mentanin verður ikki beinleiðis stuðlað til at brúka í ferðavinnuhøpi, men fær umrøðu umvegis Visit Faroe Island. – Vit kunnu vitja hjá Edvard Fuglø ella Tróndi Patursson. Vit kunnu vitja føroyskar matstovur, bjóða teimum í føroyskan dans ella fara ein túr við Birigir Enni. Tað er soleiðis vit gera mentanarpartin týdningar­ miklan í okkara brandi. Vit vísa á tað serstaka – tað er kjarnan í tí, sum vit gera, sigur Guðrið Højgaard. er ein súla í ferðavinnuni Mentanin M Mentanin – bæði gomul og nýggj – verður brúkt í ferðavinnuni at draga ferðafólk til landið. Men Visit Faroe Island hevur ongar skyldur mótvegis mentanini. Pengar til ferðavinnurna verða ikki brúktir til at uppbyggja mentan, men mentan og list fáa umrøðu á tiltøkum, sum Visit Faroe Island er við í uttanlands Ferðavinna Øssur Winthereig