Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 Mozart-bollar Eit kondittarí – Konditorei Fürst – í Saltzburg í Eysturríki selur 1,4 milliónir hond­gjørdar Mozartbollar um árið. Saltzburg hevur lagt seg eftir at draga ferðafólk til býin við eini mentanar­uppliving, sum høvuðsbrand: Wolfgang Amadeus Mozart var føddur í býnum, og tað dregur. Hetta hevur eydnast so væl, at tað hevur gjørt býin til ein av mest vitjaðu í Eystur­ríki. Býurin hevur lagt megin­partin av sínari branding eftir hesum eina heimskenda persóninum. Søvn og konsertir draga ferðafólk til býin. Og ein bakari í býnum hevur so eisini lært seg at fáa sín part. Guggenheim í Helsinki Í Helsinki hevur seinastu árini verið tví­dráttur um býráðið skuldi taka av einum tilboði frá heimskenda listasavninum Guggenheim, um at byggja eitt Guggen­heim-savn í finska høvuðstað­num. Býráðið í Helsinki skulu gjalda fyri bygn­ing­in og fyri raksturin, men inn­tøkur­nar skulu koma aftur í ferða­vinnuni. Í fyrsta lagið atkvøddi býráðið í Helsinki ímóti, bæði tí tað var dýrt og tí fór at kvala annað mentanarligt virksemi í býnum. Stóri fyrimunurin skuldi vera at draga fleiri 100.000 ferðafólk til Finnlands – kanska serliga úr Russlandi. Í januar var uppskotið aftur fyri á býráðs­fundi og hesaferð samtykti býráðið at fara undir stóru verkætlanina. Mett verður, at bygningurin fer at kosa 1 milliard krónur. Víst hevur verið til Guggenheim-savnið í Bilbao í Spania, sum hvørt ár dregur nógv ferðafólk til býin. Í Helsinki er tvídráttur í mentanar­lívinum. Summi stúra fyri, at um býráð­ið brúkar so nógvan pening til eitt Guggenheim-savn, so drenar tað úr kassunum til aðra mentan. Longu nú er talan um at steingja onkur av verandi søvnum. H.C. Andersen í Danmark Í Danmark er tað H.C. Anderssen, sum er kendasti mentanarpersónurin. Men tað hevur ikki eydnast, sum í Salzburg, at gera Danmark til eitt H.C. Andersen- land. Marianne Jelveg, danskur menta­mála­ráðharri, segði við Politiken herfyri: »Vit vita, at stórir møguleikar eru at fáa kinesisk og russisk ferðafólk hendan vegin, og grundin er okkara mentan, tí tey koma vanliga til Keyp­ manna­havnar. Øll kinesisk børn kenna H.C. Andersen,og tí kenna tey eisini Danmark í Kina. Tað er eitt dømi um, at mentan kann gera mun. Tað merkir, at útlendingar fáa eyga á Danmark. Eitt er at vita, at Danmark er eitt land á heimskortinum, nakað annað er at skapa eina søgu um Danmark, sum ger, at fólk fáa hug at vitja landið. Og tann søgan er mentan.« Harpa í Reykjavík Harpa í Reykjavík er eitt mentanar- og tónleikahús við fýra konsertsalum, ráð­stevnu­hølum, matstovum, handlum og fram­sýningarmøguleikum. »Visjónin var at byggja ein konsert- og ráðstevnudepil við dygdarar­kitekturi og allar besta akustikki til alt slag av tónleiki og alt slag av ráð­stevnum og á tann hátt styrkja Reykjavík.« Harpa lat upp 4. mai í 2011 og er longu blivin ein mentanarvarði í Evropa. CNN og The Huffington Post mettu í 2013 Reykjavík vera mest spennandi staðið at vitja og serliga var tað Harpa, sum taldi uppeftir. Tað er føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, ið vegna teknistovuna Henning Larsen Architects, hevur staðið á odda fyri byggingini. Mentan dregur eisini føroyingar Gerandismentan skal selja útoyggjarnar Mentan hevur eisini týdning, tá føroy­ ing­ar eftir lokna útbúgving skulu velja, hvar tey ætla at búgva. Javnaðarflokkurin á Fólkatingið hevur gjørt eina kanning millum 514 fólk, sum vóru liðug við sína útbúgving millum 2008 og 2012. Bæði tey, sum búgva uttanlands og tey sum búgva í Føroyum eru spurd um, hvørji viðurskifti kunnu hugsast at hava týdning, tá tey skulu velja, hvar tey ætla at búgva. Kanningin vísir, at av teimum, sum fóru uttanlands at fáa sær útbúgving eru bert 44 prosent flutt aftur til Føroya. Hjá teimum, sum eru búsitandi í Føroyum, hava starv og familja og vinir stóran týdning, men á triðjaplássinum er mentan. Ein stórur partur svarar, at mentanin í Føroyum hevur stóran týdning fyri, at tey búgva í Føroyum. Tey, sum búgva uttanlands verða eisini spurd, hvat kundi havt týdning fyri at tey fluttu aftur til Føroya, og í hesum bólkinum hava starv og familja og vinir eisini stóran týdning. Men tað eru eisini nógv sum svara, at føroyska mentanin hevur stóran týdning, um tey skulu peika á viðurskifti, sum kundu fingið tey at flutt aftur til Føroya. Umframt tey trý viðurskiftini – starv, familja/vinir, mentan – vóru hesi viður­skiftið eisini drigin fram: sosialar veitingar, veðrið, kostnaðarstøðið, ferða­møguleikar, náttúran, politiska skipanin, fakligar avbjóðingar og lønar­ viðurskifti. – Vit halda, at tann mentan, sum er best at marknaðarføra, er gerandislívið á útoyggjum. Bæði fyrr og nú. Her hugsa vit um handverk, matgerð og siðvenju. Tað sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelgnum. Marknaðarføringin er gjørd við gerandismentanini í miðdeplinum. Ferðafólk hava sera stóran áhuga í, hvussu gerandisdagurin er á bygd. – Tey vilja fegin hava frásagnir um ger­andis­dagin, umhvørvið, arbeiðið og arbeiðs­hættir, søgur úr bygdini o.s.fr. Hetta halda vit eisini kann førast undir mentan, sigur Olga Biskopstø. Júst hendan marknaðarføringin er í tráð við rákið innan mentanar­ferða­ vinnu, men hetta er ikki beinleiðis partur av marknaðarføringini úteftir hjá Visit Faroe Island. Í útoyggjunum ætla tey at leggja seg eftir mentanarsøguni, sum er knýtt at landslagnum. Hvussu 1000 ára søga sæst í nærumhvørvinum, frásagnir um hetta, tað veri seg bygdarløg, rustir, garðar, gróthús, hjallar, bátadráttir, neys uppi á bakkanum, lendingar, torvheiðar o.s.fr. Alt hetta vísir seg at hava stóran áhuga, tá søgan um út­oyggjar skal sigast – eisini fyri fremmandum. Siðsøgan hevur altíð havt góðar dagar. Og sum partur av marknaðar­ før­ingini verður eisini lagt á tað borðið. Sigast skal frá um veiðu og hagreiðing. Hvussu hava fólk fingið matin til høldar og hagreitt hann. – Matur og mentan í hesum sam­ bandi er »hott« í ferðavinnuhøpi beint nú, vísir Olga Biskopstø á. Mentan og list kunnu brúkast á ymiskan hátt. Á heimasíðuni hjá Út­ oyggja­felagnum verður víst til listafólk og list av útoyggj. Í Mykinesi verður bygd eitt gistingarhús, kalla: Mikines – list & gist. Har verður eitt listasavn, ið lýsir Mikines málaran, umfram ein verk­stova, sum listafólk kunnu brúka.