hósdagur 13. mars 2014síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
1 • 14. mars 2014
Mítt yndislistaverk
ógvir mátar eru at siga søg
una um listina. Vit kunnu
greina formar, samanbera
stílsløg, knýta politisk,
hugsjónarlig, tjóðar
skaparlig ella átrúnarlig
motiv upp í listina, ella
vit kunnu savna saman smásøgur um
listafólkini. Vit kunnu brúka sosiologi,
sálafrøði og mannvísund. Vit kunnu
lýsa tilfar, kanna kveikingarkeldur og
greina súmbol. Vit kunnu meta um og
finnast at, greina og kjakast. Vit kunnu
brúka alskins hættir: ikonografiskar,
semiotiskar, fenomenologiskar, meta
fyskiskar ella feministiskar.
Eingin av øll hesum hættum er tann
endaliga rætti. Eingin máti er tann, sum
kann lýsa listina fullfíggjað. Mátarnir,
sum vit velja at brúka, kunnu hvør á
sín hátt geva okkum ein veg inn í lista
verkið, mátarnir kunnu vísa, hvørjir
møguleikar eru í verkinum, teir kunnu
perpektivera listaverkið og avdúka
týdningin, sum listin hevur.
Tí list hevur stóran týdning – bæði
fyri samfelagið og persónliga fyri
hvønn okkara. Tí er tað áhugavert at
siga so nógvar søgur, sum til ber og
finna so nógv sjónarhorn, sum gjørligt.
Hendan framsýningin sigur søguna um,
hvør list er finna í føroysku heimunum,
hví er hon har, og hvønn týdning hevur
listin fyri tey, sum búgva í heimunum.
Framsýningin sigur søgur, sum føra
til nýggjar mátar at hyggja eftir listini,
nýggjar tankar um, hvønn týdning
listin hevur og til nýggjar sannkenn
ingar um listina sum so.
Týðandi søgur, sum eru ein partur
av tí stóru søguni um list í Føroyum.
Her er nøkur dømi úr framsýningin,
sum er opin fram til 4. apríl.
N
14. mars letur áhugaverd framsýning upp í Norðurlanda
húsinum, har øll eru boðin at sýna fram teirra yndislistaverk
Myndlist
Inger Smærup Sørensen
1 - Marita Johannesen:
Uttan heiti. 1961
Marita Johannesen, sála, (gift Weihe)
málaði mítt yndislistaverk í 1961 og
gav mær tað í føðingardagsgávu, tá
eg fylti 14 ár. Sjálv fylti hon 13 ár tvær
vikur seinni. Hon hevði fingið nýggjan
kjóla seymaðan og skuldi í hann fyri
fyrstu ferð, tá hon kom í føðingardag
hjá mær. Myndin, sum er av eini ommu
í svørtum turriklæði, var ikki tornað,
og lá á einum stóli. Tað hevði Marita
gloymt. Spildurnýggi kjólin var lagdur
tvørturum stólaryggin, har myndin
lá, og oyðilagdur. Fastur Maritu er ein
av kendu kvinnuligu listamálarum
okkara, Bergithe Johannesen. Bergithe,
sum var kallað Gigga, var avbera
dugnalig vatnlitsmálari. Fleiri av verk
um hennara eru at síggja á Listasavni
Føroya. Marita gjørdst arkitektur og
var ein av stovnarunum av Arkitektar
99. Yndislistaverkið hevur fylgt mær
síðani 7. apríl 1961.
Beate L. Samuelsen
2 - Jack Kampmann:
Uttan heiti. 1957
Hetta er ein málningur av Jack
Kampmann frá 1957, eisini hava vit
skitsuna til málningin. Hetta var eitt
motiv, ið varð sett upp og brúkt tá
vetrarlistaskúlin, ið Ingálvur av Reyni,
Janus Kamban og Jack Kampmann
settu á stovn í Havn í fimmtiárunum,
og hevur eitt nú Zacharias Heinesen
sagt okkum, at hann minnist, at næm
ingarnir vóru settir at mála eftir hesi
uppstilling. Skálin og borið er til enn,
og standa tey í Vestmanna. Vit keyptu
málningin í Køpinhavn fyri um 10 árum
síðan, og er hetta ein av okkara yndis
verkum.
Emi & Mourits Mohr Joensen
3 - Anker Mortensen:
Fyrsti skúladagur hjá Janusi
og Vasin hjá Sólju. 1991
Eg havi valt tvær myndir, tí tær hoyra
saman, og hingu soleiðis saman á
fyrstu framsýningini, sum listamað
urin Anker Mortensen hevði í Føroyum
á framsýningini Kontrast, í Lista
skálanum í desember 1991. Verkið eru
um børnini hjá mær og Anker, Janus
og Sólju. Ovara myndini eitur »Fyrsti
skúladagur hjá Janusi« og niðara
»Vasin hjá Sólju«. Minnist, at á fram
sýningardegnum, stóðu tvær eldri
damur longi og hugdu at myndunum, og
søgdu at tær als ikki skilti heitini. Tað
skilti eg væl. Tað er tað, sum ger at eg
elski myndirnar. Eg elski litirnar, og tað
abstrakta, sum fær meg at droyma.
Ingun í Skrivarastovu
4 - Silja Strøm:
Uttan heiti. 2013
Eg hava valt hesa myndina hjá Silju
Strøm. Hon hongur í gongini, so eg síggi
hana sum tað seinasta, áðrenn eg fari
út, og hon møtir mær sum tað fyrsta,
tá eg komi inn. Hettar er eyðsæð ein
lundamynd. Tó ikki lundar, sum vit
vanligvís møta teimum í lýsingum fyri
føðilandið at lokka fremmandafólk
hendanvegin. Men hettar er Siljusa
lundar, eitt snedugt, litríkt úttrykk fyri
hennara listarliga snildni, sum vil siga
okkum eitthvørt, og akkurát, hvat tað
er, tað spekulera eg uppá hvønn tann
einasta dag. Soleiðis eru myndirnar hjá
Silju, og tí eru tær til dagliga gleði og
undran.
Hans Pauli T. Strøm
5
2
7
11