Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 1 • 14. mars 2014 5 - Thomas Arge: Svartifossur. 1965 Hesin málningur hjá Thomas Arge (Tommy) eitur Svartifossur og er mál­ aður í 1965. Málningurin var út­still­aður í »Ælaboganum« , ein málinga­handil, sum lá við síðuna av »hjá Kissa« í Fransa­ brekkuni – og vit máttu bara keypa hann! Tommy segði, at málning­urin sýndi grót­forma­tión­ir­nar í Svarta­fossi, og at har eru tveir »menn« mið­skeiðis í málning­inum, sum Tommy segði »passaði upp á« fossin! Svarti­fossur er nakað serligt – øll eru góð við Svartafoss, Hoydalsá og tað vakra øki har uppi. Tað er sikkurt nógv skrivað í bókmentum um Svarta­foss, men Jóanes Nielsen rit­høvundur skriv­ar tað so vakurt: »Mamman segði, at æla­bogar­nir elskaðu Svarta­foss, og børnini trúðu henni. Tað var í Svarta­fossi, at æla­bogar­nir vóru litblandaðir, og síðan gleivaðu teir ernir og fagrir tvørtur um fjørðin til Nólsoyar.« Hetta er flott skrivað, so hvørja ferð ein hygg­ur at málning­inum, fara tankarnir á flog og verma hjarta­røturnar. Sólrun Arge 6 - Páll Purkhús: Uttan heiti. 1964 Tá eg setti búgv seinast í trýssunum, vóru tvær myndir hjá Pálli Purkhús av teimum fyrstu, eg ognaði mær. Av ym­ iskum orsøkum havi eg ikki havt tær í nógv ár. Nú havi eg fingið tær aftur, og tær hava fingið sítt pláss í stov­uni. Eg haldi tær framvegis hava sama serliga mjúka huldukenda dám, og eg hugsi, hvat krógvar seg innan fyri húsa­veggir­ nar. Listamálarin er tíverrri, meira ella minni, farin í gloymskuna og hevur heldur ikki verið so produktivur, tað er spell. Tær eru ikki signeraðar, tí lista­ málarin, helt uppá, at tað var ikki navnið, ið skuldi selja, men myndin sjálv. Laura Joensen 7 - Hans Jacob Glerfoss: Uttan heiti. 1993 Hendan myndin hevur ein serligan týdning fyri meg. Eg havi altíð kent Hans Jacob, og tá hann flutti aftur til heim­bygdina uml. 1990, aftaná nøkur ár í útlegd, hittust vit av og á. Hann ringdi ein dagin og segði, at hann hevði málað eina mynd til mín. – Haldi at eg tori at siga, at hetta var úrslit av kjaki okkara millum um myndlist. Hóast tað okkara millum ongantíð var sett nøvn á andlitini á myndini, so haldi eg, at tey øll eru gjørd við fyrimynd í fólki úr Kalls­oynni. Eg haldi, at Hans Jacob Glerfoss (1937-2010) er ein av okkara evna­ríkastu listamonnum. Hendan myndin hevur ongantíð fyrr verið fram­ sýnd, og haldi eg avgjørt, at hon tolir at verða sýnd fram. Terje Sigurðsson 8 - Fridtjof Joensen: Brynhild. 1968 Fridtjof Joensen (1920-1988), úr Mikladali var næmingur á Lista­ háskúlanum í Keypmannahavn frá 1967 – 1970. Brynhild var biðin til model í móðirlívi,- skuldi koma so skjótt, hon var fødd. Tá hon var 2-3 vikur gomul  í  apríl 1968, fór eg við barna­vogni inn á Charlottenborg hvønn dag í eina viku. Fridtjof og 6-8 aðrir næmingar arbeiddu í atriums­ urta­garðinum, og professarin Mogens Bøggild gekk ímillum teirra og veg­ leiddi Og hann steðgaði Fridtjof, áðrenn Fridtjof helt seg vera lidnan. Sólin skein  hvørnn dag, og Brynhild fekk bróst, meðan hon var model. Bronzu­høvdið keypti eg árið eftir fyri mína fyrstu løn sum sosialráðgevi á Rødbygård. Prógv hevði  eg fingið 5 vikur, áðrenn Brynhild var fødd.  Karin Kjølbro 9 - Frimod Joensen: Uttan heiti, 1968 Hetta er málningur hjá Frimod Joensen frá 1968. Eg havi altíð verið sera væl nøgdur við listaverkið, sum er keypt nakað seinni, og er eitt av fyrstu hjá mær. Hongur í køkinum. Har hongur tað væl og fær stóra uppmerksomheit. Frimod bleiv serliga kendur mitt í 70 árunum við »Føroyar í fokus«? Gekk nokk ikki so væl at selja hetta motivið, tá tað er útlendskt, men mær saknar tað onki; eisini búði eg á Nørrebrúgv í 68. Er tað nakað, eri eg glaðari fyri myndina nú enn nakrantíð. Møguliga er mamman motivið, tí ikki er tað ólíkt listar­manninum sjálvum. Naivisman tá hon er list! Hugarensl áskoðarans hevur verið stór, tá listarverkið hevur verið kannað við sjóneykuglasið, tí har er mangt at smílast yvir. Jóin Sigurðsson 10 - Sámal Joensen-Mikines: Kirkja bygd. 1933 Eg vil gjarna læna tykkum eitt lista­ verk til hesa framsýning, tað er ein máln­ingur, málaður á krossfinerplátu stødd 98 X 87 cm, sum Sámal Joensen Mykines hevur málað, hann var staddur í Fugloy í 1933, og har málaði hann nógvar sera góðar málningar, mill­um aðrar henda, sum er av Kirkju bygd við Viða­reiði í baksýni. At hesin máln­ing­ur hevur sera stóran týdning fyri meg er, at hann hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, míni foreldur fingu hann í brúðar­gávu í 1935, og so langt eg kann minnast, hevur hann altíð verið at sæð í mínum barnaheimi, og eisini tá pápi flutti á ellis­heim, men nú hongur hann á bróst­inum í stovu mínari á Strondum. Svarta húsið, sum er næst­fremst á myndini, er heimi hjá ommu og abba mínum á Kirkju, har havi eg nógv sera góð minnir frá mínum summar­ferium á hvørjum árið, líka til eg var stórur nokk at fara til arbeiðis sum 16 ára gamal, og síðani næstan á hvørjum ári vitja aftur, og eisini í mín­um arbeiðslívi sum mekanikari hjá Føroya Tele, havi eg havt nógvar vitjanir á Kirkju Martin Rasmussen 11 - Steffan Danielsen: Uttan heiti Eitt kvøldi í juli 1953 fóru 6 mans av Skála ein túr eftir fjøllunum á Eystur­ oynni. Tey gingu alla náttina og komu niðan á Slættaratind út móti morgni. Uppi á Slættartindi tóku teir fleiri myndir, m.a. eina suður yvir fjalla­ topparnar. Teir fingu allir eitt eintak av mynd­unum. Tann eini maðurin við á túrinum var Petur Martin Rasmussen. Ein dagin kom Steffan Danielsen – teir kendust frá Keypmannahavn – á vitjan, hann sá fotomyndina, og spurdi um hann kundi læna hana. Nakað seinni kom hann aftur við myndini og einum málningi, ið hann hevði málað eftir foto­myndini, og sum Petur Martin skuldi eiga. Tað serstaka er, at Petur Martin er abbi mín og maðurin, sum hevði mynda­tólið við, er Ewald Sørensen, hin abbin hjá mær. Eg fekk málningin í kon­firma­tiónsgávu frá ommu og abba mínum í heyst og eri sera glað fyri hann, bæði tí hann er flottur, men eisini tí hann hevur eina serliga søgu. Lea Áradóttir Rasmussen 6 1 3 9 4 10 8