Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mars 2014 - Nr. 32 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 ATLANTIC PETROLEUM Sosialurin ÁRSAÐALFUNDUR Í P/F ATLANTIC PETROLEUM Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Føroyum, Oyggjarvegur 45, 100 Tórshavn mikudagin tann 9. april 2014 kl. 10.00 (føroysk tíð) vid hesi fundarskrå: 1. Val av fundarstjóra. 2. Fråsøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári. 3. Framlegu av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 4. Góðkenning av nevndarsamsyning fyri 2013 og 2014. A. Góðkenning av nevndarsamsyning fyri 2013. Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir faktisku nevndarsamsyningina fyri 2013 á kr. 1.680.000,00. B. Góðkenning av staði fyri nevndarsamsýning fyri 2014. Nevndin skjytur upp, at staði fyri nevndarsamsyning fyri 2014 verður hetta: Stødisnevndarsamsyningin skal vera kr. 240.000,00 Formaðurin móttekur 2,00 ferð stoðisnevndarsamsýningina Næstformaðurin móttekur 1,50 ferð stødisnevndarsamsyningina Vanligur nevndarlimur måttekur 1,00 ferð stødisnevndarsamsyningina. Formaðurin fyri samsyningarundirnevndina móttekur 0,50 ferð stødisnevndarsamsyningina afturat vanligu nevndarsamsyning síni. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing. Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár. Broyting í viétøkum felagsins. A. Nevndin skjýtur upp, at seta hetta ískoyti inn sum 8 22 síðsta petti í viðtokum felagsins: "Við gildi frá tí at lóggávan annars loyvir tí, verður årsfråsøgn felagsins sett upp og latin á enskum.“; men annars verður 8 22 Í vidtøkunum óbroytt galdandi. B. Nevndin skjytur upp, at seta hetta ískoyti: "... í Oslo í Noreg...“ inn Í 8 6, 2. petti, so henda åseting verður soljóðandi: "Aðalfundir felagsins verða at halda á heimstaði felagins í Tórshavnar kommunu í Føroyum, í Keypmannahavnar kommunu í Danmark, í Oslo í Noreg ella í London í Onglandi.”; men annars verður 8 6 í viðtokunum óbroytt galdandi. Val av nevnd. Allir nevndarlimir standa sambært viðtakunum fyri vali fyri eitt 1 ára skeið, nevniliga: Birgir Durhuus, Jan E. Evensen, Barbara Yvonne Holm, Diana Leo og David A. MacFarlane. Birgir Durhuus, Jan E. Evensen, Barbara Yvonne Holm, Diana Leo og David A. MacFarlane taka all við afturvali til nevnd elagsins og skjýtur nevndin upp at afturvelja tey. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður vist til heimasíðu felagsins, www. petroleum.fo. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er okin. Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn, og skjýtur nevndin upp at afturvelja P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki at sita sum grannskoðari felagsins til næsta ársaðalfund. Heimild til nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv. Nevndin skjýtur upp at aðalfundur felagsins broytir verandi heimild hjá nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv til at vera soljóðandi: "Heimilað verður nevnd felagsins til felagsins vegna í tíðarskeiðnum frá 9. apríl 2014 til 8. mars 2019 at keypa egin partabrøv. Nevndin kann felagsins vegna í mesta lagi keypa egin partabrøv upp til tað punkt har áljóðandi virðið á ollum teimum egnum partabrøvum, sum felagið eigur, er 10% av áljóðandi virðinum av partapeningi felagsins og hetta til ein kurs, sum ikki kann víkja meiri enn 10% frá noteraða kursinum á partabrøvum felagsins ið handlaði verða á borsmarknaðinum hjá NASDAQ OMX í Keypmannahavn tá keypt verður." 0. Ymiskt. Vidtøkumeiriluti. Til samtyktar av uppskotinum til viðtakubroyting undir pkt. 6 omanfyri, krevst smb. 8 106 stk. 1 í Vinnufelagslógini, at í minsta agi 2/3 av bæði greiddum atkvaðunum og av tí partinum av elagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við einstøku uppskotunum til viðtekubroyting. Annars kunnu uppskot á skránni fyri fundin viðtakast við vanligum atkvødumeiriluta. Bilegging av atgongumerkjum og atkvødusedlum, umframt atkvødugreidsluhåttur. Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvødu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er mikudagin hin 2. apríl 2014. Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi fríggjadagin hin 4. apríl 2014 hava fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3. hædd, box 1228, FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101. Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum, hevur hann møguleika at geva ødrum skrivliga fulltrú til at meta sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, FO- 110 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor Portal umvegis heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvoðu umvegis henda portal. Atkvødugreidsla, ið ikki fer fram við brævatkvødu, fer fram á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum, metir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvødu. Atgongumerki og atkvødusedlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin. Brævatkvødur Partaeigarar hava møguleika at atkvøda vid brævi, t.e. at atkvøda skrivliga, áðrenn adalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvødu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða brævatkvødu, skal brævatkvødan verða móttikin á skrivstovu elagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, FO-110 Tórshavn ella á telefax nr. 00 298 350 101 ella á teldupostinum hjá stjóra elagsins ben.araboQpetroleum.fo í seinasta lagi týsdagin hin 8. apríl 2014. Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar. Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu elagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta um årsfråsøgnina 2013 og støduna hjá felagnum annars ella um spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda spurning pr. bræv til P/F Atlantic Petroleum, Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, FO- 110 Tórshavn ella á telefax nr. + 298 350 101, ella teldubræv á petroleumQpetroleum.fo. Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti. Si eisini niðanfyri viðvíkjandi møguleika fyri at seta spurningar umvegis stroyming. Skjalatilfar til aðalfundin, herundir ársroknskapurin 2013 og dagsskrá við fullfiggjadum uppskotum. Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, herundir (1) ársroknskapurin 2013 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3) ullfiggjad uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið av partabrøvum og atkvødum í felagnum dagin innkallað verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjal og oyðublað til brævatkvødur liggja rammi og eru tek á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, FO- 110 Tórshavn (tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101) í seinasta lagi 3 vikur áðrenn adalfundin, og ann fáast eintak av hesum við at venda sær til felagið har, umframt at alt hetta tilfar eisini er tokt á heimasíðu felagsins www. petroleum.fo. Partapeningur, atkvødurættur og kontoførandi peningastovnur. Partapeningur felagsins er kr. 369.786.000 býttur sundur í partabrøv á kr. 100 og multipla av hesum. Í 8 5 stk.1 í viðtskunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvødu yri hverjar kr. 100 teir eiga í partapeningi. Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvødum: 3.697.860. Felagið hevur kosið sær P/F Eik Banki til kontoførandi peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn å bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á heimasíðuni www.eik.fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna figgjarligu rættindi síni í felagnum. Stroyming av aðalfundi. Sum nakað nýtt hevur felagið valt at stroyma aðalfundin og kunnu parteigarar soleiðis fylgja gongdini á aðalfundinum umvegis stroyming ið løgd verður á heimasíðu felagsins. Ynskir parteigari at Ylgja gongdini á aðalfundinum umvegis stroyming, so skal viðkomandi parteigari í seinasta lagi fríggjadagin hin 4. apríl 2014 hava fráboðað felagnum hetta umvegis heimasíðu felagsins www. petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3. hædd, FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101 og fáa parteigararnir tå útflýggjað loyniorð til at Ylgja stroymingini á heimasíðuni. Parteigarar, ið soleiðis fylgja gongdini á aðalfundinum umvegis stroyming, kunnu eisini seta spurningar á sjálvum fundinum, hetta við á fundinum at senda hesar á teldupostadressu útflýggjað verður við rættstundis tilmelding til stroymingina. Gevið gætur, at parteigarar, ið bert Ylgja gongdini á aðalfundinum umvegis stroyming, ikki formliga uttaka á aðalfundinum og kunnu teir soleiðis einans seta spurnginar umvegis teldupost og ikki greiða atkvødu ella taka orðið á aðalfundinum. Ynskir parteigari formliga at luttaka á aðalfundinum, herundir at taka orðið og/ella greiða atkvødu, má hann formliga luttaka ella verða umboðaður á sjálvum aðalfundinum sum tilskilað omanfyri. Tórshavn, hin 17. mars 2014 P/F Atlantic Petroleum Nevndin