mánadagur 17. mars 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Marjun Dalsgaard
Fleiri kritiskar røddir hava
verið frammi um, at búfólk
ini á Psykiatriska Deplinum
ikki fáa framíhjárætt at flyta
inn í sambýlið, Eystan Heyg.
Í
vikuskiftisblaðnum
prentaði Sosialurin samrøðu
við Karsten Hansen, Heilsu
málaráðharra og Tormóð
Stórá, leiðandi yvirlækna
á Psykiatriska Deplinum.
Báðir finnast teir at, at tey
15 liðugtviðgjørdu fólkini,
sum enn eru fastbúgvandi á
Psykiatriska Deplinum, ikki
fáa framíhjárætt til sambýlið
Eystan Heyg. Sambýlið varð
upprunaliga bygt til hesi
fólkini, siga teir. Men Annika
Olsen, landsstýriskvinna í al
mannamálum hvørki vil ella
kann geva teimum framíhjá
rætt.
- Eg kann ikki avgera,
hvør skal inn í sambýlið. Tað
má vera tann borgarin, sum
er ringast fyri, sum slepp
ur inn í sambýlið. Tað eru
ikki politikarar, sum skulu
avgera tað, men ein visita
tiónsnevnd
við
fakfólki,
sigur Annika Olsen og legg
ur aftrat:
- Eg havi sum politikari
skyldu at tryggja, at tað er
tann borgarin, sum hevur
størsta tørvin, sum sleppur
inn í sambýlið. Eitt sindur av
rættartrygd má vera.
Av tí sama sigur land
stýriskvinnan seg ikki hava
heimild til at geva hesum 15
búfólkunum framíhjárætt, tí
byggisamtyktin frá 2011 loyv
ir øðrum at búgva har.
Lógin varð broytt
Annika Olsen er ei heldur
samd í, at íbúðirnar Eystan
Heyg vórðu gjørdar serliga
til tey, sum búgva á Psykiatr
iska Deplinum.
- Eg dugi ikki at síggja
nakrastaðni, at sambýlið skal
vera bygt til akkurát hesi
fólkini, sigur hon.
Tað stóð upprunaliga í
lógartekstinum, at íbúðirnar
skuldu byggjast til fólkini,
sum høvdu fastan bústað á
Psykitriska Deplinum. Lógin
varð broytt í 2011, tí hildið
var, at tað var skeivt at skriva
í eini lóg, hvør skuldi búgva í
sambýlinum.
- Tað tóktist eittsind
ur fýrkantað, at avgera við
lóg, hvør skuldi búgva í
sambýlinum, tí hvat nú um
tey ikki høvdu hug ella vórðu
skikkað at búgva har, sigur
Tormóður Stórá.
Summi av búfólkunum
hava búð so leingi á Psykiatr
iska Deplinum, at tey eru
stovnsgjørd og tí ikki kenna
seg trygg við at flyta. Tormóð
Stórá ásannar, at tað er so,
men sigur seg kortini sakna
eina trygd fyri, at tey 15 fáa
eitt heim uttanfyri depilin
nú.
- Ein psykiatriskur depil
er ikki at stað, har fólk skulu
búgva, sigur hann. Tað, at bú
fólkini á Psykiatriska Depli
num ikki fáa framíhjárætt,
ger, at hann óttast, at tey
aldrin koma út.
Mugu virða
sjálvsavgerðarrættin
Landstýriskvinnan
í
al
mannamálum leggur dent
á, at hon vil gera alt fyri at
loysa trupulleikan við teim
um fastbúgvandi fólkunum á
Psykiatriska Deplinum, men
hon kann ikki lova, at tey øll
flyta av deplinum.
- Vit mugu virða sjálvs
avgerðarrættin hjá hesum
fólkunum. Tað er møguligt, at
ikki øll vilja flyta. Vit kunnu
ikki fara at tvangsflyta fólk -
tann tankin býður mær øgi
liga nógv ímóti, sigur lands
stýriskvinnan
og
leggur
aftrat:
- Hesi fólkini mugu hand
farast við stórsta varsemi.
Serliga, tá hugsað verður um
teirra søgu - tey eru tvangs
flutt fyrr. Vit kunnu ikki
gera tað einaferð aftrat, sig
ur Annika Olsen.
Hon sigur, at tað ræður
um at finna tað bestu loysn
ina fyri øll.
- Tað er møguligt, at
okkurt annað tilboð er betur
fyri summi av hesum fólku
num, tað má visitatións
nevndin avgera, sigur hon.
Bæði
Tormóður
Stórá
og Sirið Stenberg, løgtings
kvinna fyri Tjóðveldið, sum
setti skrivligan spurningin
til Anniku Olsen, viðvíkjandi
hvør skal búgva í sambýli
num, hava sagt, at tey óttast,
at einki meira hendir á hes
um økinum, tí fleiri pengar
ikki eru játtaðir til býli til
fólk við sálarligum avbjóð
ingum.
Hesum nýtast tey ikki at
óttast, sigur Annika Olsen.
- Pengar eru longu settir
av til hesi fólkini á fíggjar
lógini - pengar sum fara til
Psykiatriska Depilin í dag,
og við teimum kann man
uttan iva gera okkurt fyri
hesi fólkini uttanfyri depilin,
sigur hon.
Skulu út
- Vit eru øll samd um, at hesi
fólkini skulu út av Psykiatr
iska Deplinum. Heilsumála
ráðharrin, Karsten Hansen,
og eg eru samd um at fara
undir eina tilgongd, har vit
tryggja øllum, sum ynskja
tað, at tey fáa ein betur bú
stað, sigur Annika Olsen.
Hon vil gjarna lova, at tey, ið
ynskja tað, sleppa at flyta úr
úr Psykiatriska Deplinum,
men hon vil ikki at seta eitt
tíðspunkt fyri nær.
- Nú er visitatiónsnevndin
sett, og hon skal taka støðu
til, hvat er besta loysnin
fyri hesi fólkini, sigur Anni
ka Olsen. Hon væntar, at
nevndin tekur avgerð um,
hvør skal búgva í sambýli
num hósdagin 20. mars. Har
aftrat fer nevndin møguliga
at koma við einum tilmæli
um, hvat skal gerast fyri tey,
sum ikki fáa bústað Eystan
Heyg.
Ikki politisk avgerð
Tað eigur ikki at vera ein politisk avgerð, hvør skal búgva
Eystan Heyg. Eitt sindur av rættartrygd má vera, sigur
landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen
- Eg havi sum politikari
skyldu at tryggja, at tað er
tann borgarin, sum hevur
størsta tørvin, sum sleppur
inn í sambýlið. Eittsindur
av rættartrygd má vera
Bakgrund
Sirið Stenberg, løgingskvinna fyri Tjóðveldi, setti
11. mars 2014 skrivligan spurning til Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu í almannamálum, um hvørji fólk skulu
hava bústað á nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum
verður bygt í Havn.
Í svarinum skrivar Annika Olsen, at tað er ein
upptøkunevnd, sum skal taka avgerð um, hvør fær bústað í
nýggja sambýlinum.
Hetta hevur fingið fleiri løgtingslimir, landstýrismannin
í heilsumálum og leiðandi yvirlæknan á Psykiatriska
Deplinum, Tormóð Stórá, at staðfesta, at sambýlið
upprunaliga varð bygt til tey fólkini, sum enn hava
fastan bústað á Psykiatiska Deplinum, hóast at tey eru
liðugtviðgjørd. Haraftrat siga tey seg óttast, at hesi fólkini
ongantíð koma út av Psykiatriska Deplinum, um tey ikki
gera tað nú.