Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Sonja Jógvansdóttir, sam­ skipari hjá Samtak, hevur ver­ið við í arbeiðsbólkinum síða­ni byrjan á heysti í 2012. Hon valdi tó at taka seg burt­ ur úr arbeiðnum so seint sum næstsíðsta sun­nu­dag, bara fáar dagar áðr­enn álitið um eitt føroyskt f­á­tækra­mark skuldi handast lands­stýr­is­ kvinnu­ni í al­manna­mál­um. Sonja Jógvansdóttir eftir­ lýsir ítøkilig tilmæli um, hvus­su viðurskiftini hjá fólki, ið liva undir fá­tækra­ marki­num, kunnu bøtast. - Hetta álitið leggur bara upp til fleiri, akademisk øvil­ si, sigur Sonja Jógvansdóttir og heldur fram: - Í staðin burdi arbeiðs­ bólkurin brúkt sína orku til at farið niður í trupul­leik­ar­ nar hjá teimum í okkara sam­ felag, sum vit longu nú vita, hava tað trupult, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon eftirlýsir, at arbeiðs­ bólkurin kemur við nøkrum greið­um tilmælum um, hvat kann gerast fyri at bøta um korini hjá fólki. - Alt ov fá amboð eru í hesum álitinum um før­oyskt fátækramark. Funda­ment­ið er alt ov veikt. Onkur­s­vegna haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgar­ um, sum eru í fíggj­ar­ligari trongstøðu, í nóg stórum álvara, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. Hon vísir á, at álitið legg­ ur upp til at enn fleiri kann­ ingar og greiningar skulu gerast. - Tað var væl tað, sum vit í arbeiðsbólkinum vóru sett til at gera. Vit høvdu ein arbeiðssetning, og hann haldi eg ikki vera útintan á full­góðan hátt, argumenterar Sonja Jógvansdóttir. Amboðið Samskiparin í Samtak dregur ein parallel til eitt annað álit, nevniliga heildarætlanina um fólkaflyting og fólka­ vøkst­ur, sum kom í apríl í fjør. Tað álitið hevði 37 ítøki­ lig átøk, øll við eini kostn­að­ ar- og tíðarætlan. - Alt ov fá amboð eru í hesum álitinum um før­oyskt fátækramark. Funda­mentið er alt ov veikt. Saman­um­ tikið haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgarum, sum eru í fíggjar­ ligari trongstøðu, í nóg stór­um álvara, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Álitið staðfestir, at stakir uppihaldarar og húski við lágum lønum eru fang­að í eini sonevndari ”fá­tækra­ fellu”, har frípláss á dag­ stovn­um fellur burtur, tá inn­tøk­an fer uppum góðar 244.000 krónur. Tí loysir tað seg ikki hjá hesum sam­ felags­bólki at tjena fleiri peng­ar, eitt nú við at arbeiða fulla tíð. - Hetta er tað mest ítøki­ liga í álitinum, og her átti sjálvandi at verið eitt greitt tilmæli um, hvat kann gerast við hesa ítøkiligu støðuna. Eisi­ni vita vit um støðuna hjá støkum uppihaldarum ann­ars, um støðuna hjá ávís­ um pensjónistum og so fram­ vegis. Eitt álit um fá­tækra­ mark eigur at hava greið til­mæli um, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna, sig­ ur Sonja Jógvansdóttir. Samskiparin hjá Samtak óttast, at álitið tí endar í eini skuffu, uttan at nakað meira kem­ur burturúr. - Vit høvdu ein for­nemm­ an møguleika at geva politik­ ar­um eitt ítøkiligt amboð at ar­beiða víðari við. Men tað haldi eg ikki, at man ger við hes­um álitinum, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Arbeiðið er bara hálvgjørt - Man ger ikki tað, ið man er biðin um at gera, og tí leggur álitið um fátækramark bara upp til enn fleiri, akademisk øvilsi, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum í tólvta tíma tók seg burtur úr arbeiðnum og noktaði at skriva undir 1555 fátøk fólk í Føroyum Sambært álitinum um fátækramark eru í dag 1555 fólk í Føroyum, sum liva undir fátækramarkinum. Men talið skal takast við størsta fyrivarni, ávarar Heri Petersen Jón Brian Hvidtfeldt - Ásetingin av einum før­oysk­ um fátækramarki merk­ir ikki, at tað nú er eitt rættar­ krav hjá borgarum at fáa ein posa av pengum, um tey liggja niðanfyri fá-tækra­ markið. Men hinvegin eig­u­r landsstýrið at brúka hetta álitið til at finna tey fá­tæku fólkini í okkara sam­felag. Og síðani finna út­a­v, hvussu tey fáa tað fíggj­ar­liga lættari. Tað er politikk­ur. Tað segði Heri Peter­sen, formaður í arbeiðs­bólki­ num, sum fríggjadagin legði fram álit um eitt føroyskt fá­tækramark. Sambært fulltrúanum í Almannamálaráðnum er álit­ið bara fyrsta stigið á leið­ini. - Álitið sigur ikki alt. Neyðugt er at greina tøl­ini nærri og gera fleiri kann­ing­ ar fyri at finna fram til tey, sum eru ringast fyri, sigur Heri Petersen. Álitið um fátækramark hev­ur ikki lýst út í æsir út­ reiðsl­ur­nar til bústað, sum kunnu vera sera ymiskar, bæði eftir hvar í landinum fólk búgva, og eisini eftir hvørj­um aldursbólki fólk eru í. Ein máti at útgreina fá­tækra­dømi nærri er so­ nevn­di ”saknhátturin”. Her er talan um stórar spurn­a­ rkanningar, sum skulu lýsa, hvat fíggjarligt rása­rúm fólk hava til at keypa tær vørur og luttaka í tí virk­ semi, sum fólkslig semja er um, at øll eiga at hava rætt til. - Hesar kanningar høv­du bøtt um vitan­ar­grund­ar­ lagið um fátækradømi í Før­ oyum. Og hesar kann-ing­ar høvdu tí eisini bøtt um grundarlagið undir møgu­ lig­um politiskum átøkum. Fyrivarni Manglandi útgreiningar gera tí, at talað 1555 fátøk fólk í Føroyum skal takast við stórum fyrivarni. - Ja, óvissurnar eru ov nógv­ar. Eitt nú eru nógvir pen­sjón­istar í hesum bólki­ num, men vit vita ikki nóg nógv um teirra fíggjarstøðu ann­ars. Eitt nú útreiðslur til bústað, ella hvat hesi fólk eiga á bók, sigur Heri Peter­sen. Í løtuni er ógreitt, hvat hendir við álitinum. Ar- beiðs­bólkurin vísir sum nevnt á viðurskifti, sum higar­til ikki eru nóg væl út­ grein­að og lýst. - Men fátækramarkið er við til at varpa ljós á fá­ tækra­dømi og hevur betri grund­ar­lag fyri at umrøða trupul­leikan, sigur Heri Peter­sen. Definitión av fátækradømi: At vera varandi av­mark­ aður frá at liva eitt lív við teimum materiellu ressursu­num, sum eru í tráð við alment aksept­ er­að livikor og lívshátt og ikki hava møguleika fyri sjálvur at koma sær úr støðuni. Tað føroyska fátækramarkið: Tey, sum 3 ár á rað hava havt inntøku lægri enn 60% av mið­inn­tøkuni, eru undir fá­tækra­marki­ num Tilsamans 1555 fólk koma undir hesa defninitiónina 0-17 ár: 359 18-24 ár: 90 25-54 ár: 331 55-66 ár: 145 67+ ár: 630 Tilsamans 1.555 fólk Í bólkinum ”børn” skal talið lesast soleiðis, at tey liva í familjum undir fátækramark Sonja Jógvansdóttir, sam­skipari hjá Samtak Heri Petersen handar Anniku Olsen álit um fátækramark