mánadagur 17. mars 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landið má hava ein greiðan orkupolitikk, og Jarðfeingi víðari heimildir at fremja tiltøk á orkuøkinum.
Tað sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum og fyrrverandi stjóri á Jarðfeingi.
Ingolf S. Olsen
Tað gongur ov seint at gera
neyðugu átøkini á orku
økinum til tess at skunda
undir gongdina at gera orku
framleiðsluna á landi grøna.
Tað heldur Sigurð í Jákups
stovu, rektari á Fróðskapar
setri Føroya, og fyrrverandi
stjóri á Jarðfeingi.
Og amboðið at seta ferð á
gongdina, er at fáa sett orð á
ein greiðan orkupolitikk og
samstundis geva føroysku
orkuumsitingini Jarðfeingi
røttu heimildirnar at virka
og fremja átøk við støði í
verandi og neyðugari nýggj
ari lóggávu, heldur hann.
Sigurð í Jákupsstovu vísir
á, at í samgonguskjalinum
frá 2004 setti landsstýrið
sær fyri at orða ein orku
politikk og at gera eina el
veitingarlóg. Táverandi Olju
fyrisitingin, sum seinni bleiv
partur av stovninum Jarð
feingi, fekk litið hesa upp
gávuna í hendi. Við ársenda
2006 varð uppskot til orku
politikk handað landsstýris
manninum, og í 2007 var
elveitingarlógin samtykt í
Løgtinginum. Men tá nýggj
samgonga kom til í januar
2008, varð málsøkið orkumál
býtt millum Fiskimálaráðið
og Vinnumálaráðið, og úr
slitið var í roynd og veru,
at arbeiðið at fremja orku
politikkin datt niður fyri.
Sama tosið
Í 2011 vórðu orkumál aftur
savnað, og heldur Sigurð í
Jákupsstovu tað vera gleði
ligt, at arbeiðið at orða ein
orkupolitikk verður tikið
upp aftur, og hann vónar, at
tað samstundis verður sett
út í kortið, hvørji átøk skulu
fremjast og hvussu.
– Almenna orðaskiftið
hevur staðið í stað leingi.
Síðan
oljukreppurnar
í
1970’unum hevur verið tosað
um oljuna, um prísin á henni,
og at vit mugu sleppa úr
hennara hafti. Trupulleikin
er, umframt at tørvur er á
einum greiðum, orðaðum
politikki á økinum, at ein
orkumyndugleiki, til dømis
Jarðfeingi, ikki hevur tey
neyðugu amboðini at gera
nakað munagott.
– Stovnurin má fáa lógar
heimild at seta tiltøk í verk,
sum kunnu flyta okkum
nærri at grønum orkukeld
um. Tað snýr seg ikki bara
um at byggja út við varandi
orku, men sanniliga eisini
um at spara í nýtsluni. Ein
spardur kilowatt-tími í húsar
haldinum sparir millum tveir
og tríggjar kilowatt-tímar í
olju á Sundsverkinum.
– Í dag verða sparingar
framdar, tí fólk sjálvi taka
initiativið til tær. Tað er sjálv
sagt gleðiligt, men tú fært ikki
øll við og tað tekur longri tíð,
enn um ein orkumyndugleiki
hevði hóskandi heimildir at
skipa átøk til at minka orku
nýtsluna og at leggja um til
grøna orku, sigur Sigurð í
Jákupsstovu.
Elveitingarlógin
Við elveitingarlógini varð lagt
upp til, at kapping kundi fáast
í lag innan framleiðslu av el,
millum annað við kravinum
um at vindorkuútbyggingar
skuldu bjóðast út. Á henda
hátt skuldi vera gjørligt at
fáa aðrar framleiðarar enn
SEV. Lógin setur eisini krav
um, at framleiðsluvirksemið
og netvirksemið skal vera
roknskaparliga atskilt, og at
netið sum eitt náttúrligt mon
opol skal hvíla í sær sjálvum.
Sigurð í Jákupsstovu held
ur ikki, at tað er neyðugt at
gera størri broytingar í elveit
ingarlógini.
– Tað snýr seg fyrst og
fremst um at brúka hana,
og at hon verður eitt av fleiri
amboðum hjá orkuumsiting
ini, sigur fyrrverandi stjórin
á Jarðfeingi.
orkupolitikkur
Greiðari heimildir
Johan Dahl, vinnumálaráðharri,
sigur seg duga væl at fylgja
hugsanini hjá Sigurði í Jákups
stovu um víðari og greiðari
heimildir til Jarðfeingi.
– Jarðfeingi hevur í løtuni leiklutin
sum ráðgevandi myndugleiki í mun
til orkumál, bæði fyri elveitarar og
landsstýri, umframt at stovnurin er
eftirlitsmyndugleiki. Hesin dupult
leiklutur verður eisini viðgjørdur í tí
eina arbeiðsbólkinum í sambandi
við virkisætlanina. Hartil er at siga,
at Jarðfeingi hevur rættiliga víðar
heimildir í mun til loyvisveiting, og
eftirlit við elveitarum. Spurningurin,
sum eg havi viðgjørt saman við
kommununum, er, hvørt tað
hevði verið ynskiligt, at fingið
eitt uttanveltaðan myndug
leika, sum bæði hevði fakligan
førleika og víðari heimildir at
skera í gjøgnum – nøkulunda
eftir sama leisti sum við gamla
Orkuráðnum, men við serstøkum
heimildum, sigur Johan Dahl.
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, var stjóri á Oljufyrisitingini (seinni Jarðfeingi),
tá stovnurin í 2004 fekk litið upp í hendur at orða ein orkupolitikk og gera eina nýggja elveitingarlóg.
Elveitingarlógin varð samtyktí 2007. Hann harmast, at arbeiðið at fremja orkupolitikkinum datt niður fyri,
tá nýggj samgonga tók við í 2008, og orkumál vórðu býtt millum Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið
Orkupolitikkurin hvarv