mánadagur 17. mars 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
s: SEV eigur
orkuna
leiðsluni út á netið til eina
og hvørja tíð, og tess minni
netið er, tess meira viðkvæmt
er tað. Tað kann als ikki
samanberast við evropeiska
meginlandið, har øll netini
hanga saman og stabilisera
hvørt annað, sigur Hákun
Djurhuus.
Av somu orsøk, sum hann
ávarar ímóti at skilja netið
frá SEV og leggja tað í eitt
sjálvstøðugt alment felag,
vil hann varðveita rættin hjá
SEV til vatnorkuna.
Oljan skal út
– Oljan skal út, so tað verður
vatnorkan einsamøll, sum
skal vera tann stabiliserandi
framleiðslan. Sjóvarfalsorka,
sum vónandi fer at vinna
nógv fram í komandi árum,
er eisini ein stabil orkukelda
á tann hátt, at vit kenna
streymviðurskiftini fram í
tíðina. Men hon hevur kortini
eina óstabila náttúru, tá hon
verður framleidd inn á netið,
tí veður, vindur og streymn
ings-viðurskifti ávirka ta
framleiðsluna
rættiliga
nógv. Tí er tað í fyrsta lagi
vatnorkan, sum verður tann
stabiliserandi framleiðslan,
sigur SEV-stjórin.
Hann er eisini sannførdur
um, at SEV eigur rættin til
vatnorkuna, tó at rætturin,
sum interkommunala orku
felagið fekk upp á vatnorku
framleiðslu í Føroyum í 1963,
gekk út í fjør. Tað loyvið er
longt fyribils til 30. apríl í ár.
– SEV hevur átt rættin í
50 ár og hevur gjørt risa
stórar íløgur í vatnorku.
SEV hevur eisini kortlagt
nýggjar
møguleikar
fyri
íløgur í vatnorku. Kappingin
er um, hvør kann byggja
bíligast, tá tað snýr seg um
vatnorku, altso hvør fær
bíligast fígging, loysnir við
meira. Tað er onki at ivast
í, at í tí kappingini liggja
vit eisini sera frammalaga.
Tí dugi eg ikki at síggja, hví
vit ikki skuldu fingið longt
einkarrættin til vatnorkuna
í 50 ár afturat, um endamálið
væl at merkja er, at elprís
urin skal haldast á so lág
um støði fyri brúkaran sum
gjørligt, sigur Hákun Djur
huus.
Samstarv
Júst á hesum økinum renna
áhugamálini hjá SEV og
privata orkufelagnum Røkt
tó saman. Røkt hevur nevni
liga eisini sókt um loyvi til
vatnorkuframleiðslu fyri at
kunna fremja eina verkætlan,
har vindmyllurnar hjá felag
num pumpa vatn í byrg
ingina á Mýrunum oman
fyri Vestmanna, tá tær ikki
framleiða beinleiðis út á netið.
Við hesi sonevndu pump and
storage-skipanini (pumpu-
og goymslu-skipanini) vil
privata orkufelagið goyma
vindorkuna sum vatnorku,
men til tað krevst, at byrg
ingin verður hækkað og
samstundis eitt loyvi til vatn
orkuframleiðslu.
– Slíkar verkætlanir verða
ikki forðaðar av, at SEV
eigur rættin til vatnorku
framleiðslu.
Verkætlanin
kann fremjast í samstarvi
við okkum, og samráðingar
hava eisini verið um tað við
Røkt, men tað hevur ikki
enn eydnast at koma á mál
við hesum, sigur Hákun
Djurhuus.
Hann leggur dent á, at
SEV er áhugað í samstarvi
við aðrar framleiðarar, tó
at hann vil halda fast um,
at SEV framhaldandi skal
eiga og umsita netið og hava
rættin til vatnorkuna.
– Tað er fortreytin fyri at
hava eina stabila elveiting og
tískil fyri at kunna halda veit
ingarskylduna. Men tá tað
snýr seg um aðra framleiðslu,
serliga vindorku, so er onki í
vegin fyri kapping og sam
starvi. Bæði tá vindmyllu
lundin í Neshaganum og
tann í Húsahaganum vórðu
bodnar út, vóru vit opnir fyri
at arbeiða saman við øðrum
aktørum, men av ymiskum
orsøkum vórðu vit í Neshaga
einsamallir,
tá
avtornaði,
meðan vit í Húsahaga hava
samstarvsavtalu við Magn,
sigur Hákun Djurhuus.
Í aðrari grein rør Johan í
Niðristovu, stjóri í Røkt, fram
undir, at SEV hevur havt
kappingarfyrimun, tá teir
bjóðaðu upp á Húsahagan,
tí felagið kann mótrokna
sparingar í oljunýtsluni á
Sundi, tá vindorkuframleiðsl
an verður økt.
Hesum vísir Hákun Djur
huus tó aftur.
– Útboðið var treytað av,
at talan var um eina sjálv
støðuga
framleiðslueind
uttan møguleika fyri rokn
skaparligum mótrokningum
av nøkrum slagi, og vit hava
hildið treytirnar, sigur SEV-
stjórin.
100 prosent grønt
Hann vísir eisini á, at ráð
andi støðan hjá SEV ikki
hevur forðað fyri nýhugs
an, innovasjón, og luttøku
í nógvum orkumenningar
ætlanum, og nevnir í tí sam
bandinum eina røð av verk
ætlanum.
– Umframt framhaldandi
útbygging av vatn- og vind
orkuframleiðsluni, verður tað
helst sjóvarfalsorkan, sum
størstur áhugi fer at verða
um næstu árini, tí hon hevur
potensjali til, at Føroyar
kunnu verða 100 prosent
forsýnaðar við grønari orku
um nøkur ár – optimistarnir
siga 10 ár, realistarnir 20 ár,
staðfestir Hákun Djurhuus.
roknistykkið kann hanga
saman, um ikki SEV mót
roknar
oljusparingar
á
Sundi orsakað av øktu vind
orkuframleiðsluni. Hetta er
kappingaravlagandi, tí ongin
annar hevur møguleika fyri
slíkum mótrokningum, sigur
Jóhan í Niðristovu, og leggur
afturat:
– Í øllum førum kundu
teir spart 36 milliónir krónur
í oljunýtsluni, og harvið fing
ið grundarlag fyri lægri prís
hjá brúkarunum, uttan at
gera nakra íløgu yvirhøvur,
um onnur sluppu framat
í
Húsahaganum/Hoyvík
shaganum. Støddini á hesi
sparingini kom SEV sjálvt við
á orkuráðstevnuni í Norður
landahúsinum her fyri.
Goyma vindorku
Røkt hevur í løtuni eina um
sókn liggjandi hjá Jarðfeingi,
har sókt verður um loyvi til
vatnorkuframleiðslu á Mýr
unum.
Hetta er liður í einari
sonevndari
pump
and
storage-verkætlan,
har
vindmyllurnar á Mýrunum
skulu brúkast at pumpa
vatn niðan í SEV-byrgingina
á Mýrunum, tá tær ikki
framleiða streym beinleiðis
út á netið. Á henda hátt ber
til at goyma vindorkuna
sum vatnorku.
– Hetta er einasta verk
ætlanin, har tað ber til at
goyma vindorku í longri tíð,
so vit vóna, at vit fáa loyvi,
sigur Jóhan í Niðristovu.
Hann vónar samstundis,
at dyrnar aftur verða latnar
upp fyri veruligari kapping
um elframleiðsluna.
– Áðrenn vit fóru í gongd
í 2003, varð áhaldandi júkað
um, at vindorka bar ikki til
í Føroyum, og at kapping
bar ikki til. Men vit hava á
báðum økjum prógvað, at
tað ber væl til, sigur Jóhan í
Niðristovu.
Bóndasynirnir Jóhan (v.m.) og Hanus í Niðristovu vildu royna alternativar møguleikar at
gagnnýta Niðristovu-festið í Vestmanna, og tí varð Røkt stovnað at standa fyri vindmyllu-
verkætlanin á Mýrunum. Hanus tekur sær av dagliga rakstrinum, og Jóhan er stjóri. Myllurnar
hava ein samlaðan mátt á tvey megawatt. Nú vilja teir eisini gagnnýta spillorkuna og lata
myllurnar reka eina pumpuskipan at pumpa vatn niðan í SEV-byrgingina á Mýrunum, tá tær ikki
framleiða út á netið. Tí má byrgingin hækkast og loyvi fáast til vatnorkuframleiðslu á Mýrunum
Í 2012 býtti føroyska el-framleiðslan seg í 38 prosent frá varandi
orkukeldum – vatni og vindi – og 62 prosent frá termiskari orku frá
oljuriknum verkum.
Nú er lutfallið 43 prosent frá varandi orkukeldum – 35 prosent frá vatnorku
og 8 prosent frá vindmyllum – og 57 prosent termisk orka.
Í 2015 væntar SEV, at lutfallið verður 60 prosent frá varandi orkukeldum
og 40 prosent frá oljuriknum generatorum.
Seint í heyst væntast nýggja vindmyllu-lundin í Húsahaganum við Tórshavn
at fara at framleiða. Talan er um 13 vindmyllur við einum samlaðum mátti á
11,7 megawatt (MW).
FAKTA
orkupolitikkur