mánadagur 17. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stjórin í SEV hevur onki ímóti kapping, men heldur
ikki, at tað er skilagott at skilja netið frá SEV, og
hann er sannførdur um, at kommunala orkufelagið
eigur rættin til vatnorkuveiting í Føroyum.
Hákun Djurhuu
rættin til vatn
Ingolf S. Olsen
Hóast ongin enn rættiliga
veit, í hvussu stóran mun,
Johan Dahl, landsstýrismað
ur í vinnumálum, ætlar at
liberalisera føroysku elveit
ingina, so er Hákun Djurhuus,
stjóri í SEV, ikki í iva um, at
kommunala orkufelagið eis
ini fram eftir fer at hava av
gerandi leiklutin, tá tað snýr
seg um orkuveiting.
– Vit standa fyri næstan
allari elframleiðsluni í Før
oyum og hava stórar og kost
naðarmiklar útbyggingar fyri
framman. Tað er SEV, sum
hevur veitingarskylduna, og
eg dugi ikki at ímynda mær,
at nakar nýggjur aktørur
er førur fyri at átaka sær
henda leiklutin við øllum
tí, tað inniber, sigur Hákun
Djurhuus, sum tó leggur dent
á, at hann onki hevur ímóti
kapping á summum økjum.
– Síðani 2007, tá ið El
veitingarlógin kom, hevur
kapping verið um vindorku
framleiðsluna, og tað er
fínt. Tað riggar, tá talan er
um óstøðugar orkukeldur,
tí tað tá bara snýr seg um
at framleiða orku uttan
systemveitingar. Men tað er
samstundis umráðandi, at
ábyrgdin fyri tí stabilu orku
framleiðsluni við systemveit
ingunum, sum í Føroyum er
vatnorka og termisk orka frá
oljuriknum verkum, er púra
greið. Hendan ábyrgdin er
ásett í Elveitingarlógini og
liggur hjá SEV, sigur hann.
Viðkvæmt net
Í størru grannalondunum
eru fleiri størri og smærri ak
tørar, sum framleiða elorku
inn á netið, sum er sentralt
stýrt, men Hákun Djurhuus
heldur ikki, at tað í Føroyum
ber til at skilja netið frá rest
ini av orkukervinum sum
eina sjálvstøðuga eind.
– Eitt er, at tað vildi havt
stóran eyka rakstrarkostnað
við sær, um netið skuldi verið
skipað sum sjálvstøðugt felag.
Men reint tekniskt vildi tað
eisini verið ein sera ótrygg
loysn, tí vit tosa um eitt sera
lítið, sjálvstøðugt net, sum
tískil eisini er sera viðkvæmt.
Tað er alla tíðina neyðugt við
tí stabiliserandi framleiðsluni
við systemveitingunum. Tað
er ikki soleiðis, at vit kunnu
hyggja at el-netinum sum at
einum veganeti, har fram
leiðslan bara flýtur javnt
og greinar seg út til brúkar
arnar. Standurin á elnetinum
er neyvt tengdur at fram
Netið má skiljast frá
Myndugleikarnir gloppaðu hurðina og knallaðu hana so íaftur, tá vit høvdu gjørt
íløgur og lagt ætlanir fyri okkara vindorkuætlan. Tað heldur Jóhan í Niðristovu,
stjóri í privata felagnum Røkt. Hann vil hava el-netið skilt frá SEV.
Ingolf S. Olsen
Síðani 2003 hevur familju-
fyritøkan Røkt í Vestmanna
framleitt elorku inn á netið
hjá SEV frá trimum vind
myllum á Mýrunum við
Vestmanna.
Ætlanin hevur alla tíðina
verið at økt framleiðsluna,
men higartil hevur tað ikki
borið til. Sambært Jóhan í
Niðristovu, stjóra í Røkt, er
orsøkin einføld: SEV hevur
framvegis monopol upp á
elveitingina.
– Tað var táverandi lands
stýrismaðurin í orkumálum,
Eyðun Elttør, sum skar
ígjøgnum og lovaði okkum
framat, men síðani hava
myndugleikarnir
knallað
dyrnar íaftur. SEV sleppur
at fáa framíhjárætt av at
eiga fleiri framleiðslueindir
og sjálvt netið, tí teir kunnu
innrokna sparingar, eitt nú
oljusparingar á Sundi, tá
teir bjóða upp á vindmyllu-
verkætlanir, sigur Jóhan í
Niðristovu.
Hann heldur, at einasti
máti at fáa kapping um el-
framleiðsluna er at skilja
netið fullkomiliga frá SEV.
– Tað skulu vera vatntøtt
skottir ímillum SEV og eitt
sjálvstøðugt net, annars
gevur tað onga meining at
tosa um kapping um fram
leiðsluna, sigur hann.
Netfelag var strikað
Jóhan í Niðristovu sigur,
at politiskur vilji var til
kapping, tá teir í 2003 fingu
loyvi til vindmyllurnar á
Mýrunum.
– Eftir tað vóru vit bod
nir við í teir bólkarnir, ið
arbeiddu við orkupolitikki
og –planlegging. Í uppruna
uppskotinum til elveitingar
lógina, sum varð samtykt
í 2007, var skilnaður eisini
gjørdur millum SEV og eitt
netfelag, sum skuldi eiga og
reka netið. Men tá uppskotið
kom aftur úr nevnd millum
fyrstu og aðru viðgerð í Løg
tinginum, var tað sum ham
skift. Netfelagið var konse
kvent strikað úr tekstinum,
og SEV sett í staðin, sigur
hann.
Í 2011 tapti Røkt kapp
ingina
um
vindmylluút
byggingina í Neshaganum í
Eysturoynni, og í fjør í Hoy
víkshaganum/Húsahag
anum við Hoyvík. Í báðum
føru vann SEV kappingina.
Røkt kærdi viðgerðina av
útboðnum av hesi seinnu
verkætlanini,
men
tapti
eisini kæruna.
– Teir vunnu Neshagan
við einum prísi á 44 oyru fyri
kilowatt-tíman, tað kann
ljóða rímiligt, men í Húsa
haganum kom prísurin hjá
SEV heilt niður á 31,6 oyru
fyri
kilowatt-tíman.
Eg
dugi ikki at síggja, at tað
– Vit vilja fegin hava bæði
kapping og samstarv um el-
framleiðsluna frá óstøðugum
orkukeldum, serliga vindorku,
sigur Hákun Djurhuus,
stjóri í interkommunala
orkufelagnum SEV. Hann
hevur onga meining um,
hvør skal eiga SEV, men
ávarar ímóti at skilja netið
frá restini av SEV, og eisini
er hann sannførdur um, at
orkufelagið eigur at hava
rættin til vatnorkuna
orkupolitikkur