Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 S o fall aftur dómur í einum óynsktum málið í føroyskum fótbólti. Tað ljóðar sum okkurt, sum bara hendir aðrastaði, men eisini her í Føroyum eru keðilig mál fyri fótbólti. TB bleiv í farnu viku dømt fyri at hava gjørt tveir sáttmálar við sama spælara. Ein, sum bleiv sendur til Fótbóltssambandið til góðkenningar, og ein, sum er ein sokallaður »skuggasáttmáli«, har spælarin kann fáa pengarnar uttan um skattaskipana. Fyrrverandi formaðurin í TB og formaðurin í fótbóltsnevndini fingu ávíkavist fýra og trý ára forboð fyri at luttaka í fótbóltsvirksemi í Føroyum. Ímyndi tykkum, at boðini fara kring heimin og hvat fólk hugsa, tá tey síggja slíkt. Vit erpa okkum av at verða eitt rættvíst land, har tað ikki verður snýtt í fótbólti, men vit hava nú tvær stórar sakir, sum hava givið revsingr til einstakar persónar. Sjálvandi renna øll undan, tá slíkt kemur fram í ljósið. Undanførslurnar í bæði EB/Streyma málinum og nú TB-málinum eru nógvar, men helst eitt sindur torførar at taka fyri fult. Brádliga veit ongin nakað og ongin kennist við avtalur, sum ikki eru á skrift. Akkurát hvat vendir upp og hvat vendur niður kann verða torført at fáa eyga á. Tað er tveir partar, sum semjast um førka seg út í eina sokallaða »gráazonu« fyri at fáa sum mest burturúr. Tað, sum hinvegin er mest skaðiligt, er umdømið hjá føroyskum fótbólti. Tað eru fleiri túsuund fólk, sum hvørt vikuskiftið eru grundarlagið undir, at føroyskur fótbóltur er til – og mennist. Hesi fólkini hava ikki uppiborið, at føroyskur fótbóltur fær eitt vánaligt umdømi, tí snýtt verður við sáttmálum og pengum. Í júst hesum málinum er talan um eina brotsgerð, sum helst fleiri feløg hava gjørt upp til fleiri ferð. Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF, segði fríggjadagin í sendingini Fótbóltspanelið, at fleiri onnur feløg hava gjørt júst saman brot. Fyrrverandi nevnarlimir í føroyskum feløgum hava heldur ikki avsannað, at líknandi hendingar eru farnar fram fyrr. Nú er tíðin komin til gjøgnumskygni í føroyskum fótbólti, og eitt fótbóltsføroyar, sum ansar eftir sínum egna umdømi. Føroyskur fótbóltur má ansa sær Ítróttar klumman Tróndur Arge ■ KÍ vann fyrsta dyst í næstan 5 mánaðar ;-) ( ÍF - KÍ ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Hetta kappingarárið fara vit at fylgja innanhýsis upp­ gerð­unum í Eysturoynni, og innanhýsis uppgerðunum í høvuðs­staðnum millum AB, B36 og HB ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur E. Jensen Hanus skoraði fyrsta málið Hanus Thorleifsson skoraði fyrsta málið í Effo-deildini 2014, tá hann eftir 33 minuttir legði B36 á odda móti barndómsfelagnum, Skála. Fyrsta reyða kortið fekk Hans Jørgen Djurhuus, sum fekk beinleiðis reytt kort í fyrra hálvlieki móti AB. www.ab.fo: Ikki áður í bestu deildini hevur AB havt so góða byrjan sum í ár. Vit hava longu ognað okkum fleiri stig, enn vit høvdu aftaná 12 umfør í fjør www.b36.fo: Hanus Thorleifsson markeraði sína endurføðing í B36-búnanum við máli, og tá Klæmint so eisini skoraði, kundi B36-dagurin ikki verða nógv betri enn tað sama www.nordlysid.fo: Vit sóu ikki nakað gott fótbóltsspæl, men tað var heldur ikki væntandi so tíðliga á árinum. Men hinvegin fekk KÍ ein kanska nakað óvæntaðan sigur móti silvur vinnarunum seinastu 2 árini www.nsi.fo: Tað, sum hevði størstan týdning, var, at trý stig komu til høldar. Spælið var sera gott í løtum, kanska serliga í byrjanin av dystinum. Veðrið darvaði nakað í dag, og verður hetta vónandi betur www.hb.fo: Helst kunnu bæði liðini iðra seg um mista sigurin. Vit, tí vit høvdu sundalagsmenn í posanum, vertirnir, tí teir móti endanum fingu fleiri møguleikar at avgera til sín fyrimun www.eb-streymur.fo: Flestu viðmerkjarar og “sokallaðir” fótbóltsexpertar mettu EB/Streym í mesta lagi at fáa javnleik burutur úr hesum dystinum, og fleiri væntaðu enntá, at HB hevði betri møguleika at vinna. Men vit vístu longu frá byrjanini av dystinum, at vit ætlaðu í hvussu er at geva HB ein skapan gang. Heimasíðurnar skriva: »Eysturoyar-tabel« í Ítróttarsosialinum 2014 Heri Simonsen Eysturoyggin er væl umboðað í effodeildini 2014 við Skála, Víkingi, ÍF, B68 og NSÍ. EB/Streymur er deilt millum Eysturoynna og Streymoynna, so vit rokna teir ikki uppí í hesum sambandinum. Eysturoyarliðini fara at hava 12 uppgerðir ímóti øðrum eysturoyarliðum, og fara vit at gera eitt sindur eyka burturúr innanhýsis uppgerðunum millum Skála, Víking, ÍF, B68 og NSÍ. Vit fara at hava innanhýsis úrslitini frá øllum umførunum, og eina eysturoyartabel, sum verður uppdaterað sohvørt. 1. umfar NSÍ-B68 1-0 (1-0) Støðan: 1. NSÍ 1 dyst 1-0 3 stig 2. Skála 0 dystir 0-0 0 stig 3. ÍF 0 dystir 0-0 0 stig 4. Víkingur 0 d. 0-0 0 stig 5. B68 1 dyst 0-1 0 stig Í øðrum umfari verður ein innanhýsis eystur­oyar­upp­ gerð, og verður hon millum Skála og NSÍ. Í 3. um­fari møtast ÍF og B68. Í 4. umfari verða tvær eystur­oyar­upp­ gerðir, Víkingur-B68 og ÍF- NSÍ. Eisini høvuðs­ staðartabel Høvuðsstaðarliðini eru trý í tali í effodeildini 2014. Tað merkir, at AB, B36 og HB hava 6 dystir ímóti øðrum liðum í høvuðsstaðarøkinum. Vit fara eisini at hava eina høvuðsstaðartabel, sum vísir hvussu liðini í høvuðs­ staðnum klára seg innan­ hýsis. Einki steyp ella al­ mennur heiður verður latin í samband við hesar báðar grannatabelirnar, men áhuga­vert verður at síggja hvussu liðini standa seg í innan­hýsis uppgerðunum. Fríggja­kvøldið klokkan 17.15 spæla AB og B36 úti á Argjum, og tá byrjar so eisini høvuðsstaðartabelin í Ítróttar­sosialinum.