mánadagur 17. mars 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Nú næsta uppgávan hjá
manslandsliðnum í flogbólti
er farin at nærkast, sum er
EM-undankappingin
fyri
smátjóðir á Kypros í summ
ar,
hevur
Flogbóltssam
bandið eisini gjørt avtalu
við 37 ára gamla Bárð Ben
dix Mikkelsen, sum sostatt
verður nýggjur landsliðs
venjari hjá monnunum.
Bárður tekur við lands
liðsvenjarastarvinum á pásk
um, tá fyrstu venjingarnar
eisini verða, og síðani skal
hann fyrireikað liðið til
kappingina á Kypros.
Talan er um ein royndan
mann, Flogbóltssambandið
hevur fingið at staðið fyri
manslandsliðnum, tí um
framt at hava spælt 77 lands
dystir fyri Føroyar, hevur
Bárður verið í fremstu røð í
bæði føroyskum, norskum
og ikki minst donskum flog
bólti, har hann tilsamans
hevur spælt yvir 400 dyst
ir. Hann hevur spælt við
Marienlyst og Holte í Dan
mark, umframt Tromsø í
Norra.
Hann gavst sum spælari í
2009, men tá hevði hann upp
livð alt tað, sum upplivast
kann sum flogbóltsspælari í
bestu donsku deildini, tí við
Marienlyst, ið hann sjálvur
hevði verið við til at spælt
upp í bestu deildina, fekk
hann eitt brak av einum sein
asta kappingarári.
Tí
kundi
hann
enda
tíð sína sum elituspælari
við at vinna bæði dans
ka meistaraheitið, dons-ku
steypkappingina og norður
lendska meistaraheitið fyri
feløg.
Síðani hann gavst sum
spælari, hevur Bárður verið
knýttur at Marienlyst sum
venjari og hjálparvenjari, og
niðri hevur hann eisini verið
við til at vant donsk ung-
dómslandslið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Drúgvu royndirnar hjá Bárði Bendix Mikkelsen sum spælara
og venjara uttanlands, skulu koma manslandsliðnum
til góðar, nú hann er settur sum landsliðsvenjari
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Bárður nýggjur
landsliðsvenjari
Flogbóltssambandið hevur sett Bárð Bendix Mikkelsen sum
nýggjan venjara hjá manslandsliðnum í flogbólti, sum í summar
skal royna seg í EM-undankappingini fyri smátjóðir
Hilmar Jan Hansen
Seinnapartin
leygardagin
var seinna steypakappingin
í
estetiskum
fimleiki
í
ítróttarhøllini á Kambsdali,
har ikki færri enn 27 lið
úr fýra feløgum vóru við.
Havnar Fimleikafelag hevði
tíggju lið, Støkk sjey, Ljósið
seks og vertirnir úr Flog
høvdu fýra lið við í kapp
ingini.
Av tí at hetta var seinna
steypakappingin,
blivu
úrslitini frá hesi og fyrru
kappingini løgd saman, so
finnast kundi fram til saml
aða steypavinnaran, sum í
teimum fimm aldursbólk
unum var liðið við flestu
stigunum tilsamans. Stigini
hjá teimum fremstu síggjast
á talvuni.
Hjá kvinnunum vóru bara
tvey lið við, sum bæði komu
frá Havnar Fimleikafelag,
og har vann Hulda báðar
kappingarnar framman fyri
hitt liðið, sum æt Herta.
Hjá unglingunum vann
Alda úr HF, Viljin úr Støkk
bleiv næstfremst og Ljósið
triðfremst.
Svalan úr Støkk vann hjá
gentunum, og so komu Eina
úr HF og Ljósið.
Hjá smágentunum vann
Nita úr HF í harðari kapp
ing við Vípuna úr Støkk,
og Nora úr HF var heldur
ikki langt aftanfyri. Her var
enntá so javnt, at her var
ikki sami vinnari í fyrru og
seinnu kappingini.
Og hjá smágentum vann
Flykran úr Støkk fram
man fyri Fenju úr HF og
Firvaldar úr Ljósinum.
Í mun til undanfarin
ár,
so
telur
samlaði
karakterurin
í
steypakappingini við, tá
kappast verður um før
oyameistaraheitið, so ein
vánaligur FM-dagur kann
saktans bjargast, um væl
gekst í steypakappingini.
– Upp á tann mátan
fæst enn størri vissa fyri,
at tey bestu veruliga eru
tey bestu. Skuldi eitt lið,
sum hevur staðið seg væl
í fleiri steypakappingum,
staðið seg illa í hesi einu
FM-kappingini,
kunnu
karakterirnir frá steypa
kappingunum lyfta saml
aða avrikið, sigur Elin H.
Joensen, forkvinna í Fim
leikasambandinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
HF tríggar og
Støkk tveir
Samanteljingin av báðum steypakappingunum,
sum nú hava verið í estetiskum fimleiki, gav Havnar
Fimleikafelag tríggjar steypavinnarar og Støkk tveir
Tær bestu
Fyrra
Seinna
Samanlagt
Pinkur
1 Flykran, Støkk
12,25
11,54
23,79
2 Fenja, HF
11,61
10,76
22,37
3 Firvaldar, Ljósið
10,21
8,71
18,92
Smágentur
1 Nita, HF
13,01
12,24
25,25
2 Vípan, Støkk
13,39
11,77
25,16
3 Nora, HF
13,02
11,83
24,85
Gentur
1 Svalan, Støkk
13,97
13,53
27,50
2 Eina, HF
13,52
12,95
26,47
3 Ljósið
13,08
12,02
25,10
Unglingar
1 Alda, HF
12,95
14,22
27,17
2 Viljin, Støkk
10,88
12,84
23,72
3 Ljósið
11,11
12,30
23,41
Kvinnur
1 Hulda, HF
12,65
13,78
26,43
2 Herta, HF
9,95
11,45
21,40