mánadagur 17. mars 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur
H E S A V I K U N A
Andras Gango 3
Sá ótryggur út í ávísum støðum, men
hevði ikki nógv at gera og lið hansara
var orsøkin til reina búrið.
Jonhard Frederiksberg 3
Vantandi skipaða spælið frátók
honum møguleikan at royna seg í
framrættaða spælinum, men gjørdi
hinvegin sína skyldu í verjupartinum.
Per Langgaard 4
Ruddaði alt av vandaleið, eisini ta
einu ferðina bólturin kom framvið
málmanninum.
Einar Tróndargjógv 3
Fyribils umskúlaður til miðverja.
Onga týðandi villu, men slapp ikki
heilt at royna seg fyri tannleysa
B68-álopinum.
Monrad Holm Jacobsen 3
Tók lut í framrættaða spælinum,
ferðmikil og royndi at skapa okkurt
sjálvur. Nakrar skeivar spælingar
vóru tó.
Andy Olsen 4
Flytbarur í høgru síðu og vann
samanumtikið beinleiðis dystin ímóti
vinstra bakki hjá B68. Skapti fleiri
vandastøður.
Magnus Olsen 3
Bant keturnar væl saman við
stríðsandanum, men at býta spælið
var ógjørligt í nógva vindinum.
Sjúrður Jacobsen 2
Enn eitt stríðsavrik fyri hjartafelagið
til orkan gekk undan, men leikliga var
hetta ikki besti dystur hansara.
Árni Frederiksberg 4
Vongleikararnir hjá NSÍ skaptu tað
mesta í dystinum, og har var Árni ein
teirra. Royndi seg eisini við nøkrum
skotum.
Jann Martin
Mortensen 3
Kvikleikin kom ikki rættiliga til
sjóndar í hesum dystinum, men var
ein støðug hóttan í mótálopunum.
Klæmint A. Olsen 4
Sum vant ein støðugt hóttandi
fremsti maður. Tók sær ískalt
av brotssparkinum og gjørdist
sigursharrin.
Avrik: tøl 1 til 6
NSÍ
1 (1)
B68
0 (0)
Pætur Albinus
Spenningurin hevur verið
stórur eftir at Effodeildin
aftur fór á rull, og spenning
urin gjørdist neyvan minni
í B68 og NSÍ, tá ið tey fingu
at vita, at tiltikna granna
uppgerðin gjørdist veruleiki
longu í fyrsta umfari.
Synd var at siga, at veður
gudarnir vóru við spentu
fólkunum, men í illveðrinum
var ein skái og sólin sá tá
ið dysturin byrjaði. Tíverri
vóru ælini ring og vindurin
vaks, soleiðis at hetta seinni
kom at darva, men lagið var
sum vera man gott runt um
vøllin í Runavík við spentum
grannum av Toftum og
heima í Runavík.
Vindurin darvaði
Tað var greitt frá dystar
byrjan, at mikla lotið tvørtur
um vøllin kom at darva
nakað, og at hetta helst
kom at taka nakað frá tí
væl pussaða spælinum. Men
roynt var sum frægast, og tá
ið granauppgerð er ímillum
hesi lið er tað eingin, ið gevur
seg.
Tað vísti seg samstundis,
at NSÍ stundum vísti gott
fótbóltsspæl hóast veður
líkindini. Serliga var tað
skjóta og beinleiðis spælið
út á veingirnar, sum riggaði
væl, og fangaði hetta nakrar
ferðir B68. Tá ið innleggini
komu hevði B68 tó savnað
seg og fekk vart fyri, men
tað úrslitaði seg í trimum
hornaspørkum til NSÍ tíðliga
í dystinum.
Tá ið gott korter var leikt
royndi Árni Frederiksberg
seg úr vinstru, men ferð
miklað skotinum bjargaði
Ragnar
Lindholm
út
til
horna.
Løtu
seinni
var
Klæmint A. Olsen um reppið
at stúta innlegg í málið, men
bólturin endaði beint oman
fyri. B68 var ávarað.
Løtu seinni, tað var í
27. minutti, endaði galið
hjá
toftamonnum.
Árni
Frederiksberg sendi innlegg
innfyri úr vinstru, og tá
ið Jóhan Dávur Højgaard
krimpaði armarnar ov nógv
saman í eini roynd at temja
bóltin við búkinum ella
bringuni, fekk hann hondina
á bóltin. Eiler Rasmussen,
sum var staddur tætt við
støðuna,
ivaðist
ikki
og
peikaði á brotssparksblettin.
Toppskjúttin í fjør, Klæmint
A. Olsen, ivaðist eiheldur
hvar hann skuldi skjóta,
og langaði bóltin eftir jørð
Tað kom ongantíð veruligt lív í grannuppgerðina ímillum NSÍ og B68. Nógvi
vindurin gjørdi sítt til at glið ongantíð kom á spælið, og eitt brotsspark í fyrra
hálvleiki gjørdist avgerandi fyri, at NSÍ vann 1-0 og fekk øll trý stigini
Brotsspark
avgjørdi
linliga
Mest umráðandi
við stigunum
Toppskjúttin í Effodeildini
í fjør, Klæmint A. Olsen,
byrjaði har hann slepti og
skeyt einsamalla málið í
grannauppgerðini
ímóti
B68.
– Tað er sjálvandi gott
at skora í fyrsta dystinum.
Men tað er mest umráð
andi at fáa trý stig, og tað
eru vit øgiliga glaðir fyri,
sigur Klæmint.
Hann er samdur við
Jann Inga í, at munurin
ikki var stórur á liðunum.
– Eg haldi vit høvdu
hvør sín hálvleik í dag. Vit
høvdu fyrra hálvleik, og
teir høvdu seinna hálvleik.
Tað var liðið, sum hevði
mótvind, sum dugdi betur
at spæla við bóltinum í
dag. Tað haldi eg, at ein
merkti á liðunum í dag. Ein
hálvleik í part, ein javnur
dystur, sigur Klæmint, sum
er hampiliga væl nøgdur
við spælið.
– Í fyrra hálvleiki er tað
á góðari leið, men í seinna
hálvleiki dalar tað eitt
sindur. Í seinna hálvleiki
fáa vit einki at koyra, so
har er nakað at arbeiða við,
sigur Klæmint A. Olsen at
enda.
ítróttur