Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32 ítróttur í mál til 1-0 til heimaliðið. Ein dreyma­byrjan hjá NSÍ ímóti grannunum og hjá ritu­víkinginum í royndini at verja topp­skjúttaheitið. Einki aftursvar Málið hjá NSÍ var sum vátur vøttur hjá B68, men sann­ leikin var, at teir ikki høvdu for­mátt sær nóg nógv fram­ eftir vøllinum fyri at sleppa undan einum ávísum trýsti í hinum endanum. Hinvegin sást tað, at teir eftir málið royndu at leggja meiri fyri, og minuttirnar til hálvleiks fingu teir eisini tilspælt sær nakrar vandastøður. Serliga var eini málmøguleikin stór­ur, men hóast at kalla púra leysur megnaði Jonleif Højgaard ikki at fáa nóg nógva ferð og skotið, og – hóast bólturin kom framvið Andras Gango – kom Per Langgaard lættliga aftur við og fekk ruddað bóltin av vandakós áðrenn bólturin nærkaðist málinum. Okkurt skotið útifrá royndi B68 seg eisini við, men tað gjørdist ongantíð ser­liga vandamikið og NSÍ vardi leiðsluna til hálvleiks og sluppu harvið at hvíla seg á odda 1-0. Ping pong Í seinna hálvleiki varð B68 tvungið longri fram á vøllin í eini roynd at fáa út­javn­ andi málið, men tað vísti seg at vera trupult hjá gest­ unum at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Mót­vindur var hesa løtuna, so um­støðurnar at byggja spælið upp vóru á tann hátt lætt­ari, men setningurin hjá NSÍ at pilka spælið hjá B68 var lættari enn setningurin hjá B68 at hava fyri neyðini at skjóta mál. NSÍ hevur á miðvøllinum tveir fyrrverandi verju­ leik­arar í Sjúrði Jacobsen og Magnusi Olsen, og teir greiddu eisini sín verjukenda setning væl og saman við verj­uni bygdu teir ein múr, sum B68 hevði trupult við at spæla seg framvið. Somu­ leiðis var tað skiftið frá 1. deild til Effodeildina hjá B68, sum eygað fekst á, hóast B68 hevur styrkt seg við nøkrum leikarum, ið vóru í Effo­ deildini í fjør. Dysturin gjørdist meiri opin av hesum sama, og í løtum gekk skjótt frá enda í annan. Sum dysturin leið legði B68 meiri fyri í álops­ part­inum, og hetta gav eisini møguleikar til NSÍ í mót­ álopunum. Tað var eisini NSÍ, sum hevði fleiri møguleikar at gera tað til 2-0 enn B68 hevði til at javna, og eitt nú høvdu Klæmint A. Olsen og inn­skifti Meinhard E. Olsen góðar møguleikar. Inn fór bólt­urin tó ongantíð í seinna hálvleiki, og einsamalla málið í fyrra hálvleiki gjørd­ ist tískil avgerandi. NSÍ vann uppi­borið 1-0 og legði sostatt væl frá landi í Effodeildini. albinus@sosialurin.fo Ragnar Lindholm 3 Gjørdi sína skyldu og hevði harnæst nakrar góðar bjargingar. Prísgivin tá ið brotsspark var. Niklas Poulsen 3 Skaraði ikki framúr, men gjørdi sítt arbeiði til lítar í verjupartinum. Jóhan Dávur Højgaard 3 Gjørdi seg skyldugan í brots­ sparkinum, men ruddaði nógvar bóltar burt og tað gjørdi avrikið miðal. Mads Rosenberg 3 Hevði nakrar væl time'aðar takklingar og stuðlaði á tann hátt tann meiri luftsterka Jóhan Dávur. Bergur Gregersen 2 Ótrygg byrjan og NSÍ breyt ígjøgnum hann fleiri ferðir. Spældi seg tó upp aftur og flýddi ofta frá vinstra bakki og fram at taka lut í álopunum. Kristian Anton Andreasen 3 Hansara partur liggur ongantíð eftir. Renniorkan er øgilig, men fekk ikki nógv at arbeiða við. Ovi Brim 3 Fylti nógv á miðvøllinum og var ein av teimum frægu hjá B68. Royndi seg eisini við onkrum skoti. Jann Ingi Petersen 4 Tað sindrið av B68-spælið, sum vísti seg, átti Jann Ingi sín lut í. Harumframt ein umráðandi stríðsmaður. Dagsins leikari hjá B68. Evrard Blé 2 Tapti dystin á miðvøllinum so dyggiliga. Fleiri skeivar sendingar áðrenn hann mátti av vøllinum við skaða. Andrias á Líknargøtu 2 Helst minst sjónligi leikarin á vøllinum og varð ikki óvæntað útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki. Jonleif Højgaard 3 Ómøguligar arbeiðsumstøður hjá einsamalla áleyparanum, sum at kalla einki fekk at arbeiða við. Avrik: tøl 1 til 6 Kring vøllin lótu fólk veður vera veður og vóru væl ílatin til ringa veðrið. Lutfalsliga nógvir fjepparar vóru komnir saman at gera sítt til at fáa lív í grannauppgerðina Á vøllinum var ikki sama tendring, sum annars plagar at vera vanligt í grannauppgerðum. Vónandi er orsøkin tann, at veðrið var ringt og at hetta var fyrsti dystur í ár Ragnar Lindholm Jóhan Dávur Højgaard ??? Niklas Poulsen Bergur Gregersen Ovi Brim Jann Ingi Petersen Evrard Blé Kristian Anton Andreasen Andrias á Líknargøtu Jonleif Højgaard Andras Gango Per Langgaard Einar Tróndargjógv Jónhard Frederiksberg Monrad H. Jakobsen Magnus Olsen Sjúrður Jacobsen (Debes Danielsen, 81.) Andy Olsen Árni Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 68.) Jann Martin Mortenen Klæmint A. Olsen (Meinhard Olsen, 90.) NSÍ - B68 1-0 (1-0) 1-0: Klæmint A. Olsen br 28. Farligasti spælari hjá NSÍ í dag var Jóhan Dávur Højgaard Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Eingin munur á liðunum Liðskiparin hjá B68, Jann Ingi Petersen, var eftir dystin sjálvsagt ikki nøgd­ ur við tapið, men hann metti, at eingin munur var á lið­unum. – Eg haldi ikki tað var tann stóri munurin á lið­ unum í dag. Vit vóru ógvu­ liga uppsettir til dystin, men kanska nervar hava verið upp á spæl, tí eg haldi ikki vit vóru nóg grammir. Vit vóru tó grammari í seinna hálvleiki og fingu broytt upp á tey tingini, sum manglaðu, sigur Jann Ingi og heldur fram: – Men teir fingu eitt brots­spark, sum avgjørdi dystin. Vit hildu ikki tað var brotsspark, men tað fáa vit ikki gjørt nakað við. Dómarin metir, at hann kemur í hondina. Tað er bara harmiligt, at tað er tað, sum skilir liðini. – Vit royndu at liggja kompakt, tí vit vita, at teir eru góðir í álopspartinum. Eg haldi, at vit fingu vart væl fyri teimum. Men vit fingu lítið burturúr sjálvir, haldi eg. Vit skaptu ov lítið. Tað er harmiligt at tapa fyrsta dystin, tí vit høvdu í øllum førum ætlað okkum stig, sigur Jann Ingi Petersen og leggur at enda afturat, at teir mugu bøta um í álopspartinum til næsta dyst. albinus@sosialurin.fo – Teir fingu eitt brots­ spark, sum avgjørdi dystin, sigur Jann Ingi Petersen Mynd: Álvur Haraldsen