mánadagur 17. mars 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Klæmint og Hanus
komu, sóu og sigraðu
Dugdu ikki at binda posaknútin
Skálamenn bjóðaðu av frammarlaga á vøllinum, men
sum tíðin leið, gekk orkan undan, og so vann B36 2-0
b36
2 (1)
Skála
0 (0)
Jóannes Hansen
Tríggir nýggir vóru millum
teir fyrstu ellivu hjá B36,
sum leygardagin hevði vitjan
av Skála. Ein av teimum var
Alex Mellemgaard, sum áður
hevur spælt í AB. Hann var
vongverji í vinstru, meðan
Símun Joensen, sum hevur
røkt henda leiklutin síðstu
árini, var verjukendur mið
vallari undir liðini á Róaldi
Jakobsen.
Hinir báðir nýggju menn
inir vóru Klæmint Matras,
sum var miðverji, og Hanus
Thorleifsson. At siga, at teir
báðir eru nýggir í B36 er
ikki rætt. Klæmint verður
nevndur Mr. B36, og Hanus,
sum er uppvaksin á Skála,
hevur áður verið í árstals
felagnum.
Teir báðir – Hanus og
Klæmint – komu, sóu og
sigraðu. Ein stórur hálvur
tími var farin, tá ið skála
maðurin í B36 skoraði fyrra
málið. Vongverjin í høgru,
Høgni Eysturoy, legði inn
fyri,
og
undir
málinum
stýrdi Hanus Thorleifsson
við krúllinum bóltin í málið
aftanfyri Suna Ernstsson.
Henda støðan helt sær
í ein hálvan tíma. So var
Klæmint Matras upp á spæl.
Eftir horna og út frá aftur
sendi Lukasz Cieslewicz flatt
innfyri, og Klæmint Matras
smekkaði bóltin upp undir
tvørtræið og í málið!
Skálamenn vildu fegnir,
og teir arbeiddu hart, men
sum tíðin leið, var tað týðu
ligt, at teir ikki megnaðu at
fylgja við, og at tað eisini
eftir hesa vitjanina í Gunda
dali verður bíðað eftir fyrsta
sigrinum ímóti B36 á útivølli.
– Vit mugu ásanna, at B36
hevði tak á tí. Í 1. hálvleiki
var tað á einari leið hjá okk
um, men so møddust vit.
Ferðin er hægri, enn hon er
í næstbestu deildini, og tað
skulu vit venja okkum við, og
so mugu vit bara staðfesta, at
tað telur at eiga royndirnar.
Tær eigur B36, meðan vit
mugu spæla okkum til tær,
staðfesti Teitur R. Joensen,
Skála liðformaðurin, sum var
annar av miðverjunum.
Hvat var ætlanin hjá
tykkum?
– Í fjør eydnaðist tað væl
hjá okkum at vera frammar
laga á vøllinum og at vera
tættir. Vit trívast best, tá ið
tað eru vit, sum hava bóltin.
Tað eydnaðist ikki so væl
hesa ferð. Eg rokni ikki við,
at vit beinanvegin fara at
broyta spælskipan, men um
tað fer at vísa seg so torført,
sum tað var hesa ferð, so
rokni eg við, at spurningurin
verður vendur, sigur Skála
miðverjin.
Brian
Jacobsen
var
einsamallur á toppinum. Á
sentrala miðvøllinum ar
beiddu Pætur Dam Jacobsen
og
Andras
Frederiksberg
nógv, men tað eydnaðist
ongantíð at seta trýst á B36
verjuna og Tórð Thomsen í
málinum.
B36 veteranurin Jákup á
Borg var sum vera man væl
nøgdur:
– Hugburðurin var góður,
allir arbeiddu væl, og tað
eydnaðist
væl
at
bróta
ígjøgnum í síðunum soleiðis,
sum vit høvdu ætlað. Upp
leggið var eisini at pressa teir
frammarlaga, og tað gekk
eisini væl. Tórður hevði einki
at gera, og tað var hugaligt, at
Hanus og Klæmint skoraðu.
Hetta var ein góð byrjan, og
um vit varðveita fólkið og
sleppa undan leikbannum
og skaðum, so kunnu vit vera
við í kappingini um plássini í
Europa, heldur Jákup á Borg.
joannes@sosialurin.fo
EB/Str
1 (0)
HB
1 (1)
HB hevði møguleika fyri
trivaligari leiðslu, áðrenn
EB/Streymur svaraði aftur
og hevði møguleika at vinna
1-1 við Margáir millum
meistararnar í HB og EB/
Streym, sum heldur seg hava
grundarlag fyri ætlanum at
vera við í toppstríðnum.
Tá
ið
Dagfinn
Forná
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð, skundaðu spælararnir
sær undir tak. Beinanvegin
eftir fyrsta bríksl fór veðrið
at arga, og nógvi vindurin
spældi stórt puss, so tað ikki
varð skipaða fótbóltsspælið,
ið tað kann roknast við, at
hesi bæði liðini eru før fyri
at diska upp við.
Í fleiri ár hevur Fróði
Benjaminsen gingið undan
og átt størsta lutin í, at
FM heiti eru endað í HB
húsinum. Tað var týðuligt,
at liðformaðurin framvegis
er svangur eftir at vinna og
at vera við í málskjótingini.
Andrew av Fløtum var sen
tralur í uppspælinum, og
hóast René Tórgarð bjargaði
eftir fyrru royndina, so
megnaði Fróði at seta hol á.
Tá restaðu fimm minuttir
av 1. hálvleiki, og HB leiðslan
helt, inntil tjúgu minuttir
undan
dystarenda.
Leif
Niclasen javnaði, eftir at
Hans Pauli Samuelsen hevði
lagt
innfyri
úr
vinstru.
Møguleikin stóðst av, at HB
misti í uppspælinum í høgru.
Í sovornum støðum hava
sundalagsmenninir so ofta
víst, hvussu vandamiklir teir
eru, og tað eru teir framvegis.
– Umstøðurnar vóru tor
førar, og tá ið alt kemur
til alt, so er tað ivaleyst í
lagi, at tað endaði javnt. Vit
høvdu møguleikar at økja
um leiðsluna, men vit tóku
ikki av, og so svaraðu teir
aftur, var viðmerkingin hjá
HB liðformanninum Fróða
Benjaminsen.
Meðan HB var í kendari
uppstilling,
so
vórðu
tríggir nýggir menn á EB/
Streyma
liðnum.
Millum
teirra Jónas Tór Næs og Pól
Jóhannus Justinussen, sum
mannaðu
vongverjarnar
og harvið tiptu fyri skjótu
HB
gjøgnumbrotunum
í
borðunum.
– Tað var torført at fáa
orduligt fótbóltsspæl í lag.
Vit vístu góðan hugburð og
komu afturíaftur. Síðstu løt
una vóru vit omaná, hóast
vit høvdu vindin ímóti, og vit
høvdu møguleikar at skora
sigursmálið, men úrslitið
mundi vera á einari leið,
staðfesti nýggi EB/Streyma
spælarin Jónas Tór Næs.
Umframt Jónas og Pól
Jóhannus var miðvallarin
Høgni Madsen eisini nýggjur
á EB/Streyma liðnum.
Nógv hevur verið tosað
um, at HB við Poul Ingason,
sum er komin úr TB og í
Gundadal,
hevur
fingið
nýggjan álopstrumf. Poul
Ingason var ikki á dómara
listanum leygardagin. Hann
var á 1. deildarliðnum, sum í
gjár spældi ímóti TB.
joannes@sosialurin.fo
So er fótbólturin BLÁSTUR í gongd aftur
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
B36 byrjaði árið við at Skála
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: