mánadagur 17. mars 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
ítróttur
Víkingur 0 (0)
AB
2 (1)
Meiri enn helmingurin av
liðnum var nýggjur, tá ið tað
fyri fyrstu ferð eydnaðist
AB at vinna í fyrsta umfari,
og tað ímóti favorittunum í
Sarpugerði.
Tað eru nýggjar fótbólts
tíðir á Argjum. Gamaní verð
ur millum tipparar rokna við,
at tað verður, sum tað plagar,
og tað vil siga, at AB skal vera
millum liðini, ið kappast fyri
at sleppa undan niðurflyting.
26 umfør eru millum
nú og síðst í oktober, og tí
kann tað vera, at nógv, sum
nú vendir upp, fer at venda
niður um sjey mánaðir. Men
eingin kann taka frá argja
monnum, at teir í fyrsta
umfari í ár hava syrgt fyri tí,
sum teir ongantíð áður hava
megnað, nevnliga at vinna
fulla úrtøku.
– Hetta var ein sera kær
komin sigur. Vit roknaðu við
møguleikanum, at tað skuldi
eydnast at vinna. Vit høvdu
avrátt, at vit skuldu pressa
teir frá fyrsta bríksli, og tað
eydnaðist væl, sigur nýggi
og væl nøgdi AB venjarin Bill
Jacobsen.
Annað árið í bestu deildini
verður ofta sagt at vera tað
torførasta. Á AB liðnum eru
tó fleiri, sum ikki vóru við í
fjør. Seks av teimum fyrstu
ellivu vóru ikki á liðnum
í fjør, og leygarmorgunin
versnaðu fyritreytirnar, tá ið
Jógvan Isaksen, sum skuldi
vera í miðverjuni, orsaka av
sjúka gav avboð.
– Fyrra málið, sum Jóan
Símun skoraði í 22. minutti
eftir flatt frísparksinnlegg
úr høgru frá Jónasi Stenberg,
var sera týdningarmikið. Fyri
bæði Jóan Sìmun og liðið
var tað avgerandi, at hann
skoraði í fyrsta dystinum,
heldur Bill Jacobsen.
Lyklastøðan var, tá ið
Hans Jørgen Djurhuus, fýra
minuttir eftir leiðslumálið,
varð vístur av vøllinum eftir
nærdyst. Harvið broyttust
fyritreytirnar fullkomuliga.
Men kortini var tað Víkingur,
sum síðsta stóra korterið
av 1. hálvleiki var omaná.
Undan vindinum tiltuskaðu
heimamenninir sær nógv
hornaspørk, og tað vóru
fleiri spentar støður, har m.
a. Finnur Justinussen var
tætt við, men tað varð ikki
meiri enn nær við og næstan.
– Hetta var ikki okkara
dagur. Eg kann ikki annað
enn rósa spælarunum fyri
at
vísa
góðan
hugburð,
men tað datt ikki okkum
til
fyrimunar,
staðfesti
Víkinga venjarin Sigfríður
Clementsen, sum var mis
nøgdur við, at dómarin ikki
bríkslaði fyri brotssparki
í 2. hálvleiki, tá ið støðan
framvegis var 1-0, og Finnur
Justinussen fór um koll í
nærdysti við málverjan, eftir
at innskifti Hanus Jacobsen
hevði lagt innfyri úr vinstru:
– Eg skilji ikki, at tað ikki
verður bríkslað, tá ið mál
verjin rakar mannin, sum fer
um koll, og ikki bóltin.
AB venjarin ásannaði, at
heimaliðið stóran part av
tíðini leikliga var omaná.
– Men vit vóru væl skip
aðir og stóðu ímóti trýst
inum, og eftir at Hørður M.
Mohr, sum var á miðvøll
inum, tí Sorin var fluttur
aftur í verjuna, hevði økt um
leiðsluna, so vóru vit nærri
3-0, enn teir vóru at skora,
helt Bill Jacobsen.
joannes@sosialurin.fo
ÍF
2 (1)
KÍ
0 (0)
Jóannes Hansen
Tølini siga, at 2013 var sonn
marra hjá KÍ, sum ongantíð
fekk tak á verjupartinum. Í
gjár var fyrsta royndin, síð
ani Jonas Flindt Rasmussen
og Ndende komu til Klaks
víkar við tí fyri eyga, at nú
skal skil fáast á verjuni. Teir
báðir vóru eyðsýndir í Fugla
firði í gjár.
3-1 sigurin bendir á, at tað
er longri millum lekarnar,
og at teir ikki eru so stórir,
sum teir vóru í fjør, tá ið tað
í handavending eydnaðist ÍF
at svara aftur, eftir at klaks
víkingar høvdu lagt seg
framum 3-0.
– Vit hava arbeitt nógv
við at betra um skipanina
av verjupartinum. Hesa ferð
órógvaði vindurin, men eg
haldi, at tilvitanin um leik
lutirnar
í
verjupartinum
sást at vera størri, og at tað
var við til leggja grund undir
sigurin.
Spælararnir
eiga
eisini rós uppiborið fyri, at
teir arbeiddu framúr, heldur
væl nøgdi KÍ venjarin Eyðun
Klakstein.
ÍF legði bragdliga fyri,
og tað var óvæntað fyri
mótstøðumenninar,
at
Albert Ellefsen og ÍF vóru í
3-5-2 uppstilling, sum bar við
sær, at fuglfirðingar fyrsta
hálva tíman oftast vóru fleiri
á miðvøllinum enn mót
støðumenninir.
Hóast ÍF hevði yvirvág,
so megnaði heimaliðið ikki
at spæla seg til upplagdar
málmøguleikar,
fyrrenn
dysturin var mest sum av
gjørdur. Tá var Dánjal á
Lakjuni eina ferð spældur
leysur innanfyri verjuna,
men
Meinhard
Joensen
bjargaði, og so minkaði Karl
Løkin um munin til 3-1 við
beinleiðis frísparki, tá ið tað
restaðu tríggir minuttir.
– Hetta var ikki okkara
dagur. Vit fingu ikki nyttu
burturúr, tá ið vit vóru
omaná, men tað fingu teir,
sigur Bartal Eliasen, sum
mannaði verjuna saman við
Fritleif í Lambanum og Poul
Nolsøe Mikkelsen. Høgni
Zachariassen var ikki førur
fyri at spæla, og tað kom illa
við.
Tað var avgerandi, at KÍ
skoraði stutt undan og stutt
eftir steðgin. Í báðum før
um var hetta staðfesting
av, at tað kostar at missa í
uppspælinum. Stutt undan
steðginum legði Hjalgrím
Elttør upp, og Atli Danielsen
skoraði úr stuttari fjarstøðu.
Sutt eftir steðgin var tað
væl upplagdi Atli Danielsen,
sum spældi Páll A. Klettskarð
leysan, og málslúkurin takk
aði fyri. Sørmundur Kalsø
skoraði triðja málið eftir
hornasparksinnlegg frá Tóri
Justesen, sum er nýggjur á
vinstra vongverja.
Støðutalvan sigur, at KÍ er
ovast eftir fyrsta umfar. Tað
leggja teir bláu vit gamla v
mynstrinum um hálsin ikki
so nógv í. Tað ræður um
at varðveita hugburðin og
spæla og stríðast.
– Vit missa ikki mótið.
Tað eru 26 umfør eftir, og vit
ætla okkum á talvuna sum
skjótast,
staðfesti
Bartal
Eliasen.
joannes@sosialurin.fo
Tað er longri millum
lekarnar í Klaksvík
Nýggjar tíðir á Argjum
Í ÍF iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku , tá ið
heimaliðið undan steðginum hevði leikliga yvirvág
Sær út til at Hans Jørgin fær eitt frammúr gott
kappingarár í ár. Hevur lagt hart út. Longu 1
reytt kort
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
KÍ vann fyrsta dyst í næstan 5 mánaðar
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: