mánadagur 17. mars 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
TB-leikarar
høvdu ikki
pengar til mat
– Í minsta lagi 20.000 krónur um mánaðin, ókeypis mat, hús og bil. Tað var tað, sum Eyyub Keten og
Aumang Haji fingu lovað frá TB. Tað ljóðaði ov gott til at vera satt, og tað var tað eisini. Týsdagin í síðstu
viku máttu teir flýggja av Tvøroyri, tí eftir seks vikum í arbeiðsloysi áttu teir ikki pening fyri mat og teir
vóru sálarliga raktir av viðferðini og at TB-nevndin ikki lat um vón. – Tú skyldar mær 1000 krónur, títt
svín, vóru seinastu orðini Eyyub Keten fekk frá formanninum í fótbóltsdeildini hjá TB, Kim Roest
Pætur Albinus
Tað var hin 29. januar í ár,
at 25 ára gamli Eyyub Keten
og 17 ára gamli Aumang Haji
settu kósina ímóti Føroyum.
Teir hava báðir spælt við
Esbjerg fB í Danmark, men
nú var tíðin komin at royna
ævintýrið í Føroyum. Næsti
steðgur var á Tvøroyri, har
TB hevði givið teimum eitt
sera gott tilboð.
– Teir lovaðu okkum hús
og arbeiði, har vit komu at
tjena í minsta lagi 20.000 kr.
um mánaðin. Teir rindaðu
eisini
flogferðaseðlarnar
og søgdu, at vit somuleiðis
skuldu fáa ókeypis mat. Tað
var bara at koma at spæla,
sigur Eyyub Keten, sum
hóast alt mátti umhugsa til
boðið.
– Vit fingu eina viku at
umhugsa tilboðið í. Sjálvur
hevði eg familju og arbeiði
í Danmark, men eg gjørdi
av at siga upp og pakkaði
síðani taskuna við kós ímóti
Føroyum, sigur Eyyub Keten,
sum hevði Aumang Haji og
Mehmed Lemes við sær.
Lemes fór tó skjótt heim
aftur til Danmarkar.
Væl móttiknir
Eyyub Keten og Aumang
Haji vóru ógvuliga hugtiknir
av føroysku nattúruni, tá ið
teir komu higar. Eisini mettu
teir, at móttøkan var góð.
– Øll vóru so smílandi og
spurdu, hvussu vit høvdu
tað, sigur Eyyub.
Fyrstu tíðina var tó eitt
sindur av rumblið við at fáa
eitt hús at búgva í, og komu
teir tískil at flyta ímillum
nøkur hús áðrenn teir fingu
fastan bústað.
Avtala var gjørd um at
teir kundu læna bilin hjá
Pálli Guðlaugsson, TB-venj
aranum, við teirri treyt, at
teir avheintaðu hann og tóku
hann við sær til allar venj
ingarnar.
Keðilig vend
Eyyub Keten og Aumang
Haji hava nú verið í Føroyum
í góðar seks vikur, men enn
hava teir hvørki fingið ar
beiði, pening ella mat.
– Vit hava framvegis
einki arbeiði, onga inntøku
og hava ongar pengar eftir.
Vit hava roynt at fáa ein
fund í lag við nevndina, men
teir royna at ganga framvið
okkum og stinga av eftir
venjing, sigur Eyyub og vísir
á, at trupulleikin er um at
gerast álvarsligur.
– Køliskápið er við at
tømast. Seinastu dagarnar
hava vit bara etið breyð,
tí vit hava ikki ráð at gera
okkum
heitan
mat.
Vit
eru sálarliga raktir av hesi
støðuni og hava trupult við
at fáa svøvn. Vit hava havt
og nógv at hugsa um og hava
stúrt, sigur Eyyub.
Arbeiddu uttan løn
Sum ein partur av keð
seminum og fyri at fáa tíðina
at ganga, átóku Eyyub Keten
og Aumang Haji sær at mála
vaskirúmið í TB-húsinum.
Hetta skuldu teir sjálvandi
fáa løn fyri, varð lovað teim
um.
– Tað tók okkum fýra
dagar, men vit hava fram
vegis ikki fingið eina krónu
fyri tað arbeiðið nú fýra
vikur seinni, sigur Eyyub og
greiðir víðari frá, at teir í tveir
dagar høvdu ein afrikanskan
leikara búgvandi.
– Tað var ein vinmaður hjá
Blé, sum var komin higar at
royna seg. Kim Roest spurdi,
Havi ikki nummarið
hjá teimum
Kim Roest noktar at hava
spilt Eyyub Keten út í
einum sms-boðum, sum
seinni nevndi annars sigur
seg hava prógv fyri.
Í fyrsta lagi sigur Eyyub
Keten, at Kim Roest ringdi
og var í øðini og eitt nú
nýtti óviðkvæmisorð. Hes
um vísir Kim Roest aftur.
– Nei, tað hevði eg ikki
funnið upp á at gjørt. Ert
tú svakur, spyr Kim.
Vit spurdu hann, um
tað passar, at hann hevur
sent Eyyub eini sms-boð,
har hann kallaði hann fyri
eitt svín.
– Eg havi ikki so frætt
sum tað føroyska numm
arið hjá teimum, so nei.
Tað man hava verið onkur
annar, sigur hann.
Undir samrøðuni vísti
Eyyub Keten undirritaða
sms-boðini,
sum
hann
hevur givið okkum eitt av
rit av.
albinus@sosialurin.fo