mánadagur 17. mars 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
ítróttur
flogbóltur
Fráskrivar
sær
ábyrgdina
Stutt áðrenn blaðið fór
til prentingar ynskti for
maðurin í fótbóltsdeildini
hjá TB, Kim Roest, at
greiða nærri frá støðuni.
Hann vísti tá á, at TB sum
so ikki hevði nakað við
leikararnar at gera, tí at
Páll
Guðlaugsson
hevði
fingið teir heim til Føroya
og at teirra fremsta mál
var at arbeiða. TB hevði
tískil ikki nakran sáttmála
við leikararnar. Húsið, sum
donsku leikararnir búðu í,
hevði Páll somuleiðis út
vegað teimum.
Hann váttaði, at TB
hevur ábyrgdina av Páll
Guðlaugsson, men at hann
hevði fingið loyvi frá TB
at taka sær av hesum
leikarunum og at felagið
einans stóð fyri pappírs
arbeiðinum við FSF.
albinus@sosialurin.fo
Ósemja um
orsøkina
TB sigur, at orsøkin til, at donsku
leikararnir fóru heim aftur
til Danmarkar, var at teir ikki
trivust í Føroyum. Hesum vísa
teir báðir tó staðiliga aftur og
siga, at teir trivust ógvuliga væl
Pætur Albinus
Vit vendu okkum til nú
fyrrverandi
formannin
í fótbóltsdeildini hjá TB,
Kim Roest, og spurdu
hann hví donsku leik
ararnir nú fara heim aftur
til Danmarkar.
– Tað var semja ímillum
leikarar og leiðslu, at teir
høvdu trupulleikar við at
trívast her, og tískil tóku
vit hesa avgerðina í felag,
sigur Kim Roest.
Eyyub
Keten
vísir
aftur,
at
teir
høvdu
trupulleikar við at trívast
á Tvøroyri, og vísir eisini
aftur, at tað var semja
um at teir skuldu fara úr
Føroyum.
– Als, als ikki. Vit
høvdu tað sera gott sam
an við leikarunum og
komu eisini væl út av tí
við teimum uttan um fót
bóltin. Vit høvdu veitslu
í farnu viku, og tað var
sera stuttligt. Vit vóru
góðir vinmenn við allar
leikararnar, men tað var
bara ímillum okkum og
nevndina, at tað ikki
riggaði, sigur hann.
Einki arbeiði
Bræv,
sum
Sosialurin
hevur
fingið
innlit
í,
prógvar, at Páll Guðlaugs
son, TB-venjari, lovaði
danskarunum
arbeiði,
sum skuldi geva teimum í
minsta lagi 20.000 krónur
um mánaðin. Alt var klárt,
so teir skuldu bara koma,
vóru boðini. Eftir fyrstu
seks vikurnar í Føroyum
høvdu teir tó bara arbeitt
í tríggjar dagar, men hetta
heldur Kim Roest seg ikki
kunna vera Harra yvir.
–
Teir
arbeiddu
á
Pelagic, sum avtalan eis
ini var. Í tvær vikur ella
tíggju dagar. At eingin
fiskur og arbeiði er, tað
kunnu vit ikki ráða fyri,
sigur Kim, sum sigur seg
sjálvan hava lænt pening
út til donsku leikararnar
tá ið teir komu til Føroya.
Hesar pengar vil hann
hava aftur.
– Síðsta orðið er ikki
sagt enn. Eg vænti, at
endurgjaldskrav verður
lagt fram fyri teimum,
sigur Kim, meðan Eyyub
tvíheldur um, at talan
er um eina rokning fyri
fysioterapi og at teir nú
sjálvir skulu gjalda hesa
viðgerð sum hevnd fyri
at teir rýmdu undan
ósømiligu korunum.
Eyyub
Keten
sigur
víðari, at teir høvdu verið
fegnir um at kunnað
arbeitt í tvær vikur, sum
nú fyrrverandi formaður
teirra sigur, men at teir
í veruleikanum bara ar
beiddu í fýra dagar.
– Vit hava arbeitt í
Pelagic í fýra dagar. Teir
søgdu, at tað ikki var meiri
fiskur, men at tað skuldi
koma sild og makrelur í
juli. Tískil sóu vit fram til
tríggjar mánaðir afturat
sum arbeiðsleysir, sigur
Eyyub og strikar undir, at
tað als ikki hevði borið til
hjá teimum at livað undir
teimum treytunum.
albinus@sosialurin.fo
um vit kundu hava hann
búgvandi hjá okkum, og
sjálvandi játtaðu vit. Okkum
dámar
væl
samanhald.
Trupulleikin var bara, at
hann ikki skilti enskt, og vit
máttu nýta google translate
á telduni. Hann undraði seg,
at ikki alt var sum tað skuldi,
og tá ið hann varnaðist, at
vit ikki høvdu fingið tað, vit
høvdu fingið lovað, stakk
hann av, sigur Eyyub.
Útspiltir av
formanninum
Týsdagin í síðstu viku høvdu
teir báðir fingið nóg mikið.
Teir gjørdu av at sleppa
sær til Havnar og síðani
víðari heim til Danmark
ar. Bilin settu teir í túnið
hjá Páll Guðlaugsson, og
lykilin góvu teir Danjal Eli
West, næstformanni í fót
bóltsdeildini hjá TB. Familjan
í
Danmark
hevði
givið
teimum so mikið av peningi,
at teir kundu ferðast heim
aftur. Flogferðaseðlar høvdu
teir framvegis ikki ráð til,
so teir máttu velja bíligaru
loysnina; nevniliga Norrønu.
Men ófráboðaða heim
ferðin frá svongd og fátækra
dømi á Tvøroyri fall ikki í
góða jørð hjá Kim Roest.
– Hann ringdi til mín og
segði nøkur óviðkvæmisorð
og at eg ikki skuldi sleppa
úr landinum. Hann segði, at
hann hevði meldað okkum
fyri at hava stolið bilin, og
at løgreglan leitaði eftir
okkum. Eisini segði hann, at
vit skuldu sleppa at gjalda
15.000 krónur fyri húsaleigu
og flogferðaseðlar, sigur ein
skelkaður Eyyub Keten, sum
eisini fekk eitt sms-boð frá
Kim Roest, har hann segði
»du skylder mig 1.000 kr dit
svin !!«
Hetta komst av, at Eyyub
Keten seks ferðir hevði verið
til fysioterapeut. Hann hevði
fingið lovað, at TB skuldi
rinda fyri viðgerðina, men tá
ið saman um kom – og sam
bært sms-boðnum – fekk
hann rokningina aftur í
høvdið.
Taka málið upp
Eyyub Keten og Aumang
Haji eru komnir higar um
vegis Carsten Hille, sum er
í fótbóltsumhvørvinum í
Esbjerg, og umframt at hava
kent Eyyub og Aumang
síðani teir vóru smádreingir,
eisini kennir Páll Guðlaugs
son og plagar at vísa honum
á spælarar í Danmark, sum
møguliga kundu verið áhuga
verdir fyri Páll.
– Vit hava greitt Carsten
frá øllum, og hann er skelk
aður. Hann segði, at um
hetta var støðan, so fór hann
ongantíð aftur at senda
leikarar til Føroya. Men lat
okkum nú koma til Dan
markar fyrst og síðani venda
okkum til DBU og greiða frá
hendingunum á Tvøroyri,
sigur Eyyub, sum í løtuni
stríðist við at fáa spæliloyvið
leysgivið frá TB.
– TB krevur at vit rinda
teimum 15.000 krónur í
endurgjaldi fyri bústað og
annað, annars fáa vit ikki
okkara spæliloyvið leysgivið,
sigur Eyyub.
Eftir at vera flýddir av
Tvøroyri týsdagin í síðstu
viku komu teir til Havnar og
høvdu ikki tak yvir høvdið.
Men tá traðkaðu vinfólk til.
– Stór tøkk til Bjarta M.
Henriksen og Kaj Niclasen
við familju fyri at hava verið
ein risa stór hjálp seinastu
dagarnar í Tórshavn. Nú
verður hugaligari at ferðast
heim, søgdu Eyyub Keten
og Aumang Haji á einum
máli áðrenn teir lætnaðir
um hjartað fóru umborð á
Norrønu hóskvøldið í síðstu
viku.
albinus@sosialurin.fo