Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Serføroyskt stavrað Mortan Rasmussen Seinastu tíðina er nógv sagt og skrivað um føroyskt stavrað. Sum um hetta er Størsti týdningurin fyri, at før­oyska málið skal yvir­ liva. Nú eri eg ikki nakar mál­frøðingur og fari tí ikki at leggja meg út í slíkar mál­ frøðisligar spurningar, sum eftir míni sannføring ikki hava so stóran týdningin, sum hildið verður. Ofta verður funnist at málburðinum hjá út­varps­ fólki (viðhvørt av røtt­ um), men størstu mál­mis­ brúkarnir eru tó handlarnir. Eg tali at viðhvørt, og í ein­støkum føri hevur tað hjálpt. Livurpostei bleiv í áravís nevnt livradeiggj, sjálvt um allir føroyingar áttu at vita, at deiggj er rátt. Við at vísa til orðabókina fekk eg hetta broytt. Skiva er nakað, ein kann standa innan- ella uttan­fyri, men eitt tal av flísum (t.d. breyðflísum) kanst tú keypa. Eg havi talað at, men ikki rínur við. Fekk ein pakka av roykt­um laksi nú ein dagin. Á framsíðuni stendur m.a.: This QUALITY PRODUCT OF Denmark v.m. og Premium smoked salmon from Denmark. Á baksíðuni stendur: Royktur laksur í SKIVUM 400 g, Innihald: Laksur (Salmo Salar) Salt, Royk. Upprunaland - FÆR­ØER­ NE Bert eitt av mongum dømum. Tá sannleikin órógvar argumentini Tá Høgni Hoydal skal styrkja síni argument, er hann stundum í so skjótur at leypa sannleikan um Sjúrður Skaale Fyri einum góðum mánað síðani boðaði Høgni Hoydal frá at eg skuldi hava sagt, at Atlantsflog bara skal flúgva til Danmarkar. Tað passar ikki. Tað visti Høgni Hoydal – men hann segði tað kortini. Hví? Jú, tí tað hóskaði til hansara polit­ isku agitatión. Grækarismessudag ger hann sama nummar í Rás2 og in.fo. Nú eru boðini, at ”okkara fólkatingslimir” fullkomiliga havi svikið sína uppgávu í stríðnum millum Føroyar og ES. Í staðin fyri at leggja trýst á, hava vit brúkt orkuna uppá at pakka støðuna inn í eina dýnu, og fjala útyvir hana. Og heldur enn at verja føroysk áhugamál, hava vit nýtt orkuna uppá at verja Danmark í hesum málinum. Tann, sum hevur fylt bara nøkulunda veit, at hetta er ósatt. Eg havi – sjálvsagt í tøtt­um samskifti við Føroya Lands­ stýrið – gjørt tað, eg havi kunnað. Bæði tá tað hevur snúð seg um at fáa donsku stjórnina at skilja og taka til sín føroysku sjónarmiðini, og tá tað hevur snúð seg um at umboða føroysku sjónar­ miðini alment í pressuni. Tað hevur munað væl. Og tað veit Høgni. Men hetta er sum við kjak­inum um Atlantsflog: Høgni Hoydal sigur tað, sum passar til hansara polit­isku agitatión. Og har er sann­ leikin ikki altíð ein so av­ger­ andi faktorur, tíverri. Nei til stoppur – ja til fakligheit og álit Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Seinnu árini er tað almenna vorðið alt meira fongt við ein­um pappírsveldi, ið legg­ ur dent á eftirlit og doku­ menta­tión, heldur enn at fokusera uppá tær tænastur, ið viðkomandi stovnur skal veita. Eitt dømi um hetta eru mál og avriks sáttmálarnir innan tað almenna. Feskasta dømi um henda arbeiðshátt er ”stopp-urs” kann­ingin innan eldra­røkt­ ina, har minuttir og sekund til at hjálpa okkara eldri at eta, fara á wc og fáa heilivág varð skrásett. Hetta hendir sam­stundis, sum játtanin til eldrarøkt er skorðin inn á bein. Tann alt ov lítla og dýra­ bara tíðin, ið er til eldrarøkt, verður enn minni, tí alt skal skrásetast. Mál og avrik eitt haft um beinið Sambært roknskapar­kunn­ gerðini hjá landinum skulu aðalráðini gera mál og avriks sáttmálar við stovnarnar und­ir aðalráðunum. Fyri kort­um hoyrdist í miðlunum, at mál og avriks sáttmáli var gjørdur við Suðuroyar sjúk­ hús. Sagt var, at sáttmálin ásetti fleiri skurðviðgerðir og minni av fysioterapi. Møgu­ liga eru onkur staðbundin viðurskifti, ið eru orsøkin til at fysioterapiin minkar, hetta setir tó ein sera áhugaverdan spurning. Hvat verður valt frá tá ið avrikssáttmálar áseta t.d at talið av skurðviðgerðum verður økt ? Hvussu er við kreativitetinum og innova­ tiónini tá ið fokus skal leggj­ ast á at uppfylla málini í sáttmálanum, er tá nøkur tíð eftir til nýhugsan. Ein annar viðkomandi spurningur er, um sáttmálar viðvíkjandi mál og avrik eru rætta amboðið, tá ið tað snýr seg um almennar tæn­ astur so sum sjúkrarøkt, eldra­røkt og undirvísing. Vit eiga at kanna hvussu nógv tíð verður brúkt uppá at dokumentera ístaðin fyri at veita tænastur, hvat kann øll henda dokumentatiónin brúkast til og verður hon yvirhøvur fylgd upp og brúkt til nakað, ella liggur hon bert og samlar støv í onkrari skuffu. Amboð ið hoyra kapitalismuni og ídnaðarsamfelagnum til Hesi stýringsamboð hava sín uppruna í byrjanini av hesi øldini, tá ið Henry Ford fekk verkfrøðingin Taylor at gera tíðarkanningar innan bilframl­eiðsluna. Hesir tankar løgdu lunnar undir samli­bands framsleiðsluna av bilum. Trupulleikin er bert tann, at røkt av menn­ iskj­um ella undirvísing kunnu ikki samanberast við møtrikkar og motorar. Hetta eru deyðir lutir og teir hugsa ella føla ikki. Tí hoyrir hesin hugsunarháttur, eftir mínum tykki, ikki heima innanfyri almennar tænastur, har tað nærum bert snýr seg um menn­iskju. Eldrarøktin sum dømi Okkara grannalond hava eisini roynt alla hesa skrá­ setingina millum annað innan fyri heimarøktina. Grundgevingin fyri at skráseta alt er rættartrygdin hjá borgaranum og at tæn­ astan skal kunna skjalfestast, um onkur klagar. Sambært ársfrágreiðingini frá lands­ grannskoðanini fáa øll eldri, ið fáa heimahjálp, eina út­ greinaða rokning hvønn mánaða, ið vísir hvussu teir dýrabæru minuttirnir, ið tey hava fingið í heimahjálp, undanfarna mánaðin, eru brúktir. Eri vís í, at tey eldru heldur ynskja sær meira tíð til tænastuna enn at síggja, í smálutum, hvat ið tey hava fingið av hjálp. Tað ber til at skipa eldra­røktina og aðrar almennar tænastur øðrvísi Kanningar úr Danmark vísa, at heilsustarvsfólkini kenna tað sum at tey mugu leggja fakligheitina til viks og lata seg stýra av eini samlibandshugsan, tá ið tey eru til arbeiðis. Hetta kennist sera frustrerandi. Samstundis vísir tað seg, at nógv av hesi doku­menta­ tión verður als ikki brúkt til nakað. At hetta eisini er galdandi í Føroyum er nógv ið bendir á. Grundgevingarnar fyri at skráseta so nógv eru, sum áður nevnt, rættartrygd og dokumentatión, um onkur skuldi funnið uppá at klaga um veittu tænastuna. Tað er tó so, at ongin skipan er so skotsikkur, at ikki ber til at snýta, so ella so. Stoppur skift út við einum øðrum slagi av leiðslu. Í Keypmannahavn hevur man avtikið teldilin og er farin frá einstøkum tænastum sum t.d bað til at bjóða ein morg­ un pakka, døgurða pakka og so framvegis. Hetta merkir, at heilsustarvsfólkini útfrá eini fakligari meting av dags­form­inum hjá pen­ sjonistin­um, sjálvi avgerða, um viðkomandi skal í bað týsdag ella mikudag hesa vikuna. Heilsustarvsfólkini hava eisini ábyrgdina av, um tað tekur 10 minuttir at geva einum borgara tænastuna, ið henni nýtist og eitt sindur longur hjá einum øðrum borgara, enn rokniarki sig­ur. Øll tænastan byggir á eina fakliga meting hjá heilsu­ starvs­fólkinum. Tað er tó ov einfalt, bert at siga, ongin skráseting skal vera og at hvørt sekund skal nýtast til røkt. Tá ið ein strikar stoppuri, má okkurt annað setast í staðin, og tað hevur alstóran týdning at styrkja fakligheitina. Tað merkir at heilsustarvsfólkini skulu hava tíð til, at sparra við onnur, um hvussu truplu uppgávurnar skulu loysast, og krøv verða sett til fakliga menning. Endurskoða mál og avrik Landsstýri eigur at end­ur­ skoða ásetingarnar um mál og avriks stýring og seta sær spurningin, tænir skipanin sínum endamáli. Tað kann verða, at hetta amboðið kann brúkast við góðum úrsliti, innan onkur økir. Men tað eru uttan iva nógv økir, har tað er óneyðugt og bert tekur tíð frá høvuðsuppgávuni, at veita borgaranum tænastur. Lat okkum strika kontroll og misálit og ístaðin seta álit á starvsfólkini og fakligheitina í hásæti. Tað snýr seg um, at satsa uppá fakligheitina innan tað almenna. Øll skráseting, ið ikki kann grundgevast við øðr­um, enn tørvinum hjá leiðsl­uni at hava kontroll við starvsfólkini, eigur at avtakast. Um okkurt starvs­ fólk misnýtir tað álit, ið verð­ur víst teimum, ber til at siga viðkomandi úr starvið, heldur enn at varðveita eina skipan, ið byggir á misálit. Vóni at eisini kommun­ unnar fara at taka henda táttin upp, tá ið tær sjálvar skulu skipa eldraøki.