mánadagur 17. mars 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Djóni Nolsøe Joensen er námsfrøðingur og samskipari í Jekarastovu í Havn. Eitt
heim fyri børn og ung við sosialum og kensluligum avbjóðingum.
Jekarastova:Skulu leiðbeina
og stuðla teimum ungu
Grækaris Djurhuus
Magnussen - PRESS
Klokkan er umleið 8.30 hend
an leygarmorgunin, tá eg
koyri inn í túnið hjá Djóna
Nolsøe Joensen, og konuni,
Maritu Gregersen Hansen.
Snøggu svørtu húsini við
vøkru grótgrundini og ruddi
liga og væl fráfarna túninum
gevur tær fatan av greidleika
og hampafólki.
Djóni
Nolsøe
Joensen
er á veg niður av loftinum,
tá eg komi innar í gongina.
Hann vísir mær inn í køkin.
Morgunmaturin er komin
á borðið, og har situr 3 ára
gamla dóttirin, Gyða, við
einum fittum smíli. Tey bæði
hugna sær í morgun.
Eg fái beinanvegin var
hugan av, at hetta er ein
maður, sum gongur høgt upp
í sítt arbeiði. Sosialpedago
gikkurin ella almannanáms
frøðin hevur stórt pláss í
lívi hansara. Sama hevur
arbeiðið við teimum ungu í
Jekarastovu.
Relasjónsarbeiði
Eitt aðalmál í sosialpedagog
iska arbeiðnum er at arbeiða
fram ímóti at barnið upplivir
at tað megnar.
”Grundkjarnin í at uppliva
at tú megnar, sprettur úr
einari góðari relasjón. Tí leggi
eg dent á at koma í samband
við børnini, at arbeiða við at
skapa álit og á tann hátt at
arbeiða við avbjóðingunum
hjá barninum. Fleiri av børn
unum og teimum ungu hava
mist álitið á vaksin, og tí
hava tey heldur ikki álit á
okkum, tá tey flyta á Jekara
stovu. Bara tað at fáa veruligt
samband við barnið kann
taka langa tíð. Men neyðugt
er at arbeiða út frá tí tempo,
sum barnið megnar fyri at
fáa framburð, sigur Djóni
Nolsøe Joensen.
Tá vit hava fingið okkum
ein
góðan
kaffimun
úr
stempulkannuni
hendan
morgunin, koyra vit oman
av Ternuryggi og oman í
Jekarastovu, sum liggur út
Við Strond.
Í køkinum í Jekarastovu
er okkurt av teimum ungu
setst við køksborðið. Skjótt
kemur nýbakað morgun
breyð frá bakaranum á borð
ið. Djóni heilsar uppá, og fer
beinanvegin runt á kømrini
hjá teimum, sum framvegis
ikki eru komin á føtur.
"Á hasi talvuni eru mynd
ir av okkum, sum eru til ar
beiðis. So vita tey ungu, hvør
er til arbeiðis. Men tað er ikki
nóg mikið. Nógv teirra hava
verið so illa svikin mangan,
at tað skal meira enn ein
mynd til, at tey kunnu vera
trygg við, at hann ella hon
er til arbeiðis. Tí fari eg runt
at heilsa upp á tey øll, so tey
síggja, at eg veruliga eri her,"
sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Nógvar uppgávur
Eitt sindur trongligt er í
Jekarastovu. Pláss er fyri 7
ungum úr aldrinum 7 til 18 ár.
Ung í hesum aldri vilja hava
eitt sindur av albogarúmi.
Innrættað er í tveimum
hæddum, so tá alt kemur til
alt, liggur væl fyri.
"Køkurin er savningar
staðið. Tað er her, tey djúpu
prátini eru millum tey ungu.
Her trívast tey væl," sigur
Djóni.
Men her eru eisini onnur
høli. Til dømis sita tveir ungir
knassar í sofuni í trappu
uppgongini, annar við einari
teldu og hin við einum I-padi
ella onkrum líknandi. Teir
eru langt burturi í onkrum
spølum, blíðsníðaðir.
Eitt minni og heldur
trongligt rúm er gjørt út
til kreativar sálir. Í einum
størri og rúmligari rúmi
eru hillar við bókum og eitt
stórt sjónvarp. Her verður
fyrst og fremst hugt eftir
Manchester United, Arsenal,
Liverpool og øðrum stórum
fótbóltsfeløgum.
Vit sita á skrivstovuni.
Náttarvaktin greiðir Djóna
frá gongdini í Jekarastovu
seinasta samdøgrið. Og hon
letur væl at. Onkur smávegis
trupulleiki, men onki soleiðis.
Tað hevur gingið bara væl.
Friðarligt.
"Onkur var eitt sindur
leingi í býnum í nátt, men tað
spældi væl av," sigur náttar
vaktin.
Hon sigur Djóna, at ein
námsfrøðingur er farin í
høllina á Kambsdali við ein
um ungum drongi. Hann
skal vera við í einari fótbólts
kapping.
"Seinnapartin í dag er
føðingardagur norðanfyri. So
tá má onkur fara norður við
tveimum av okkara ungu,"
sigur Ása.
Tað fer Djóni Nolsøe
Joensen at taka sær av. Hann
ætlaði at fara í svimjihøllina
við nøkrum dreingjum, men
svimjihøllin er stongd. So
hann fer í staðin at koyra
hesa báðar ungu í føðingar
dag.
Tey tosa aftur og fram um
eitthvørt tiltak, sum verða
skal í arbeiðshøpi, og tey
koma ásamt. Djóni Nolsøe
Joensen hyggur upp á meg,
og smílist:
"Ja, so fór hasin frídag
urin," flennur hann.
Tú fært kensluna av, at
hetta eru námsfrøðingar,
sum veruliga ganga høgt
upp í sítt arbeiði. Sum dáma
sítt arbeiði. Sum hava kensl
urnar við í royndini at leiða
ungu búfólkini á beint.
Dokumentarsending
Ein
dokumentarsending
um børn við trupulleikum,
sum Danmarks Radio gjørdi
eina ferð í 1990-unum, vakti
áhugan hjá Djóna Nolsøe
Joensen fyri sosialpedagog
iska økinum.
"Hetta var í 1. ella 2. g. Eg
var ikki heilt vísur í, hvørja
leið eg skuldi halda. Men eg
hugdi eftir hesi sendingini
umaftur og umaftur. Send
ingin gjørdi okkurt við meg.
Eg fekk hug at hjálpa hesum
børnunum og ungu, sum
høvdu tað trupult," sigur
Djóni Nolsøe Joensen.
Hann royndi seg fyrst sum
stuðul hjá einum drongi, og
tað dámdi honum væl. Og tað
var ongantíð nakar ivi um,
at tað var sosialpedagogiska
økið, sum hevði hansara
áhuga.
Avgerðin varð tikin, og
hann fór at lesa námsfrøði
á Frælsinum í Havn. Hann
var m.a. í starvsvenjing í
Himmelbjerggården í Dan
mark. Hetta er eitt viðgerðar
heim fyri ung.
Eftir loknað útbúgving
hevur hann millum annað
starvast á ungdómsdeildini
á Barnaheiminum. Her ar
beiddi hann saman við Finni
Helmsdal, sála, sum var
leiðari á Barnaheiminum.
"Finnur Helmsdal plagdi
at siga, at eitt er at hava eina
Tað tekur tíð hjá børnunum at finna seg til rættis, tá tey koma inn
á ein stovn, sigur Djóni Nolsøe Joensen, námsfrøðingur og samskipari í Jekarastovu
Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen
Navn: Djóni Nolsøe
Joensen
Aldur: 41
Útbúgving: Náms
frøðingur í 1999
Starv:
Námsfrøðingur/
samskipari í Jekara
stovu
Kona: Marita
Gregersen Hansen
Børn: Anna 17 ár,
Óluva 12 ár og
Gyða 3 ár
Fyrr starvast: Á
Barnaheiminum og
Frítíðarskúlanum í
Badmintonhøllini
Fakta
Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí
sambandinum fara vit at prenta fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki.
Fyrstu greinini situr tú við nú, og ætlanin er at prenta hinar tey næstu trý
vikuskiftini. Tað er journalisturin Grækaris D. Magnussen, ið skrivar greinarnar.