mánadagur 17. mars 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 17. mars 2014 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
útbúgving. Men alfa og omega
eru eftirútbúgvingarnar, tað
eru
eftirútbúgvingarnar,
sum leggja støðið.”
”Og í dag síggi eg, hvussu
ómetaliga
týdningarmikið
tað er við eftirútbúgvingum,"
sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Viðgerðarætlan/
arbeiðsamboð
Børn og ung, sum koma í
Jekarastovu, tørva mangan
fleiri grundleggjandi ting í
sínum uppvøkstri.
"Grundleggjandi
ting
sum matur, kærleiki, upp
merksemi - at verða hoyrdur,
svøvnur, rørsla, ja, sum heild
umsorgan er nakað, tey
hava tørv á. Her mugu vit
inn við okkara serkunnleika
at hjálpa teimum," greiður
hann frá.
Eitt av týðandi arbeiðsam
boðunum í Jekarastovu er
sonevnda viðgerðarætlanin.
Her verða mál og deildmál
sett (langsiktað og stuttsiktað
mál).
”Tað snýr seg um at geva
børnum og ungum vanligar
førleikar, so tey duga at bera
seg at í gerandisdegnum. Tað
kunnu vera matsiðir, mál
brúk, hvussu tú ert saman
við øðrum í ymsum støðum,
bæði á deildini og úti í bý
num, sigur Djóni Nolsøe
Joensen.
Eitt av arbeiðsamboðun
um er tað, vit rópa spegling.
Fyrstu tíðina, tá børn og
ung koma inn á stovnin, ber
ikki til at reksa alt møguligt
upp fyri teimum um, hvat
tey skulu og ikki skulu. Men
sum frálíður verða tey betur
før fyri at taka ímóti.
”Tá kann eg sum náms
frøðingur seta orð á tað, sum
eg hoyri viðkomandi siga,
ella síggi viðkomandi gera.
Og tað er ikki litað av, hvat
eg haldi um tað, ella hvat eg
meini. Eg brúki tað í støðum,
tá eg haldi barnið kann
brúka tað, altso, tá tað er ført
fyri at taka ímóti. Og nøkur
børn eru skjótari tilreiðar at
taka ímóti enn onnur,” sigur
samskiparin í Jekarastovu.
Uttara og innara
stýring
Í byrjanini, tá børn og ung
koma inn á stovn, er neyðugt
hjá summum teirra, at náms
frøðingarnir brúka tað, rópt
verður uttara stýring. Tað er,
at nøkur av børnunum fáa
ávísan struktur at virka eftir
- eitt sindur neyvan struk
tur. Tá tey so hava verið á
stovninum í eina tíð, eru tey
betur før fyri at taka ímóti,
og tá verður farið til innaru
stýring, t.e. til dømis við
spegling.
”Nú megna tey ungu
betur at síggja, hvat er best
fyri tey. Tí koma tey ikki út í
so nógvar støður, sum kunnu
vera óhepnar. Tey duga betur
at ansa sær, og fáa fleiri góðar
upplivingar. At vit seta orð á
tingini saman við teimum,
og spegla teimum, ger, at tey
betur megna avbjóðingarnar
í
gerandisdegnum,”
sigur
Djóni Nolsøe Joensen.
Onnur amboð, sum verða
nýtt í arbeiðinum, eru m.a.
dagbók og samrøðutímar.
”Samrøðutímar
hava
vit javnan við børnini. Her
hava tey møguleika at siga,
hvar tey eru í løtuni, hvussu
tey hava tað o.s.fr. Vit koma
viðurkennandi inn, og vísa
teimum, hvat vit halda riggar.
Eru trupulleikar av onkrum
slag, so verða teir tiknir fram
og vendir í hesum høpinum,”
sigur hann.
Dagbókin, samrøðutímar
og onnur viðurskifti tryggja,
at málini í viðgerðarætlanini
verða rokkin. Í dagbókina
koma t.d. eyðgleiðingar av
ymsum slag, tað kunnu vera
broytingar hjá barninum,
sum geva orsøk at broyta
strukturin hjá tí einstaka í
eina tíð.
Útbúgving og royndir
"Um eg skal kunna hjálpa
hesum ungu, noyðist eg at
geva nógv av mær sjálvum.
Tað er gott at hava grund
útbúgvingina, men tað er
alneyðugt eisini at geva nak
að av tær sjálvum. At vísa
teimum, at tú eisini hevur
verið ungur. At tú eisini
hevur gjørt eitt og annað,
sum tey kanska ikki seta
í samband við meg," sigur
Djóni Nolsøe Joensen.
Djóni Nolse Joensen fær
í løtuni eftirútbúgving í
kognitivari terapi. Framman
undan hevur hann fingið
eftirútbúgving í sonevndari
systemisk narrativari við
gerð. Hendan verður m.a.
brúkt í viðgerðini soleiðis, at
dentur verður lagdur á at fáa
søguna hjá barninum fram
og arbeiða útfrá barninum.
”Álit hevur alt at siga.
Bara hetta at seta meg við
einum barni ella ungum, og
spyrja um ymiskt. Tað eru
tey ikki von við. Tá kunnu
tey brádliga finna upp á at
spyrja meg, hví eg spyrji so
nógv. Men teimum dáma tað
kortini, og eg veit, at tað er
neyðugt,” sigur hann.
Hann vísir á, at tað tekur
tíð hjá børnunum at finna
seg til rættis. Tey eru vaksin
upp við vónbroti oman á
vónbrot. Nøkur eru ógvuliga
hørð og beisk, tá tey koma
inn. Men eftir trimum til
seks mánaðum bloytast tey.
Tá eru tey vorðin tryggari.
”Og so eru tað hini, sum
spæla so ómetaliga blíð
fyrstu tíðina. Tað eru hesi,
sum skulu gera øllum væl.
Men eisini tey bloytast upp
eftir einum lítlum hálvum
ári, og so kann viðgerðin av
álvara fbyrja. Hetta krevur
nógv, og í dag haldi eg meg
duga betur ikki at taka
arbeiðið heim við mær,” sigur
Djóni Nolsøe Joensen.
Hann hevur nógv ymisk
fólk, hann skal standa til svars
fyri sum sosialpedagogur í
Jekarastovu.
”Fyrst og fremst er tað
hvørt einstakt barn. Har
aftrat er tað barnavernd,
skúli, leiðsla og foreldur. Allir
partar trýsta og hava sína
meining, so tað er ikki bara
sum at siga tað. Onkuntíð
er eisini neyðugt at tosa við
foreldur at einum barni, og
tað kann vera ymiskt, hvussu
foreldrini eru fyri,” greiður
hann frá.
”Eg verði glaður og væl
nøgdur, um tað t.d. eydnast
teimum ungu at fáa eitt 9.
floksprógv, at koma í læru
ella okkurt sovorðið. Størsta
kenslan er tó, tá barnið sjálvt
hevur eina góða kenslu av
lívinum og hevur kensluna
av at megna. Tá kenni eg tað
sum at okkara arbeiði hev
ur gjørt mun,” sigur Djóni
Nolsøe Joensen, smílandi.
Tað er ógvuliga týdningarmikið at skapa álit, sigur Djóni Nolsøe Joensen
Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen