Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Pínan hvørvur tá eg máli Sjúkan er vorðin sterkasta drívmegin hjá Anne Marie Gøricke, sum hevur fingið staðfest krabbamein. Tá hon málar, hendir tað onkuntíð, at hon gloymir at taka pínustillandi heilivág Marjun Dalsgaard Fríggjadagin 21. mars letur upp framsýning við mynd­ um hjá arkitektinum, Palla Gregoriussen og konuni Anne Marie Gøricke. Palle Gregoriussen sýnur fram akvarellir av ymiskum umhvørvum í Havn, og Anne Marie Gøricke sýnir fram málningar, sum hon hevur málað seinastu tvey árini. Palle Gregoriussen er ein royndur teknari og hevur ofta haft framsýningar. Í so máta er hetta nakað nýtt fyri Anne Marie. Hon hevur teknað nógv fyrr og tók málningalist uppaftur, tá hon fekk staðfest krabba­ mein. Nú er sjúkan vorðin sterkasta drívmegin. – Eg havi ongantíð málað so nógv, sum eg geri nú. Eg byrjaði, tá pápi mín doyði – tað varð, sum um eg fekk ein tørv á at mála. Tá eg so fekk stað­fest sjúkuna, gjørdist hendan drívmegin enn sterk­ari, sigur Anne Marie Gøricke. Hon veit, at hon verður ongantíð grødd, og hon fær kemoviðgerð fyri at halda sjúkuni niðri. – Hetta ger meg sera kedda, men at mála heldur mær uppi. Tá eg máli, gloymi eg tíð og stað. Tankarnir sveima, og eg gloymi, at eg eri sjúk, sigur Anne Marie. Tað hendir, at hon gloymir at taka pínu­stillandi heilivág, tí pínan hvørvur, tá hon málar. Hon er í gongd nógvar tímar í døgninum – ofta um náttina. – Eg kann gott mála inntil klokkan fimm um morg­un­ um – tað er deiligur friður um náttina, sigur Anne Marie Gøricke. Málar kvinnur og reyðar litir Tað eru serliga kvinnur – onkun­tíð børn á myndunum, men ongantíð menn. – Eg máli næstan bara kvinnur. Kvinnur við og uttan bróst. Eg haldi, tað er tí, at eg eri sjúk og komi nógv saman við kvinnum – til dømis í sam­bandi við fimleik, sum Krabba­meinsfelagið skip­ar fyri. Á ein ella annan hátt umboða tær kvinnur, sum eg hitti, og sum eru í mín­um lívið, sigur Anne Marie Gøricke. Fyrstu ferð hon fekk staðfest krabbamein, varð ein partur av bróstinum tikin burtir. Síðan varð alt brost­ið tikið, tí ein knútur varð funnin aftrat. Fyri fýra árum síðani varð so stað­fest, at krabbin aftur hevði breitt seg í kroppinum. Við fyri­ byrgjandi viðgerð tykist tað at bera til at halda sjúkuni niðri, og eingin broyting hev­ ur verið leingi. Hóast Anne Marie er ill og kedd um at vera sjúk og sigur seg mála tað, sum bylgist innan í, eru myndirnar ikki daprar á at líta. Litirnir eru heitir og myndirnar bera dám av gleði. – Mær dámar væl reytt – tann reyði liturin er heitur og breiðir seg í mær, tá eg máli, og eg gerist glað, greiðir Anne Marie frá. Umframt at mála, gong­ur hon til fimleik, sum Krabba­ meinsfelagið, skipar fyri. Hetta, saman við lista­mál­ing­ ini, hevur hildið henni uppi, síðan hon gjørdist sjúk. Nú er so møguligt at síggja úrs­ litið í Galerie Focus. Mynda­ tilfarið er alt vorðið til sein­ astu tvey árini. Framsýningin við myndum hjá Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke verður í Galerie Focus frá 21. mars til 3. apríl 2014 Fernisering er fríggjadagin 21. mars kl. 16 - 18 Opið er týsdag til fríggjadag kl. 15 - 18 og leygardag kl. 16 - 18 Lambagerði 1, 100 Tórshavn www.galeriefocus.com marjun@sosialurin.fo Palli Gregoriussen er royndur arkitektur og er vanur at sýna sínar myndir fram. 21. mars hevur hann framsýning í Galerie Focus saman við konuni, Anne Marie Gøricke, sum hevur tikið málningalist upp aftur, eftir at hon fekk staðfest krabbamein Anne Marie Gøricke málar kvinnur við og uttan bróst. Hon nýtir ofta ein heitan reyðan lit, tí hann ger hana glaða Sjúkan er vorðin ein sterk drívmegi. Anne Marie Gøricke málar ofta alla náttina, og hon gloymir, at hon er sjúk, tá hon málar