týsdagur 18. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Tað var best um landið átti
SEV. So bersøgin er vinnu
málaráharrin, Johan Dahl, í
Sosialinum mándagin. Men
um landið skal yvirtaka
SEV, skal tað gjalda nógvar
100
milliónir
krónur
í
endurgjaldi,
sigur
Heðin
Mortensen,
formaður
í
kommunusamtakinum.
– Kommununar hava sett
SEV á stovn. Tær hava goldið
tað, tað kostar og fingið tað
at rigga. Allar íløgur, sum eru
gjørdar, og tann raksturin,
sum kommunurnar hava
goldið, síðan SEV varð sett á
stovn, skulu kommunurnar
hava endurgjald fyri, um
landið ætlar at yvirtaka SEV,
sigur Heðin Mortensen.
– Talan er um nógvar 100-
tals milliónir, leggur hann
aftrat.
Hann heldur ikki, at tað
verður bíligari fyri brúkaran,
um landið yvirtekur SEV.
– Eg trúgvi ikki, at tað
verður bíligari fyri brúkaran
– tað liggur eftir at vísa,
hví tað skal vera tað, sigur
Heðin Mortensen. Haraftrat
eru kommunurnar tær, sum
eru best fyri at fremja tær
bygnaðarbroytingar,
sum
eru á veg.
Skal hava pro
fessionella nevnd
Ein av atfinningunum hjá
vinnumálaráharranum
er
bygnaðurin hjá SEV, har tey
sjey kommunuøkini velja
eitt umboð hvør. Vinnu
málaráharrin saknar eina
»virkisfúsa og professionella
nevnd«, sigur hann.
Á tí økinum koma helst
broytingar í nærmastu fram
tíð, sigur Heðin Mortensen.
– Vit hava arbeitt við hes
um eina tíð, og tað er stórt
sæð klárt at leggja fram fyri
eigarunum, sum er komm
urnar. Tað eru tær sum av
gera, hvussu bygnaðurin skal
vera, men eg haldi, at tíðin er
farin frá hesum háttinum at
skipa seg uppá, sigur Heðin
Mortensen.
Hann heldur, at SEV skal
leggja seg efter at hava eina
professionella nevnd og skal
leggja seg meiri eftir at skipa
seg, sum stórar fyritøkur
gera.
– Vit mugu fylgja við tíð
uni. Samfelagið broytist, og
tað hevði eftir mínari meting
verið gott at broytt bygnaðin
á SEV soleiðis, at vit hava
eina meira virkisfúsa nevnd,
sum líkist meira ti, sum
stórar fyritøkur hava, sigur
Heðin Mortensen og leggur
aftrat:
– Hetta er als ikki fyri at
tala at tí arbeiði, sum hevur
verið gjørt – tað er eitt gott
arbeiði, men vit mugu fylgja
við tíðini.
Nýggi leisturin er ikki
heilt í tráð við, hvussu pro
fessionellar nevndir verða
valdar, men skal í størri
mun leggja dent á eginleikar
hjá nevndarlimunum, og at
teir passsa saman, so man
fær eina nevnd, sum er fjøl
broytt, og har limirnir hava
ymiskleikar,
sum
stuðla
uppundir
hvønn
annan.
Kommunurnar taka avgerð
um bygnaðarbroytingarnar
28. mars 2014.
Vil skilja net
og framleiðslu at
Eitt sum Johan Dahl finnist
at er, at SEV bæði framleið
ur og selur el. Hetta oyði
leggur kappingarførið. Tí
skal el-netið sum minsta
mát skiljast frá SEV, tí tað
skeiklar kappingarførið hjá
el veitarum.
Hesum er Heðin Morten
sen ikki ósamdur í.
Tað er møguligt, at tað
ikki er besta loysnin, men so
má landið gjalda, tað aftur,
sum kommunurnar hava
goldið til viðlíkahald av net
inum og fyri tær íløgur, sum
eru gjørdar, sigur hann.
– Tað eru kommununar,
sum hava sett SEV á stovn.
Tær eiga SEV, og tær avgera,
hvat skal henda, sigur Heðin
Mortensen.
marjun@sosialurin.fo
tíðindi
Landið skal gjalda endurgjald fyri SEV
Um landið vil eiga SEV, má tað gjalda endurgjald til kommunurnar fyri allar tær
íløgur, sum eru gjørdar, og fyri tann raksturin, sum kommunurnar hava goldið fyri
seinastu 50 árini, sigur Heðin Mortensen, formaður í kommunusamtakinum
– Kommunurnar hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur stýrisformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen.
Sambært honum er tað júst tí, at SEV eigur bæði net og framleiðslu, at tað í dag er gjørligt
at veita eina samhaldsfasta tænastu, sum kann økja um framleiðsluna við stuttum skot
bráði og sum tryggjar øllum ein rímuligan prís uttan mun til, hvar í landinum tey búgva
Johan tekur partí við Røkt
Sambært
vinnumálará
harranum er bygnaðurin í
SEV ein søgulig leivd, sum
forðar fyri kapping. Hesum
er stýrisformaðurin í SEV,
Jákup Suni Lauritsen, als
ikki samdur í. Tvørturímóti
er SEV úrslitið av, at komm
unurnar hava gjørt eitt
gott arbeiði í 50 ár, og júst
hetta tryggjar at vit í dag
hava eitt gott net og eina
samhaldsfasta skipan, sigur
hann.
– Um tú samanber við
onnur oyggjalond hava tey
ikki í nær námind eitt so gott
net sum vit. Kommunurnar
hava gjørt eitt gott arbeiði,
og tað er orsøkin til, at vit í
dag hava eina samhaldsfasta
skipan, sum tryggjar øllum
borgarum
ein
rímiligan
prís uttan mun til, hvar tey
búgva. Haraftrat eru vit før
fyri at við stuttum skotbráði
at framleiða nógvan streym
til virkini á Tvøroyri og
Fuglafirði – hetta høvdu
privatir veitarir ikki verið
førir fyri, sigur hann. Jákup
Suni
Lauritsen
heldur
somuleiðis,
at
skipanin
verður meiri kostnaðarmikil
og stirvin, um netið verður
skilt frá framleiðsluni hjá
SEV.
Johan Dahl ikki
neutralur
Sjónarmiðið
hjá
vinnu
málaránum um manglandi
kapping, kann hann heldur
ikki taka undir við.
– Vit hava kappast um at
gera vindmyllulund í Húsa
haga og Neshaganum, og
vit vunnu báðar. Um Johan
Dahl heldur, at vit ikki hava
kappast á røttum grundar
lagi, eigur hann siga við
Jarðfeingi, sum er undir
honum, at tey skulu gera
eitt útboð, sum tryggjar
kappingarførið,
sigur
stýrisformaðurin.
Hann
leggur aftrat, at hann ikki
heldur at vinnumálaráharrin
er neutralur.
–
Vinnumálaráðharrin
skal vera neutralur í mun
til el-orkuøkið, tá ið hann
nú er so heitur talsmaður
fyri kapping. Jarðfeingi er
undir Johan Dahl, og tann
stovnunirn
skal
viðgera
allar umsøkjarar á sakligum
og
fakligum
grundarlagi.
Men
arbeiðsgevarin
hjá
Jarðfeingi,
Johan
Dahl
tekur alment partí við Røkt,
hvat álit skulu vit tá hava á
einari nýggjari skipan, sum
tekur støði í kappingarele
mentinum, spyr Jákup Suni
Lauritsen og leggur aftrat:
– SEV hevur einki ímóti
kapping, men tað skal bara
fara rætt fram.
marjun@sosialurin.fo
Bakgrund
Tað eru kommunurnar, sum eiga SEV, men verður tað upp til
vinnumálaráharran, Johan Dahl, skal landi eiga SEV. Tað sigur hann í
sambandi við tema um orkupolitik í Sosialinum mánadagin 17. mars.
Í dag eigur SEV netið og hevur veitingarskyldu. SEV hevur í 50
ár somuleiðs haft rættin til vatnorkuna, men tann rætturin gekk út
í oktober 2013. Í løtuni verður viðgjørt, um SEV framyvir skal eiga
rættin til vatnorkuna.
Vinnumálaráharrin heldur, at sum minsta mát, eigur netið at
vera skilt frá framleiðsluni hjá SEV, soleiðis at landið eigur netið. Um
ikki netið verður skilt frá SEV, so eigur SEV at gera bygnaðarligar
broytingar, sum tryggja, at einki samband er millum framleiðslu og
net.
Vinnumálaráharrin finnist haraftrat at bygnaðinum í SEV, har
umboð frá kommununum sita í nevndini. Hann heldur, at felagið
- uttan mun til um tað er kommunurnar ella landið, sum eigur
tað - eigur at hava eina "virkisføra og professionella nevnd", sum
verður vald á aðalfundi. Tí skal SEV vera eitt partafelag, sigur
vinnumálaráðharrin.
Tað er millum annað spurningurin um, hvussu landið kann føra
ein orkupolitikk, sum liggur aftanfyri tankarnar, hjá vinnumálarnum.
Haraftrat er tað av týdningi, at kapping fæst inn á orkuøkið