Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com TEKNISKAN VERKÆTLANARLEIÐARA TIL NÝGGJA VIRKIÐ Á GLYVRUM Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru- framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk BAKKAFROST SØKIR Kundi tú hugsað tær at verið partur av stórari ætlan, sum skal tryggja, at Bakkafrost og føroysk alivinna framhaldandi eru í oddinum í alheims alihøpi? Tú fært verkætlanarleiðslu fyri framleiðslutøkniliga partinum av byggiætlanini, og gerst partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða. Arbeiðsøki Sum tekniskur leiðari verður tú partur av stýrisbólk- inum fyri byggiverkætlanini, og tú hevur m.a. ábyrgd av, at: · kravfesta framleiðslutøkniliga partin av byggiverk- ætlanini í tøttum samstarvi við leiðsluna og uttan- hýsis ráðgevar · hava eftirlit við og góðskutryggja framleiðslutøkni- liga partin av verkætlanini · kravfesta allar veitingar og samskipa samstarvið við allar veitarar, soleiðis at nøktandi eftirlit er við øllum greinum av framleiðslutøkniliga partinum av verkætlanini · tryggja, at allar tíðarfreistir verða hildnar í mun til framleiðslutøkniliga partin av verkætlanini · samskipa valini, sum eru gjørd í mun til framleiðslu- tøkniligar loysnir viðvíkjandi verkætlanini · tryggja, at loysnir verða gjørdar á bestan hátt, soleiðis at framleiðslan verður optimal Tín vangamynd Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving sum t.d. verk frøðingur við serligum førleika innan fram- leiðslut økni og framleiðslustýring, ella aðra útbúgv- ing við munadyggum og viðkomandi royndum. Tú hevur stóra og breiða vitan um tólbúnaðin, stýris- skip an ir og automatisering av framleiðsluvirkjum, og royndir við verkætlanarleiðslu. Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar, ans fyri effektivum rakstri, og tú dugir at hava nógvar bóltar í luftini. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Vit bjóða Vit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í eini støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknað um, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundar- nar og kapitalin. Talan er um starv við stórum avbjóð ingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Guðrun Olsen, deildarleiðara, á tel 23 51 15, ella við t-brævi til guol@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn til starvið og avrit av prógvum skal sendast við t-brævi til hrm@bakkafrost.com. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er mánadagin 24. mars 2014. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. sansir.fo www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.