týsdagur 18. mars 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hann hevur smuglað kokain til Føroya. Hann hevur sitið avbyrgdur í varðhaldinum í tveir mánaðir,
og hevur sitið handan rimar í eitt ár. Hann hevur skyldað nógvar pengar til narkobakmenn, men
nú er hann komin burtur úr øllum. Klaksvíkingurin Peter Chodziuk greiðir her frá síni søgu
Rúsevnismisnýtsla
Rólant Waag Dam
– Í dag havi eg tað sera gott.
Tað greiddi 38 ára gamli Peter
Chodziuk frá í samrøðu á
Rás2 mánadagin. Tað er ikki
mong, sum hava upplivað tað
sama, sum hann hevur roynt.
Og tey, sum hava roynt tað
sama, eru neyvan eins væl
fyri og hann í dag.
Goymdi tað í
endatarminum
Alt kulmineraði í 2007, tá
hann eftir at hava verið í
Hollandi og vitjað narko
bakmenn har, kom aftur til
Føroya við 100 grammum av
kokaini.
– Eg hevði keypt ecstasy
frá
nøkrum
danskarum,
sum vóru í Føroyum. Eg vitj
aði teir á Hotel Føroyum, har
teir greiddu frá, at teir ætl
aðu at smugla rúsevnir úr
Hollandi. Eg fór við teimum,
og vit koyrdu til Hollands,
har teir høvdu góð sambond
við hollendsku mafiuna.
– Vit fingu 100 gramm av
reinum kokaini. Í Føroyum
hevði prísurin verið millum
2000 og 2500 krónur fyri eitt
gramm. Teir ynsktu eisini
at koma til Føroya at selja,
tí prísurin var so góður her,
fortelur Peter Chodziuk.
Mannagongdin var, sum
hon so ofta er í slíkum før
um. Rúsevnini vórðu pakk
að inn væl og virðiliga, áðr
enn tey vóru kroyst upp í
endatarmin.
– Eg trýsti tað upp har.
Tað var ein løgin kensla, men
tað var soleiðis teir gjørdu, so
eg setti spurnartekin við tað,
greiðir Peter Chodziuk frá.
Gekk long tíð
Tað
gingu
annars
meiri
enn tíggju ár, frá tí at Peter
Chodziuk byrjaði at smakka
sær á, til hann smuglaði
kokain til Føroya og kom í
veruligt óføri.
Sum so mong onnur, byrj
aði hann at ganga í býnum
og drekka rúsdrekka, tá
hann var 15 ár.
– Tað var ikki øðrvísi, enn
tað er við ungdómum í dag,
sigur hann.
Og tað gekk eisini rúm tíð,
frá tí hann byrjaði at drekka,
til hann royndi onnur rús
andi evni.
– Eg var 26 ár, tá eg roykti
hassj fyrstu ferð. Tað var
rættiliga býttisligt, ásannar
hann í dag. Hann royndi tað
nøkur kvøld á rað, og so var
hann bitin av tí.
– Ein trongd kom á meg,
og eg vildi gjarna royna
hetta umaftur, tá eg fyrst
hevði merkt, hvussu tað
virkaði. Eg vildi bara hava
meir, og eg royndi at skaffa
tað sjálvur. Eg mátti altíð
millión
Smuglaði
fyri
kvarta
Mánadagin greiddi Peter
frá síni søgu á Rás2
Mynd: Rannvá Gaard Fossaberg