týsdagur 18. mars 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
Rúsevnismisnýtsla
hava nóg mikið. Tað var sum
at koma inn í eina bløðru,
har tú kendi øll fólkini í um
hvørvinum.
Tosaðu í kotum
Peter og hansara vinfólk
vóru varug við, at løgreglan
helt eitt vakið eyga við teim
um. Tí tosaðu tey í kotum,
tá tey ringdu og spurdu, um
nakað hassj var at fáa fatur
á. Millum annað kallaðu tey
hassj fyri Hanus.
– Vit ringdu og spurdu,
um tey kendu Hanus? Ella
um Hanus var har?
Peter
hevði
annars
ongantíð ætlað sær at roykt
hassj. Hann hevði tveir vina
flokkar, har annar flokkurin
tók stóra frástøðu frá rús
evnum.
– Vit plagdu at siga, at um
nakar okkara royndi rús
evnir, so skuldu vit hølva
viðkomandi av. So býtt hildu
Peter og tann parturin av
vinaskarðanum tað vera.
– Í hinum vinaflokkinum
høvdu teir roykt hassj í eini
tvey ár, áðrenn Peter visti
um tað. Teir vistu, hvat eg
helt um tað, og tí royktu
teir ikki, tá eg var har, sigur
Peter, sum tó endaði við at
royna at roykja hassj – og so
gekk skjótt skeiva vegin.
Hevur roynt tað mesta
Eftir at hava roykt hassj,
kom Peter framat harðari
rúsevnum.
– Eg føldi, at eg hevði
brúk fyri øðrum. Hassj er
doyvandi, og alkohol gevur
timburmenn. So eg vildi
royna okkurt villari, sigur
Peter, sum hevur roynt
næstan alt, sum er at royna
av rúsevnum.
– Ecstasy, speed, kokain,
svampar,
crack-kokain,
reksar Peter upp og sigur so:
– Eg haldi, at tað einasta,
eg ikki havi roynt, er heroin.
Hørð rúsevni góvu mær
orku. Eg føldi, at eg kundi
gera 100 ting í senn, sigur
hann.
Peter greiðir frá, at hann
var bundin at bæði hassji og
hørðum rúsevnum.
– Fólk, sum eru misnýt
arar, duga væl at krógva tað.
Eg roykti ikki um morgunin,
fór til arbeiðis, men fekk
mær ein guv sum tað fyrsta,
tá eg kom heim. Eg var eis
ini bundin at hørðum rús
evnum, hóast eg bara tók tað
um vikuskiftini.
300.000 krónur
upp á rúsevni
– Eg arbeiddi altíð. Millum
annað sigldi eg við einum
línubáti. Vit tjentu omanfyri
300.000 krónur tað eina árið.
Eg megnaði at brúka allar
pengarnar teir fáu dagarnar,
eg var heima. Tá eg var um
borð, royndi eg at fáa vin
menn at hava rúsevni klár,
tá eg kom heim, so eg átti
niðurfyri. Tað gleddi eg meg
til. Og tá eg ikki var rúsaður,
so hugsaði eg bara um, at eg
mátti hava nokk. Nokk av
rúsevnum til í morgin. Ikki
fyrr enn eg hevði nóg mikið,
slappaði eg av.
Slapp burtur úr øllum
Peter gjørdist so tengdur av
rúsevnunum, at hann sum
31 ára gamal valdi at smugla
rúsevni til Føroya. Komin til
Danmarkar úr Hollandi, fekk
hann kokainpakkarnar úr
endatarminum.
– Vit vaskaðu teir væl og
virðiliga. Tóku eina rúgvu av
tí, men pakkaðu tað so um í
smærri posar. Danskararnir,
sum vildu til Føroya, fingu
kaldar føtur, tí vit frættu,
at løgreglan hevði fingið
frænir av, at vit høvdu verið
í Hollandi. So eg valdi at
smugla alt einsamallur til
Føroya, fortelur Peter, sum
síðani svølgdi tíggju pakkar
av kokaini.
– Brast bara ein teirra í
magasekkinum, so hevði eg
doyð á staðnum, fortelur
Peter, sum møtti løgregluni
sum tað fyrsta, tá hann trein
úr flogfarinum í Føroyum.
– Tá eg sá løgregluna
raknaði eg við. Tá hugsaði
eg, hvat er tað, tú gert. Tá
tók eg avgerðina um, at nú
kundi vera nokk. Eg hevði
brotið øll míni mørk, og tað
kundi ganga heilt galið, sigur
Peter, sum kortini einki segði
við løgregluna um tað, hann
hevði í búkinum.
Peter varð kannaður í
báðum endum, sum hann
tekur til, men har var einki at
finna. Hann fekk eisini boð
um at gera burtur av sær í
ein posa, men heldur ikki tað
gav úrslit.
Hóast Peter hevði tikið
avgerð um, at nú skuldi hann
sleppa sær burtur úr rús
evnamisnýtsluni, var hann í
eini tvístøðu.
– Eg hevði rúsevnini hjá
danskarunum, sum skuldu
seljast, men eg vildi ikki, at
tað skuldi koma út millum
fólk, tí eg visti, hvat tað
kundi gera við fólk. Men
danskararnir kravdu sína
pengar, og komu til Føroya
eftir teimum.
Hesa tíðina tók Peter
fleiri gramm av kokain um
dagin, svarandi til 5000 ella
6000 krónur.
– Hetta var ikki stuttligt.
Eg vildi ikki av við rúsevnini,
en eg hevði ongar pengar
at geva danskarunum, sum
høvdu ein mann við úr Dan
mark, sum segðist vera úr
Hells Angels. Teir skuldu
hava 40.000 krónur.
Peter Chodziuk fekk at
enda fortalt fyrst einum
vinmanni, og síðani mammu
síni. Hesi fingu hjálpt Peter
við bæði pengum og á rætta
kós, soleiðis at hann í dag
bæði turrlagdur og ikki hev
ur nortið rúsevni síðani.
Peter
Chodziuk
varð
avlurtaður
av
løgregluni,
sum visti um alt hansara
virksemi
við
rúsevnum,
har hann umframt at taka
sjálvur eisini seldi til onnur.
Peter skuldi tí inn at sita í
eitt ár.
Í dag er hann tó komin
burtur úr øllum. Hann er
giftur Rannvá, sum hann
hitti eftir at hann byrjaði at
ganga í Getzemane.
rolant@sosialurin.fo
Peter livir í dag eitt
púra vanligt lív saman
við konuni Rannvá
Mynd: Frans Jensen