týsdagur 18. mars 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um
Hervør Hanusardóttir Durhuus
19. 09. 1940 – 19. 03. 2013
Øll gjørdist ógvuliga kløkk,
tá deyðsboðini um, at Hervør
ikki var okkara millum long
ur. Hon var ript frá okkum
beint í sínum altíð virkna
lívi.
Hervør var dóttir Hannu
og Hanus við Høgadalsá. Hon
var eldst av 4 systkjum.
Hervør giftist til Vest
manna við Jógvani Durhuus.
Tey búsettust á Heygum,
har tey búðu, til tey fyri
smáum 10 árum síðan fluttu
í Suðurstreymoy út á Argjir.
Hervør var arbeiðssom
nærløgd og íðin. Hon var við
í bygdarlívinum í Vestmanna
bæði á ein og annan hátt.
Hennara partur lá ongantíð
eftir.
Vit standa púra býtt.
Eingin vantaði, at tú so
bráðliga legði frá tær. Har
tú vart, fylti tú so nógv. Ein
serstøk kvinna, ið øll vóru
góð við. Tú hevði tað best, tá
tú kundi gera okkurt fyri tíni
meðmenniskju.
Ein kundi altíð heita á
Hervør, um tað var okkurt,
sum tørvaði. Hon bakaði,
baldýraði,
seymaði.
Hon
vav og tøvdi. Tað var ikki
tað ting, hon ikki megnaði.
Eg var í brúdleypi tykkara.
Silvurbrúdleypi og gullbrúd
leypi eisini. Altíð vóru vit øll
vælkomin í heim tykkara.
Jú, sanniliga er mangt gott
at minnast aftur á.
Hervør dugdi og skipaði
eina rúgvu av kvæðum og
vísum og stóran part av
Føroya Fólks, henni nýttist
ikki sanghefti.
Mangan hava vit ferðast
við dansifeløgum kring um
í øllum Norðurlondum og
suður til Spania og eystur til
Estlands. Ja, tú ætlaði tær til
Grønlands síðsta summar,
men tað gjørdist tær ein onn
ur ferð. Vit spáa, men annar
er, ið ræður.
Vit vóru eisini frálíkar
ferðir innanoyggja. T.d. túr
urin í Gásadali og tann í
Skorastovuni
uppi
undir
Kopsenni á sinni.
Hervør livdi fyri manni,
børnum, ommubørnum og
fyri tí føroyska dansinum.
Norðstr. Dansifelag gjørdi
teg til heiðurslim fyri góða og
trúgva tænastu.
Hervør var altíð við tí
góða orðinum. Saknurin er
stórur hjá okkum øllum og
ikki minst tí føroyska dans
inum, har tú og Jógvan altíð
vóru í fremstu røð - .
Hervør royndi eisini sjó
lívið bæði á nær- og fjar
leiðum. Sjólívið lá eisini
væl fyri hjá henni. Sagt
verður eisini, at hon var eftir
havhesti saman við mann
inum. Tað er helst sjáldsamt,
at konufólk nú í tíðini fáast
við slíkt.
Ein megnar kvinna er
farin frá okkum. Friður verið
við minninum um Hervør
Hanusardóttir Durhuus.
Maria og Øssur
Minningarorð
um
John Dalheim
Bara nøkur orð til tín,
John. Ja, góði, nú ert tú
farin, og eftir sita vit við
minnunum og sakninum.
Tað er bara so undarligt
fyri okkum, nú tú ikki
ringir til okkum, sum tú
so mangan gjørdi, bæði
av skipinum, og tá tú var
komin í land. Vit sóu oman
til tín og kundu fylgja við,
um tú var komin heim.
Vit hava so góð minnir
um teg. Tú var tann góði
vinurin av húsinum hjá
okkum. Tú var góður
við okkum og vit við teg.
Mangan
døgurðamatin
fingu vit frá tær.
Tú var tolin og góður
av lyndi. Tú var góður
við øll. Mong eru tey, sum
kunnu takka tær. Ja, sum
tað bleiv sagt í kirkjuni,
tú var klárur at hjálpa
øllum.
Tú hevði títt at stríðast
við, tað vistu vit, og nú var
heilsan veruliga farin at
bila.
Góðu Laila og Per, gott
er at hava góð minnir.
Jesus styrki tykkum í
sorgini.
Vit vilja takka fyri alt.
Friður veri við minn
inum um teg, okkara góði
vinur.
Jón og Louisa
Ein tøkk til heimahjálpirnar
Hansina Berg
Eg má beinan vegin siga, eg
eri ikki í tí kórinum, sum
niðurgerð heimahjálpirnar,
sjúkrasystrarnar og leiðsl-
una.
Eg var á einum fundi í
Miðlahúsinum. Eg var skelk
að eftir fundin. Eg helt, at
tað var farið illa við heima
røktini. Eg fekk eitt pappír
upp í hondina, har eg skuldi
tekna meg sum lim í einum
felag. Tá eg fann út av, hvat
hetta felagið var fyri nakað,
so slapp eg mær burturúr fe
lagnum.
Eg havi sjálv verið heima
hjálp í fleiri ár, men eg minn
ist ikki, at nakað hevur ver
ið so grelt, sum tað er nú.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
onkuntíð hevur verið strævið
og kanska eitt sindur illsligt.
Men nú haldi eg tað fer heilt
av sporinum.
Eg fekk heimahjálp, tí at
maður mín er illa invalider
aður. Hann kann einki. Eg
royndi sum longst sjálv, til
eg sjálv fór í senk. Also eg
kláraði ikki at passa hann.
Heimahjálpirnar
ganga
nú nógvar ferðir um dagin,
tað verður skift nógv uppá
fólkið, men tær koma við
einum smíli, sjálvt um tær
hava verið nógva staðir, áðr
enn tær koma heim til okk
ara. Minnist til! Tær skulu
stilla seg um, hvørja ferð tær
fara frá húsum til hús. Bara
tað er ein kunstur.
Maður mín spyr meg, nær
heimahjálpirnar koma. Og
tær eru góðar við hann, og
hann við tær.
So tá man hoyrir, at eitt
felag er sett á stovn fyri at
knúsa heimahjálpirnar, so
ljóðar tað sera ódámligt. Tað
mega vera aðrir mátar at
loysa trupulleikarnar á. Far
ið altíð til kelduna sjálva - í
hesum førinum heimarøkt
ina.
Setið tykkum niður andlit
til andlits, tá skal tað verða
løgið, um tit ikki fáa okkurt
burtur úr. Brúkið vit og skil -
ikki illsinni og briksl. Trúgvið
mær, tá kemur okkurt gott
burtur úr. Báðir partar hava
onkra skyld.
Heimahjálpin
ger
eitt
gott arbeiði. Man finnur al
tíð klintu ímillum hveiti, og
tann eina klintan kann spilla
nógv.
Ynski tykkum alt tað
besta, heimarøktin.
Og til tey, sum eru ónøgd:
Farið beint til kelduna - and
lit til andlits.
Heilsan ein vælnøgdur
brúkari.