Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hon var ivaleyst ein av teim­ um glaðastu, sum fóru upp á pallin í Norður­landa­hús­ inum leygardagin fyri at mót­taka sína virðisløn. – Tað var púra óvæntað. Eg stóð og gjørdi meg klára aftanfyri pallin og vaskaði hendurnar, tá Allan Tausen kom inn og bað meg skunda mær út á pallin, tí eg hevði vunnið. Eg bleiv so glað, men samstundis var tað onkurs­ vegna óveruligt fyri mær. Eg skalv um allan kroppin, tað sum eftir var av kvøldinum, haldi eg. Soleiðis sigur 17 ára gamla Døgg Nónsgjógv, sum leygarkvøldið vann virðisløn fyri at hava gjørt ársins popp­sang. – Sangurin bleiv gjørdur fyri einum ári síðani, og eg minnist, at eg ivaðist í, um eg skuldi loyva nøkrum at hoyra hann, tí eg helt ikki sjálv, at hann var nóg góður til at koyra út alment. Men eftir at eg hevði spælt hann til eina konsert, bleiv beinan­ vegin stórur áhugi fyri hon­ um. Kanska er tað niður­lagið, ið er nokkso fangandi, sum hevur gjørt sangin til eitt hitt, sigur ein lítillátin Døgg Nónsgjógv. Tónleikur er eitt njótilsi Dagliga arbeiðir Døgg Nóns­ gjógv, sum býr innan Glyvur, á Vaðhorn, men ein stórur part­ur av fríðtíðini fer til at skriva sangtekstir og gera løg. – Eg føli, at eg slappi væl av, tá eg siti við gittarinum og spæli nøkur løg. Tá hugni eg mær veruliga. Tað er um­ ráðandi fyri meg, at eg fáist við tónleik, tá eg sjálv havi tíð og hug til tað, og tí sigi eg eisini bara ja til at lut­ taka til tónleikatiltøkini, sum eg veruliga havi hug og stund­ir til, tí tónleikurin skal altíð vera eitt njótilsi ikki nakað stressandi, sigur Døgg Nónsgjógv, sum altíð onkurs­vegna hevur fingist við tón­leik. – Familjan er rættiliga musi­kalsk, og eg havi eisini sungið alt tað, eg kann minn­ ast. Eisini sum barn dámdi mær væl at gera løg, skriva sang­tekstir og gera yrkingar, men tað var ikki fyrr enn eg bleiv tannáringur, at eg av álvara fór at gera mínar egnu sangir, greiðir Døgg Nónsgjógv frá. Sjálv heldur hon, at tón­ leikur kann vera við til at út­ trykkja tey ymsu hug­løgini, hon kann vera í. – Eg lurti eftir nógvum ymiskum tónleiki, men eg velji altíð at lurta eftir sang­ um ella sjangrum, sum á ein ella annan hátt eru við til at vísa, hvussu eg havi tað. So eri eg kedd ella í ringum lag onkran dag, so lurti eg eftir tí, sum eg vil kalla keddur tón­leikur. Og somleiðis, er lagið gott, so skal sangurin, eg lurti eftir, eisini vera ein glaður sangur. Skrivar til pápan Hon lurtar fyri tað mesta eftir glaðum tónleiki, sum hon sjálv málber seg, tí størsta partin av tíðini er hon í góðum lag. Men tað hev­ur ikki altíð verið so. – Meðan eg gekk í øðrum flokki, misti eg pápa mín, og líka síðani havi eg skrivað yrkingar um babba, um at missa og at vera kedd. Tað hjálpti mær nógv, fortelur Døgg Nónsgjógv og heldur fram: – Á ein ella annan hátt hevði eg tað soleiðis, at um eg skrivaði ein tekst ella eina yrking um babba, so fekk hann tað eisini, og so bleiv lagið eitt sindur betri, sigur Døgg Nónsgjógv, sum fram­ vegis skrivar sangir við pápa­ num í huganum. – Eg skrivi enn sangir, har eg hugsi um hann, men tað er ikki líka ofta, sum tað Tónleikurin gjørdi meg glaða aftur – Tað hevur altíð verið tónleikurin, sum hevur hjálpt mær gjøgnum tungu løturnar í lívinum. Onkursvegna blívi eg altíð í betri lag, tá eg seti meg at spæla gittar og syngi. Tað sigur 17 ára gamla Døgg Nónsgjógv, sum um vikuskiftið vann eina FMA-virðisløn fyri sangin Tú tók mina hond meldurin Døgg er ein frægd at arbeiða við. Hon er nærløgd, dugnalig og hevur eina rødd, ið tú lovar innum beinanvegin og følir teg tryggan við Jens L. Thomsen