Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. mars 2014 · Nr. 33 meldurin var, tá eg var yngri. Tá var eg ofta øgiliga kedd og mátti veruliga kempa meg ígjøgn­ um dagarnar. Men so skjótt eg fann gittarin fram og byrj­aði at syngja og spæla, kend­ist alt bara nógv lættari, sigur Døgg Nónsgjógv. Sjálv er hon ikki í iva um, at tónleikurin hevur hjálpt henni gjøgnum tær strævnu løt­ur­nar í lívinum. – Tú kanst næstan siga, at tónleikurin hevur gjørt meg glaða aftur. Í øllum førum hev­ur tónleikurin spælt ein av­gerandi leiklut fyri, at eg í dag havi tað so gott, sum eg havi tað, sigur Døgg Nóns­ gjógv. Tónleikari í Føroyum Unga tónleikatalenti dylir á ongan hátt fyri, at hon er ógvuliga fegin um at hava vunnið virðislønina fyri besta poppsangin á Føroysku Tón­listavirðislønunum 2014. – Sjálvandi eri eg ovur­ fegin, at eg havi vunnið, men tað góða er eisini, at hetta er eitt herðaklapp, sum fær meg at halda fram við at gera tað, eg geri. So nú fari eg at royna at hanga í og gera fleiri sangir, sigur Døgg Nóns­ gjógv, sum tó longu nú kann siga, at hon ikki ætlar sær uttan­lands við tónleikinum inn­an tey næstu fáu árini. – Eg eri alt ov heimkær til at kunna fara uttanlands við tón­leikinum. Tá ert tú jú nógv burtur og hevur úr at gera, og mær dámar væl at hava familjuna rundan um meg, so at gera meg galdandi við tónleikinum uttanlands havi eg als ikki ætlanir um beint nú, sigur Døgg Nóns­ gjógv. Hóast hon ikki hevur ætlanir um at fara uttan­ lands við tón­leikinum í nærm­astu fram­tíð, fer tón­ leik­urin fram­vegis at fylla nógv í ger­andis­degnum hjá 17 ára gamla sangfuglinum. – Eg eri longu farin í holt við eina nýggja fløgu, og vón­ andi verður hon liðug í vetur. Tað gleði eg meg til, sigur ein spent Døgg Nónsgjógv. rannva@sosialurin.fo Døgg hevur eina heilt serstaka innarliga rødd, og hevur sera gott flair fyri tí »góða lagnum«. Hóast sín unga aldur, er hon rættiliga tilvitað um, hvat hon vil við einum lagi. Tað hevur tískil verið bæði stuttligt, avbjóðandi og læruríkt at arbeiða saman við henni hetta seinasta árið Hans Jacob Kollslíð Tónleikur – Tað er umráðandi fyri meg, at eg fáist við tónleik, tá eg sjálv havi tíð og hug til tað, og tí sigi eg eisini bara ja til at luttaka til tónleika­ tiltøkini, sum eg veruliga havi hug og stundir til, tí tónleikurin skal altíð vera eitt njótilsi ikki nakað stressandi, sigur Døgg Nónsgjógv Myndir: Álvur Haraldsen